Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 8 ÁRNI GREGERSEN Í næstu viku fer Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, til Danmarkar á fund við danska verjumálaráðharran, Trine Bramsen. Eittans evni er á fundinum er um danska verjan skal byggja eitt nýggja radara á Sornfelli. Á tíðindafundinum, sum var í sambandi við at danski uttan­ríkisráðharrin Jeppe Ko­ foed vitjaði, kom hetta fram, men hvørki danski uttan ríkisráðharrin ella Jenis av Rana vildu siga nakð um hetta málið. -Eg kann bara siga, at her er talan um at seta ein radara upp, men ikki um meira her­nað­ arligan aktivitet í Før­oyum, segði føroyski lands­stýrismaðurin. Altjóða áhugin fyri Arktis og økinum her í Norðuratlantshavi krevur, at bæði Danmark og Nato brynja seg betur í hesum øki­num. Tað krevur, at fylgt verður væl við og at til ber at verja donsk, føroysk og grønlendsk áhugamál. -Vit vilja helst ikki, at støðan gerst spent í hesum økinum, men hinvegin noyðast vit at verja okkara áhugamál, sigur Jeppe Kofoed. Altjóða limaskapur Jeppe Kofoed og Jenis av Rana tosaðu eisini um onnur viður­ skifti í samband við vitjanina. Millum annað eru teir samdir um, at Danmark skal hjálpa Før­oyum til ein atlimaskap í al­tjóða felagsskapum. Fyrst og fremst er talan um altjóða heilsu­stovnin WHO. -Vit hava upplivað korona, sum er heimsumfatandi og vit vita, at hetta kann henda aftur. Tí hevur tað týdning, at vit sita við borðið, har sum avgerðir verða tiknar, sigur Jenis av Rana. Hann vísir eisini til møgu­ ligan limaskap í altjóða handils­ sam­gonuni WTO og møgu­ligan atlimaskap í ST. Jeppe Kofoed var hugtikin av, hvussu føroyingar annars hava handfari koronasmittuna, nú hon hevur leikað harðast á. -Eg haldi føroyingar hava duga væl at handfari smittuna og eg haldi tað er fantastiskt at tit hava megna at testa heli 100.000. Tað er munadi fleiri enn vit hava gjørt í Danmark, segði hann. Eitt stig á leiðini Jeppe Kofoed leggur nógv í at fáa eitt gott samstarv millum tey trý londini í ríkisfelagcsskapinum. -Persónliga gangi eg høgt uppí at vit fáa samstarvið at riggga. Sum fyrst idanski uttanríkisráðharrin nakrantíð beyð eg mínum starvsfeløgum í Føroyum og Grønlandi á fund við amerikanska uttan­ríkis­ráð­ harran, tá hesin vitjaði í Keyp­ mannahavn. -Hetta var eitt stig á leiðini at bøta um samstarvið, segði Jeppe Kofoed. Hann segði eisini, at tað ongu hevur víst sedg, at Føroyar eru ein álítandi starvspartnari og tí gleðir hann seg til at arbeiða víðari á tí økinum. Í samband við fundin við amerikanska sendiharran, sum var í Keypmannahavn, bleiv ein avtala gjørd millum Føroyar og USA um at fara undir at orða eitt skjal um samstarv millum lond­ini. -Eg fegnist um, at Jenis av Rana kann boða frá, at hetta ar­beiðið er farið í gongd, segði danski uttanríkisráðharrin. Í dag fer danski uttan­ríkis­ ráð­harrin á fund við uttan­lands­ nevndina hjá Løgtinginum, eftir at hann brúkti seinnapartin í gjár í Suðuroynni saman við Jenis av Rana, landsstýrismanni. -Eg taki undir við tí, sum Jenis av Rana sigur: tað er ikki nóg mikið bara at tosa – nú snýr tað seg um at fá okkurt at henda, so vit fáa eitt kon­ struktivt samstarv, segði danski uttanríkisráðharrin. Jenis á fund við vedrju­ mála­ráð­harranum um nýggjan radara á Sornfelli Danski uttanríkisráðharrin hevur vitjað her og vil betra um samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum