Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Eins og tey seinastu nógvu árini hevur KJ á Kambsdali aftur í ár havt støðugt arbeiði við at byggja tvíkiljur til ali­vinnuna. - Fyrr í ár handaðu vit nýbygning nummar 54 til Bakka­frost í Suðuroy. Hetta er tvíkiljan Agnavík, og hon er okkara størsta tvíkilja higartil, 18 metrar long og átta metrar breið. Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ, vísir á, at í seinastu viku varð tvíkiljan Byrgishamar, sum er nýbygningur numm­ar 55, eisini handað Bakkafrosti í Suðuroy. - Í løtuni hava vit tvær tvíkiljur í gerð. Hetta er ný­bygn­ ingur nummar 56, ið skal handast Bakkafrosti um ikki so langa tíð - og so nýbygningur nummar 57, sum skal latast Arctic Fish í Ísland á heysti í 2020.   - Vit hava fleiri fyrispurningar upp á tvíkiljur til kom­ andi ár, bæði úr útlandinum og her heima, sigur Jóannes Mørkøre. Hann leggur aftrat, at av 57 tvíkiljum eru 34 bygdar til Bakkafrost, 10 til Luna og fýra til Mowi í Føroyum. - Haraftrat hava vit leverað níggju tvíkiljur til alifeløg uttan­lands, ávikavist til Íslands, Hetlands, Orknoyggjar og Skotlands, sigur Jóannes Mørkøre. Nógvir aliringar Men, KJ byggir ikki bara tvíkiljur til alivinnuna. Fyri­ tøkan á Kambsdali ger eisini aliringar, og her hevur nógv verið at gjørt - eisini í hesum árinum. - Vit hava leverað einar 40-50 aliringar higartil í ár. Teir allar flestu eru 160 metrar í ummáli. Hesir eru farnir til Bakkafrost, Luna og Mowi í Skotlandi. Jóannes Mørkøre sigur, at KJ seinastu tvey árini eisini hevur gjørt fleiri 200 metra aliringar til Luna, og hesir liggja nú á Víkum í Vágum og út fyri Velbastað. - Hesir ringar eru góðkendir til 9,1 metur høga aldu og eru heimsins sterkastu aliringar, sigur hann ivaleysur. Verkætlan á Hebridunum Í Skotlandi er KJ við í einari verkætlan hjá Mowi á He­ brid­unum, og her gjørdi KJ nakrar ringar í summar, sum liggja á sera harðbalnum øki sunnast við oynna, Sky. - Vit hava eisini ringar liggjandi á harðbalnum øki í Orknoyggjunum. Hesir hava nú ligið í tvey ár, og roynd­ irnar hava verið góðar. Jóannes Mørkøre sigur, at áhugi eisini er fyri ali­ ringunum hjá KJ bæði í Íslandi og Finnlandi. Seinastu tvey árini hevur KJ saman Bakkafrosti eisini um­bygt gamlar aliringar, sum vóru 128 metrar í ummál, til nú at vera 160 metrar. - Her verður alt tilfarið endurvunnið. Gomlu besløgini vera seld av landinum og plastrør, gongugbrúgvar og fla­ mingo verður endurnýtt til nýggja aliringin. - Við hesum eru umleið 500 tons av plastrørum endur­ nýtt, sigur Jóannes Mørkøre. Eisini í smoltalingini Seinastu árini hevur KJ lagt nógv fyri at koma inn á mark­ naðin, har arbeitt verður við smoltaling á landi. - Tá smoltstøðin á Strond fór í gongd, fingu vit møgu­ leikan at bjóða upp á sjógvkølingina. KJ vann út­boðið og hevur síðan 2017 arbeitt við plastsveising og uppsetan av tøkniligari útgerð í hesum sambandi. Jóannes Mørkøre vísir á, at tá arbeiðið við nýggjari smoltstøð á Norðtoftum varð boðið út, var KJ aftur til reiðar at bjóða seg fram. Úrslitið gjørdist, at KJ saman við øðrum lokalum fyritøkum fekk hesa stóru uppgávu, sum fer í gongd í næstum. - Okkara partur í verkætlanini á Norðtoftum er upp­ setan av RAS-skipanini, ið er tann tekniski parturin inni á smolt­støðini, eitt nú rør, pumpur, ventilar, iltgerarar og generator­ar. Hetta verður ein spennandi verkætlan at fara í holt við, leggur Jóannes Mørkøre aftrat. KJ hevur heimsins sterkasta aliring Higartil í ár hevur KJ á Kambsdali latið tvær tvíkiljur av hondum, og í løtuni standa tvær nýggjar í gerð. Hetta er nýbygningur nummar 56, ið skal latast Bakkafrosti - og so nýbygningur nummar 57, sum skal latast Arctic Fish í Íslandi VILMUND JACOBSEN