hósdagur 3. september 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
9
ÁRNI GREGERSEN
GREINING: Síðani vit fingu
heimastýrislógina hava polarnir
í føroyskum politikki ofta fyrst
og fremst verið loysing og
samband.
Í ávísum tíðarskeiðum hev
ur sjálvandi eisini verið polit
iskt stríð millum høgra og
vinsta, har fyrst og fremst
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi
hava umboða vinstra, meðan
Fólkalokkurin og Sambands
flokkurin hava umboðað høgra.
Nýgg jastu
veljarakann
ingarnar, sum eru gjørdar í
ár – tann seinasta eitt ár eftir
seinasta løgtingsval – vísa,
atr polariseringin nú klárt er
millum høgra og vinstra.
Fólkaflokkurin og Javnaðar
flokkurin ganga fram í kann
ingunum. Fólkaflokkurin situr
í samgongu, meðan Javnaðar
flokkurin situr í andstøðu.
Serliga er tað Javnaðarflokk
urin sum fær góða undirtøku í
seinastu kanningini, sum Spyr.
fo hevur gjørt fyri Portal.fo.
Flokkurin nærkast 30 prosent
um av atkvøðunum og hevði
– um val var í dag – verið klárt
størsti flokkurin.
Hin flokkurin á vinstraveingi
num er Tjóðveldi. Hóast hann
eisini situr í andstøðu, so vísir
tað seg ikki, sum veljararnir taka
undir við honum, tí eftir kann
ingini hevði flokkurin mist ein
tingsess.
Av samgonguflokkunum
er tað Fólkaflokkurin, sum
stendur seg best. FGlokkurin
er høgravendcur, men eisini
fyri føroyskum sjálvstýri. Hin
stóri flokkurin í samgonguni,
Sambandsflokkurin, er eisini
høgravendur, men samríkis
flokkurin.
Flokkurin há løgmanni
gongur aftur og missire in ting
sess eftir seinastu kanningini.
Ørkymlandi
Tað er ikki so, at politisku leiðar
arnir mssa svønin av einari
veljarakanning, men tá ið rák
sæst gjøgnum fleiri kanningar,
so byrjar tað at ørkymla
floksleiðarar og fólk innarlaga
í flokkunum.
Í summar er tað kanska
leiðararnir í Tjóðveldi og Sam
bandsflokkinum, sum hava
grund til at hugsa seg um og
kanna, hvat tað er sum fær
veljararnar at svara sum tey
gera í veljarakanningunum.
Sambandsflokkurin hevur
løgmann og harvið eisini sam
gonguleiðarin, men tað vísir
seg ofta, att tá ið flokkurin er
saman við Fólkaflokkinum, so
fer Fólkaflokkurin við vinn
inginum.
Eftir valið fyri einum ári síðani
sett Fólkaflokkurin sær fyri
at broyta fiskivinnuskipanina
aftur til tað gamla. Tað lovaði
flokkurin eisini í valstríðnum.
Tað eydnaðist eisini og nýggj
fiskivinnulóg var samtykt í fjør.
Sambandsflokkurin lovaði
viðgerðartrygd í heilsuverki
num. Tað er ikki gjøgnumført og
fyri at tað kann gerast, so mugu
pengar setast av í fíggjarlógini
fyri 2021.
Viðgerðartrygd er heldur
einfalt at seta í gildi. Hvat vil
tað siga og hvat skal til..Tí er
hetta eitt mál, sum um tað skal
gjøgnumførast, krevur nógv
kjak í samgonguni eins og sjálvt
herilsuverkið má takast við
uppá ráð.
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin hevur megnað
væl hesi seinastu árini, flokkurin
hevur verið í samgongu, at fáa
síni hjartamál ígjøgnum beint
eftir at samgongan er gjørd.
Hvør minnist ikki, tá ið
teimum (les:Jørgen Niclassen)
eydnaðist at innføra flatskattin
beint eftir at samgonguskjalið
var undirskrivað.
Nú tók tað einar tveir mán
aðir, so fekk flokkurin broytt
fiskivinnulógina til tað, sum
flokkurin lovaði udnan valinum.
Hinir stóru flokkarnir klára
ikki tað sama.
Teir smærru flokkarnir
Hjá teimum særru flokkunum
broytist ikki so nógv.
Mest áhugaverdaer tó, at
Framsókn klárar seg so væl.
Flokkurin situr í andstøðu og
grundleggjarin Poul Michelsen,
er ikki longur í tinginum.
Alt bendir á, at flokkurin
hevur eina politiska hugsjón,
sum ber longur enn til at vera
eitt alternativ til Fólkaflokkin.
Framsókn fer eini tvey pro
sentstig fram í mun til valið.
Miðflokkurin er í samgonguni
og fær umleið somu undirtøku,
sum til valið og varðveitir tveir
tingsessir.
Verri sær út hjá Sjálvstýri,
sum eftir tveimum teimum sein
astu kanningunum ikki vinnur
upp um tinggáttina, men rætt
er at siga, at adð er ofta áður
hent hjá flokkinum, sum kortini
hevur fingið fólk á ting, tá ið val
er.
Samanumtikið kann sigast, at
hóast polarisering millum Javn
aðarflokkin og Fólkaflokkin, so
er veljarafjøldin framvegis í
tveimum í mun til andstøðu og
samgongu.
Halda flokkarnir seg fram
vegis til teir blokkar, teir hava
gjørt higartil, so er tað bert
sjálvur valdagurin, sum ger av,
hvør sleppur at manna krakk
arnar í Tinganesi efti næsta
løgtingsval, sum í seinasta lagi
verður í 2023,
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
ULL TIL SØLU
Búnaðarstovan hevur ull til sølu, sum er savnað inn í
ullarmóttøkuni í summar. Í fyrstu syftu er talan um at selja
smærri nøgdir av ull í leysari vekt.
Talan er um 2 flokkar av ull:
1. floks ull í 6 náttúrulitum, sum verður seld fyri 50,- kr. kg.
2. floks ull, blandaðir litir, sum verður seld fyri 25,- kr. kg.
Møguleiki er at keypa smærri nøgdir av ull fram til 25.
september 2020.
Eftir hetta, verður ullin boðin út í størri nøgdum.
Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og turr.
Meira kann lesast um søluna á heimasíðu Búnaðarstovunar
www.bst.fo
Javnaðarflokkurin og Fólka
flokkurin vinna atkvøðurnar í løtuni
Polariseringin er sterk í føroyskum politikki og júst nú er hon millum høgra og vinstra