hósdagur 3. september 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
4
TERJI NIELSEN
T
að er friðarligt í heimi
num hjá Biritu Mohr
og Ega Dam við Villing
ardalsvegin í Havn
hendan fríggjadagin, ið vit vitja
á gátt. Egi er einsamallur í húsi,
tá ið vit koma, tí Birita er í dag
tilhaldi í Kollafirði, men verður
skjótt við hús.
Bæði Birita og Egi eru kend
úr føroyska sjónleikaheiminum,
men nú eru nøkur ár síðani, at at
nakar av teimum báðum hevur
verið virkin innan sjónleikin.
Tað hevur óbodni gesturin
Alzheimer syrgt fyri.
Gloymdi tekstin
Tað var í 2012, tá ið Birita Mohr
spældi sjónleikin Reinsan á
Tjóðpallinum, at tey varnaðust,
at okkurt var ikki, sum tað átti
at vera.
Í 2012 spældi Birita leikin
Reinsan á Tjóðpallinum. Tað
byrjaði at knípa við tekstinum,
og tað hevði aldrin verið ein
trupulleiki áður. Eg terpaði við
henni um kvøldarnar her heima,
men tað var tungt, men hon fekk
spælt við hjálp frá suffløri. Búi,
sonurin, var hjálparleikstjóri, og
hann legði merki til, at okkurt
var ikki heilt rætt við mammuni,
greiðir Egi Dam frá.
Birita var týðiliga merkt av
hesum, og tí tók hon eina stóra
avgerð, tá ið seinasta sýningin
hevði verið.
Tá ið tann leikurin varð liðugt
spældur, lovaði Birita, at hon
fór ongantíð aftur á pall. Sjón
leikurin hevur fylt so nógv bæði
í hennara og mínum lívi, so tað
var eitt øgiliga stórt stig at taka.
Men hon føldi ikki, at hon var
før fyri at liva upp til tær treytir,
ið hon setti til sín sjálvs á palli,
sigur Egi Dam.
Alzheimer spøkti
Í familjuni hjá Biritu var Alz
heimer ikki ókent, og tí var tað
ikki óvæntað, at hendan sjúkan
spøkti í høvdunum á fleiri teirra.
Mamma Biritu hevði Alz
heimer, og harumframt høvdu
báðar ommurnar demens, men
tað er sjálvandi nógv ár síðani,
og hvør veit, um onkur teirra
hevur havt Alzheimer eisini.
Men vit hugsaði fyrst, at tað
kanska var tunglyndi, ið darvaði
hana, so hon fór til sálarfrøðing
at fáa hjálp, men tað hjálpti ikki,
greiðir Egi Dam frá.
Hann sigur, at tey settu seg
eisini í samband við psykiatriska
depilin á Landssjúkrahúsinum
at fáa hjálp.
Satt at siga vónaði eg onkurs
vegna, at talan var um eitt slag
av tunglyndi, men innast inni
visti eg óivað væl, at tað var Alz
heimer, sum nú hevði rakt hana,
sigur Egi Dam.
Lívið gekk sína gongd, og í 2015
fóru Birita og Egi til Danmarkar,
har tað bleiv endaliga staðfest,
at hon hevði Alzheimer.
Tað var sjálvandi tungt at fáa
staðfest, men eg haldi, at vit øll
vóru fyrireikað upp á tað. Vit
høvdu avtalað við dreingirnar,
Fyri fimm árum síðani fekk
kenda sjónleikakvinnan Birita
Mohr staðfest Alzheimer. Hóast
sjúkan hevur merkt bæði
Biritu og famijuna nógv, so
gongur lívið víðari, og kvinnan
Birita Mohr er her enn, hóast
hon ikki er tann sama
EG ERI
EG ERI HER
HER
Man skal avgjørt
ikki ignorera hana,
tí tað klárar hon
ikki