Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 7 TERJI NIELSEN T íðliga í vár gjørdist Egi Dam sjúkur í hjartanum, og tað gjørdist ein drúgva sjúkralega. Eg bleiv sjúkur, og eg bleiv innlagdur, og tað endaði við, at eg mátti fáa skurðviðgerð í hjartanum. Meðan alt hetta stóð uppá, skiftust synirnir Búi og Ári um at vera hjá Biritu um kvøldarnar og næturnar, tí hon kundi ikki vera einsamøll. Samstundis bleiv hon eisini mett til at vera ov væl fyri til at fara á eitt heim, meðan eg havi verið sjúkur, greiðir Egi Dam frá. Hann dylur ikki fyri, at tað hevur verið ein strævin tíð, sum hevur staðið uppá heilt fram til um ólavsøkutíð. Tað var øgiliga hart fyri dreingirnar, tí teir hava báðir familju og smá børn, og samstundis lá eg í allari mínari elendigheit og hevði ringa samvitsku. Sum hjá einum gomlum hjúnum, so eru hon ógvuliga knýtt at mær og eg av henni. Eg fekk bypass niðri og var fyri tað mesta burtur frá heiminum í eini 5-6 mánaðar. Eg hevði ætlað mær fyrr heim, men tað var ongin kjansur. Men vit eru óluksáliga heppin, at vit hava eina so sterka familju og sterkt netverk rundan um okkum, sum hevur hjálpt okkum ómetaliga nógv og væl. Tað hevði verið ræðuligt, um vit vóru einsamøll, sigur Egi Dam. Hóast tað gongur upp og niður hjá Biritu, hvussu hon er fyri, so skilti hon allatíðina, at maðurin var sjúkur. Alzheimer er ein løgin sjúka. Viðhvørt er hon púra klár, og til aðrar tíðir er einki skil á, men hon skilti allatíðina, at eg var sjúkur, sigur hann. Sonurin Ári viðgongur, at tíðin, meðan pápin var sjúkur, var strævin, men hann sær eisini nøkur góð ting við tí tíðini. Nú tá ið eg havi verið hjá mammu, og pápi hevur verið sjúkur, so blívur sjúkan eisini sjónligari. Man merkir tað betur, tá ið man býr saman við henni, tí tað blívur meiri sjónligt. Tað er sjálvandi hart, men tað er eisini deiligt at fáa tann nærleikan. Tað er tungt at síggja sjúkuna tætt, men løturnar her heima saman við henni eru eisini góðar, sigur hann. TERJI NIELSEN At fáa staðfest eina so álvarsama sjúku sum Alzheimer vil altíð vera tungt, og tað var tað sjálvsagt eisini hjá Biritu Mohr og familju hennara. Men av royndum gjørdu tey beinan vegin av at vera opin um sjúkuna. Tá ið mamma og babba komu heim úr Danmark, eftir at hon hevði fingið diagnosuna, søgdu vit eisini beinanvegin, at vit fóru at tosa opið um tað, og at tað skuldi einki goymast, greiðir Ári Egason Dam frá. Pápi hansara, Egi, leggur eisini afturat, at tað er nógv broytt í mun til, tá ið Marita, mamma Biritu, var sjúk. Í dag hevur man nógv størri forstáilsi fyri sjúkuni, enn man hevði fyrr. Til dømis tá ið mamma Biritu var sjúk, tá var øll familjan ofta fullkomiliga í villareiði og hevði hug at krógva tað eitt sindur. Tí er upplýsing so ótrúliga umráðandi, og at fólk eru opin um sjúkuna, heldur hann. Bæði Egi, Birita og Ári eru á einum máli um, at fólk í dag skilja sjúkuna betur, og at samfelagið betur rúmar fólki við Alzheimer. Opinleiki er avgerandi Tá ið Birita Mohr fekk staðfest Alzheimer, var øll familjan beinanvegin á einum máli um, at tey skuldu tosa púra opið um tað, og at einki skuldi krógvast burturTá ið Birita Mohr fekk staðfest Alzheimer, var øll familjan beinanvegin á einum máli um, at tey skuldu tosa púra opið um tað, og at einki skuldi krógvast burtur EITT AVBJÓÐANDI HÁLVÁR Hetta seinasta hálva árið hevur verið serliga avbjóðandi hjá familjuni, tí Egi gjørdist hjartasjúkur og noyddist undir skurð TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá okkara kæri beiggi, svágur, pápabeiggi og abbabeiggi Heðin Suni Sørensen f. 09.09.1959 – d. 16.06.2020 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk til tykkum øll, ið á ein hvønn hátt hava verið so fyrimyndarlig um Heðin gjøgnum árini. Tøkk til talarar og spælarar, bæði á Hóvabrekku, í Nerija og á grøvini og fyri solosang í Nerija. Tøkk til tykkum, ið stóðu fyri ervinum og komu við køkum. Tøkk fyri minnisgávu til Nerija. Burturi úr likaminum – heima hjá Harranum. Familjunnar vegna Petur, Hans, Áki og Jóhan við familjum