Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 12 STEINAR PATURSSON U mframt málið hjá SEV at veita 100 prosent grøna el-orku í 2030, hevur felagið eisini ein visión um, øll orka á landi yvir­høvur verður grøn. – Málið hjá okkum er, at øll el-orka í 2030 skal vera grøn. Tað er ítøkiliga málið fyri el­ veit­ingina og tað, sum vit fáast við til gerandis. Men visiónin er fram­vegis, at øll orka á landi skal vera grøn í 2030. Og tað valdast eisini av, at brúkarin skiftir til el- loysnir, sigur Hákun Djurhuus – Vit gera ikki av, um fólk hava eina hitapumpu ella olju­ fýr í kjallaranum. Og tað er heldur ikki okkara virkisøki, hvørt fólk brúka el-bilar. Men vit stuðla uppundir, at brúkarin velur grønar el-loysnir. Vind- og sólorka berur orkuskiftið Grøna orkuskiftið hjá SEV skal í stóran mun berast av vindorku, greiðir Hákun Djurhuus frá. Sam­anlagt er málið at framleiða 150MW av vindorku, men tað er ikki so avgerðandi, júst hvør framleiðir ta orkuna. Tað kann vera SEV ella tað kann vera privatir aktørar á marknaðinum. – Tað, sum telur, er at tær verða bygdar, sigur Hákun Djur­huus, og vísir á, at í løtuni eru tríggjar vindmyllulundir í ger, og ein teirra verður bygd av Magn. – Tá Magn er liðugt við Flatna­haga, og vit hava gjørt lundir­nar í Porkerishaga og á Eiði, eru vit komin upp á 60MW av vindorku. So komandi 10 árini skulu vit fremja 90MW meira av vind­orku, sigur Hákun Djurhuus um málið á 150MW. Ítøkiliga merkir hetta, at fimm líknandi vindmyllulundir skulu byggjast aftrat teimum, sum eru í ger, og avbjóðingin fyri framman er sostatt at finna stað­setingar til hesar fimm lundir­nar. Umframt vindorkuna er eisini ætlanin, at ein partur av fram­leiðsluni skal koma frá sól­ orku. Væntað verður, at sól­fram­ leiðslan skal liggja um 80MW, men framferðarhátturin hjá SEV til sólorkuna verður eitt sindur øðrvísi, tí her verður framleiðslan í grundini flutt út til brúkaran sjálvan. – Sólpanelini verða bíligari og bíligari, og tað fer at loysa seg betri at leggja sólpanelir á tekjur. Sólpanelir geva best meining á sethúsatekjum, tí tekjan er har frammanundan, og el-skipan­ in er har frammanundan. Sól­ panelini hjálpa okkum mest um summarið, tí tá hava vit sólina í Føroyum, með­an vindframleiðsan og vatn­fram­ leiðslan eru svikalig. Nógv tann størsta oljupartin brúka vit í summarmánaðunum, sigur Hákun Djurhuus. Eftir ætlan verður sólorkan skipað á tann hátt, at brúkar skal rinda fyri sólpanelini, ið síðan verða sett á húsatekjuna. El- orkan frá sólpanelunum verður í fyrsta føri brúkt til húsini sjálvi, men avlopsorkan fer í netið hjá SEV, og SEV avroknar eisini við brúkaran um orkuna - altso, SEV rindar húsaánaranum fyri av­ lopsorkuna, ið fer í netið. Samanlagt verður íløgu­kost­ naðurin á framleiðslusíðuni um 1,5 milliardir krónur komandi 10 árini, metir Hákun Djurhuus. Battarí- og pumpuskipanir skulu goyma orkuna Tað ber kortini ikki til at líta á vind- sól- og vatnorku í sjálvum sær. Allar tríggjar orkukeldurnar eru tengdar at veðrinum, og veðrið skiftir sum kunnugt frá árs­tíð til árstíð og frá ári til árs. Neyðugt verður tí at byggja út eina pumpuskipan, sum í grund­ini hevur til endamáls at leggja avlopsorku til síðis til nýtslu seinni. Hákun Djurhuus greiðir frá, at tá el-orkunýtslan er lág, og vindmyllurnar fram­leiða yvirskotsstreym, skal streym­ur­ in nýtast í einari pumpuskipan í verkinum í Vestmanna, sum pump­ar vatnið upp í goymsl­ ur­nar, so tær eru fullar. Hetta gevur síðani møguleika at nýta vatn­orku seinni, tá orkunýtslan fer upp, ella vindmyllurnar fram­leiða minni, enn nýtslan er. – Har hava vit roknað við at brúka eina milliard krónur næstu 10 árini. – Netið veksur eisini sjálvt, og tú skalt eisini hava battarí­ skipanir og onnur ting inn í skipanina fyri at røkka málinum um 100 prosent grøna orku. Á netsíðuni rokna vit við einari íløgu á 1,8 milliardir komandi 10 árini, sigur Hákun Djurhuus. Samlaða íløgan fyri fram­ leiðslu­vøkstur, pumpu- og battarí­skipan og útbygging av neti­num fer sostatt at liggja upp móti fýra og einari hálvari milliard krónur, sigur Hákun Djur­huus, sum kortini leggur aftr­at, at mál og útreiðslur verða tik­in til eftirmetingar so at siga hvørt ár. GRØNAR ÍLØGUR FYRI 4,5 MIA. KOMANDI 10 ÁRINI SEV hevur sum mál, at øll el- framleiðslan hjá felagnum skal í 2030 vera grøn. Fyri at røkka hesum málinum skulu nógvar betringar gerast á økinum, og roknað verður við íløgum á upp móti 4,5 milliardum krónum komandi 10 árini, skal grøna orkuskiftið eydnast