hósdagur 3. september 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
10
ÁKI BERTHOLDSEN
– Um fimm ár skulu vit í
Føroyum eiga okkara egna
víkingaskip.
Tað er endamálið hjá teimum,
sum arbeiða við eini ætlan um
at byggja eitt heilt víkingaskip
í Hovi.
Hov er gomul víkingabygd,
og sigst at vera ein tann elsta
búsetingin í landinum. Nú eru
tað nøkur ár síðani, at tankin
fór at spretta um at smíða eitt
víkingaskip í Hovi. Og nú er
ætlanini komin so mikið væl
áleiðis, at skjótt fara teir fyrstu
farvegirnir til hetta at síggjast í
Hovi.
Just Johannesen, verkætlan
arleiðari, sigur nevniliga, at nú
verða tey fyrstu, ítøkiligi stigini
tikin til at fara undir byggingina.
– Vit hava útvegað grund
stykki til neystið. Talan er um
eitt stykki í Leivsgarði í Hovi,
beint við fiskaplássið við savnið
á Mýri, soleiðis at alt savns
virksemi í Hovi verður bundið
saman á einum stað, sigur hann.
Taka fyrsta stigið nú
Just Johannesen sigur, at sum
skipið skal standa á og tað fyrsta
stigið verður at byggja smiðjuna,
sum skal smíða alt jarn, og allir
seymir, sum skulu brúkast til
víkingaskipið.
Hann sigur, at um tveir,
tríggjar mánaðir er smiðan liðug.
Hon verður lagað við føroyskum
gróti og verður bygt, sum gamlar
smiður vóru, við alva, sum er eld
staðurin.
Annars kemur málmurin,
sum skal brúkast til seym, be
sløg, og annað jarn í skipinum,
úr Íslandi.
Síðani verður farið at grava
út fyri sjálvum neystinum, ella
langhúsinum, og tað hava tey
eisini fígging til.
Bæði Smiðjan og neystið
verða bygt upp á gamlan før
oyskan máta, lagað upp av gróti
og við flagtaki og neystið verður
isolerað við føroyskari ull.
Verkætlanarleiðarin sigur, at
ætlanin er eisini at keypa viðin
til skipið í ár og hann kemur í
stórum viðarbulum úr Danmark.
Talan er um stór eikitrøð sum
verður høgt í eini skóg í Dan
mark og tað verður keypt nú tí
tað skal helst liggja úti í eitt ár,
áðrenn tað verður brúkt.
Eingi nýmótans amboð
Just Johannesen sigur, at alt
arbeiðið skal gerast upp á
gamlan máta við øks, og teimum
amboðum, sum annars vóru til
taks í víkingatíð.
Og ætlanin er at so nógv
fólk sum gjørligt kring alt
landið skulu føla, at tey eiga sín
part í skipinum, tí skipið skal
nevniliga vera fólksins ogn.
– Vit halda, at tað hevur
stóran týdning, at so nógv fólk,
sum tilber fáa tilknýti til verk
ætlanina og føla, at tey eru ein
partur av henni, sigur hann.
Tískil verða øksirnar, sum
skulu brúkast, smíðaðar í
smiðjuni á Trøllanesi og seglið,
sum er heilar 90 fermetrar, skal
vera úr føroyskari ull.
– Vit hava kanna ymsa før
oyska ull og tað vísir seg, at tann
gráa ullin er tann sterkasta, so
seglið verður úr gráari, føroyskari
ull, sigur Just Johannesen.
– Tað verður spunnið og vovið
í stykkjum upp á 90 ferðir 90
sentimetrar, sum síðani verður
seymað saman til eitt stórt segl
UM FIMM ÁR SKULU VIT
EIGA EITT VÍKINGASKIP
Í FØROYUM
Nú nærkast tíðin, har dreymurin
hjá hovbingum at smíða eitt
stórt víkingaskip, verður
veruleiki. Hetta verður eitt skip,
sum skal vera fólksins ogn
Soleiðis fer langhúsið at taka seg út í Hovi. Tað er húsið mitt í myndini og tað stendur beint
við savnið á Mýri, soleiðis at alt savnsvirksemið í Hovi verður savnað á einum stað
Her sæst ein tekning av, hvar langhúsið verður bygt. Tað er beint
við fiskastykkið, beint eystan fyri bátahylin
ØLL KUNNU FÁA EIN PART Í
VÍKINGASKIPINUM
Felagið, sum nú fer at smíð eitt víkingaskip í Hovi, er ein
almennur felagsskapur. Felagið, Víkingaskipið, er sostatt
ein ein felagsskapur, sum øll kunnu verða limur í. Í løtuni eru
næstan 60 limir í felagnum, men tey vóna at fáa nógv fleiri limir.
Tey siga nevniliga, at tá ið tey fara at søkja um fíggjarligan
stuðul, hevur tað stóran týdning at tað eru so nógvar limir sum
gjørligt í felagnum fyri at vísa, at tað er stór undirtøka fyri
ætlanini. Víkingaskipið hevur eisini eina heimasíðu, har fleiri
upplýsingar eru um ætlanina. Heimasíðan er at finna á: http://
vikingaskipid.com