Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 11 ÁKI BERTHOLDSEN N eystið, ella langhúsið, sum skal byggjast til víkingaskipið, sum hovbingar fara undir í næstum, skal verða ein savn­andi miðdepil til ymiskt enda­mál. Tað verður bygt í mølini, eystan­fyri bátahylin, men beint við savni á Mýri. Tað er Albert Isfeld, arki­ tektur, sum teknar tað og hann sigur, at har stendur neystið væl, tí har er lítið og einki brim. Men skuldi tað verið at brim verður, ímeðan skipið er flotað, kann liggja í bátahylinum, ella tað kann vera drigið upp. Umframt at vera neyst, skal langhúsið eisini vera bæði gildisskáli og savn. Tað fer at taka seg út sum eitt lang­hús, har allur útbúnaður til neyst skal verða, umframt um­støður til eitt savn við tí, sum náttú­ rliga kann knýtast at víkinga­ skipinum. Í tí stóra rúminum verður vík­inganeystið og framvið síð­ un­um verða hjárúm og annað. – Tá ið neystið verður brúkt til gildisskála, verður vík­inga­ skipið heysa upp, soleiðis at tveir metrar verða undir kjøli­ num. Á henda hátt spara vit nógvar dýrar fermetrar, sigur arki­tekt­urin. Av tí at sniðið er sum á ein­ um langhúsi, er tilfarið her­ eftir og er lagað til før­oysk­an byggisið. Niðast er grót­veggur við timbur­brósti inn­eftir, og skjøldr­ar, og høvuðs­kon­struk­ tiónin, verða timbur, har hugsað verður um stílin í víkinga­ tíðini. Tekjan verður flag­tekja og innan skal hon síggj­ast við sperrum og tróðri við brettum. Gólvið verður timbur eins og skilaveggirnir eisi­ni verða úr timburi. Lang­húsið verður hitað við sjóv­ar­hita men allir nýmótans hent­leikar skulu gerast við skili og við hóskandi virðing fyri søguligu frásøgnini í víkinga­ skipi og neysti, sigur Albert Isfeld. ÁKI BERTHOLDSEN T á ið hovbingar skjótt fara undir at smíða eitt nýtt víkingaskip, verður tað við fyrimynd í einum veruligum víkingaskipi. Sum vit skriva í hinari greinini, er endamálið, at skipið skal vera liðugt um fimm ár. Skipið, ætlanin er at smíða, er sama slag sum norska víkingaskipið, Klåstadskipið. Tað varð funnið longu í 1883, men tað varð ikki grivið út fyrr enn í 1970 og í dag stendur tað á Slottsfjell-savninum í Tønsberg. Skipið er frá 900 og tað verður mett, at tað gekk burtur í Víksfjørði í Larvik. Tað er í Suðurnoregi, nakað sunnanfyri Oslo, tætt við Kauphangen í Skiringsdal, har tað varð funnið í jørðini innast í fjørðinum. Síðani hava tey í Noregi smíðað eitt sama sama slag skip, sum tey kalla Saga Farma, og nú hava tey í Hovi eisini fingið tekningarnar til hetta skipið. Tó verður tann broyting, at skipið, hovbingar fara at byggja, skal hava drekastevni. Just Johannesen sigur, at avtala er skrivað undir við »Oseberg Vikingarv« í Noregi um at fáa loyvi til at brúka Klåstadskipið til modell. Samstundis eru tekningarnar útvegaðar og avtala er eisini gjørd við royndar bátasmiðir í Noregi, sum hava verið við til at smíðað Saga Farman, um verða ráðgevarar tá ið víkingaskipið í Hovi verður smíðað. –  Klåstadskipið var ein knørrur ið varð smíðaður til farmasigling og sostatt varð tað brúkt sum handilsskip og sigldi á leiðum, har norðbúgvar búsettist og høvdu handilssamband – kanska eisini til Føroyar. Skipið er 20 metrar langt og 5,5 metrar breitt og tað er ikki hissini skip, tí útrokningar vísa, at tað hevur tikið yvir 20 tons av farmi. Vikingaskipið vigar átta tons, so tað er eitt ordiligt far, tey nú fara undir í Hovi. Víkinganeystið skal vera bæði gildisskáli og savn Byggja víkingaskip eftir 1.100 ára gomlum modelli Neystið, sum víkingaskipið í Hovi, skal standa í, verður ein savningardepil til ymisk endamál Tekningarnar, sum víkingaskipið í Hovi skal byggjast eftir, er eitt modell av einum gomlum skipið, sum gekk burtur fyri 1.100 árum síðani Soleiðis hugsar arkitekturin, Albert Isfeld, sær, at langhúsið fer at taka seg út innan. Hann hevur eina heilt serliga loysn uppá, hvussu tað eisini kann brúkast til gildisskála. Neystið er eftir gomlum sniði men við nútímans hentleikum Soleiðis fer víkingaskipið í Hovi at síggja út, men tað er ein broyting, og tað er, at tað skal hava drekastevni og tá ið seglið er liðugt, vigar tað eini 300 kilo. Hann sigur, at ætlanin er at fáa fólk úr øllum landinum at spinna og veva hvør sín part av segli­num. Tað verður eitt lið av báta­ smiðjum úr Noregi, Danmark og úr Føroyum, sum fara at standa fyri byggingini. Samstarv er fingið í lag við báta­smiðir, men bindandi eru ikki gjørdar. Tvær ella tríggjar ferðir hava tey ligið á ferð at fara á fund við bátasmiðir, men tað hevur korona sett ein stoppara fyri, men tað verður í næstum. Samstundis hava tey sam­ band við smiðir, sum duga at smíða seymin og konur úr Noregi hava eisini verið her og lagt teimum lag á, hvussu seglið skal gerast. –  Væntandi fer tað at taka 13.000 til 15.000 tímar at smíða skipið, sigur Just Johannesen. Liðugt um fimm ár Endamálið er, at víkingaskipið skal vera liðugt um fimm ár. Og nú tey fyrstu, ítøkiligu stigini verða tikin, verður av álvara farið at leita eftir fígging, og í hes­um sambandi er ætlanin at søkja grunnar og fyritøkur, bæði innan­lands og uttanlands, um stuðul til ætlanina. Just Johannesen sigur at tey hava fingið nakað av stuðuli, men enn er rættiliga langt eftir á mál, tí tilsamans er talan um eina verkætlan upp á einar 15 -16 milliónir, tá ið bæði skip og neyst standa liðugt. – Ætlanin er at víkingaskipið eisini skal vera eitt ferðamál ímeðan tað verður smíðað, har ferða­fólk, skúlar, og onnur, eru vælkomin at hyggja og at fáa innlit í, hvussu skip vórðu smíð­ að fyrr í tíðini. Og kanska sleppa tey eisini at hjálpa til eitt sindur. – Tað eru neyvan nógv fólk, sum hava sæð gamalt bátasmíð og eina gamla smiðju, so hetta verður eitt gylt høvi at kunna seg um gamalt handverk og gamlar bátasmíð, heldur Just Johanne­sen. Tá ið skipið er liðugt, at ætlan­ in, at tað skal sigla tær somu leið­ir, sum víkingarnir sigldu. Ætlan­in er at tað skal sigla kring land­ið, men ætlanin er eisini, at gera útferðir til grannalondini. – Siglt verður við segli, men hann hevur eisini árar. Hann hevur 14 røðir, so tað er pláss fyri, at 28 fólk sita við árarnar. Men fyri at lúka trygdar­ krøv­ini, skal skipið eisini hava elektriskar neyðmotor og tvær skrúvur, men teir verða ljóð­ leysir, sigur verk­ætlan­ar­leið­ arin.