hósdagur 3. september 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
6
at vit skuldu ringja heim, tá ið
vit høvdu fingið svar, og tað
gjørdu vit so. Fyrst fatar man
tað ikki ordiliga. Tað var heldur
ikki so umfatandi í fyrstuni. Tað
var mest stuttminni, ið var ein
trupulleiki hjá henni, sigur Egi
Dam.
Yngri sonurin Ári er nú eisini
við til samrøðuna, og hann
leggur afturat í hesum sam
bandi.
Eg hevði sterkan illgruna
leingi um, at tað var Alzheimer.
Eg trúði ikki rættiliga uppá, at
tað skuldi vera tunglyndi, so
eg væntaði, at tað var tað, sum
tað nú var. Men sjálvandi var
tað tungt at fáa boðini. Men
samstundis var tað eisini ein
lætti at fáa sett orð á tað. So visti
man, hvat tað var, og man kundi
fyrihalda seg betur til tað, sigur
Ári Egason Dam.
Bæði Egi og Ári leggja saman
við Biritu stóran dent á, at hóast
man fær eina diagnosu, so broyt
ir tað ikki so øgiliga nógv.
Persónurin er tann sami. Tá
fær man bara sett orð á, hvat tað
er, sum man hevur at stríðast
við. Vit løgdu ikki alt um, men
tingini komu so við og við. Fyri
Biritu var tað tó eitt stórt niður
lag ikki at kunna arbeiða meira,
sigur Egi Dam.
Tey hava tó eitt hjartasuff
um, hvat hjálp man fær, tá ið
man fær staðfest eina slíka
sjúku.
Tað man saknaði, tá ið vit
komu heim úr Danmark, var
bara onkur kontakt – at onkur
frá onkrum myndugleika loftaði
okkum eitt sindur, men tað var
púra tøgn. Eg veit ikki, hvussu
støðan er við tí í dag. Vónandi er
hon betur, sigur Egi Dam.
Royndi onnur størv
Nú yrkisleiðin sum sjónleikari
var av, gjørdi Birita av at royna
seg aðrastaðnis á arbeiðsmark
naðinum. Sjálv sigur Birita, at
hon enn í dag saknar sjónleikin,
men tað var beinanvegin greitt,
at tað bar ikki til at halda fram
við tí yrkisleiðini.
Hon royndi nøkur onnur ar
beiðir, men tað riggaði ikki. Eitt
nú fór hon at vaska í einum
barnagarði, men har viltist
hon og mátti gevast. Áðrenn
hetta hevði hon starvast sum
hjálparfólk í einum barnagarði,
men tað maktaði hon ikki og
bleiv uppsøgd, og tað særdi
hana rættiliga nógv, hóast vit
væl skilja uppsøgnina. So vit
noyddust at søkja um fyritíðar
pensjón, og fyri einum trimum
ella fýra árum síðani bleiv hon
fyritíðarpensjónist, greiðir Egi
Dam frá.
Um hetta mundi var Egi
framvegis á arbeiðsmarknaði
num, men so við og við broyttist
støðan.
Eg arbeiddi tá, og hon gekk
heima, og tað gekk. Men í 2018
noyddust vit at viðurkenna, at
nú var tað komið har til, at tað
ikki gekk longur, at hon var sjálv
heima, so eg gjørdi av at vera
heima. Tá var eg eisini blivin 68,
so eg var fólkapensionist, greiðir
hann frá.
Ymiskar støður
Hesi seinnu árini eru Birita og
Egi komin í samband við nógv
fólk og familjur, sum eru rakt
av Alzheimer, og tað hevur
verið sjón fyri søgn, at støðan
er ógvuliga ymisk hjá teimum
raktu.
Vit vóru heppin, tí Sigrun,
systir Biritu, var formaður í
Alzheimerfelagnum, so hon
hevði nógva vitan á økinum
og hjálpti okkum nógv, men
vit komu eisini í samband við
fólk aðrastaðnis úr landinum,
sum høvdu Alzheimer, og sum
púrasta vóru slept upp á fjall. Til
dømis var onkur í Eysturoynni,
sum hevði fingið tilboð um
dagtilhald í Havn, men har var
einki tilboð um flutning millum
bústaðin og Havnina, so tað var
als ikki ein møguleiki. Ein við
Alzheimer hevur ikki møgu
leika fyri at brúka til dømis
bygdaleiðir, so tað er í veru
leikanum ikki eitt tilboð, greiðir
Egi Dam frá.
Hann vísir eisini á, at tá ið
tað snýr seg um fólk undir 67
ár, sum verða rakt av Alzheimer,
so eru tað kommurnar, ið skulu
lofta teimum, og tað er ógvuliga
ymiskt, hvørja fíggjarliga orku
ymsu kommurnar hava til hetta.
Tað sigur seg sjálvt, at ein
kommuna sum Tórshavnar
Kommuna hevur nógv størri
møguleika fyri at lofta
slíkum borgarum enn ein
lítil kommuna aðrastaðnis í
landinum. Tað hevur leingi
verið eitt stríð millum land og
kommunur um tey, sum eru
undir 67 og rakt av Alzheimer.
Nøkur dagtilhald eru, men tað
er als ikki nakað, sum smærru
kommunurnar hava fíggjarliga
orku til, sigur hann.
Sjálv er Birita Mohr á einum
dagtilhaldi í Kollafirði nakrar
dagar um vikuna, og tað er
nakað, ið henni dámar sera væl.
Har er deiligt at vera. Vit eru
eini fimm til seks fólk, ið eru har
dagliga, sigur hon.
Umráðandi at síggja
sjúklingin
Eitt, sum Birita og Egi mangan
hava lagt til merkis, er, at fólk
hava hug til at yvirsíggja Biritu,
tá ið tey hitta onkran, sum tey
kenna.
Tey tosað kanska framvið
henni og bara við meg, og tað er
nakað av tí ringasta, ið tú kanst
gera móti henni. Tá blívur hon
ill. Ja, hon hevur fingið eina
sjúku – ein óbodnan gest, sum
vit plaga at siga, men hon er her
enn!, sigur Egi Dam.
Hann greiðir frá, at hann
roynir eisini í mest møguligan
mun at taka hana við upp á ráð
og at fáa hana at hjálpa sær við
ymiskum.
Man skal avgjørt ikki ignorera
hana, tí tað klárar hon ikki. Man
skal heldur ikki rætta ov nógv
uppá tey, sigur hann.
Hóast summi fólk kanska til
tíðir ikki heilt vita, hvussu tey
skulu bera seg at, um tey hitta
Biritu á gøtuni, so er hetta ikki
nakað, sum forðar henni í at fara
út millum fólk
Okkum dámar væl at fara
út at ganga ein túr, keypa inn
ella okkurt annað. Biritu dámar
væl at fara út millum fólk, og
til dømis elskar hon at fara út
á kafe saman við systrunum,
greiðir Egi Dam frá.
Framtíðin
Men hvat hevur framtíðin so at
bjóða fyri hjúnini Biritu Mohr
og Ega Dam og familju teirra,
spyrja vit?
Vit taka ein dag í senn. Man
nýtir hvønn dag, ið man hevur
hvønnannan og síni nærmastu.
Ommubørnini, sum eru seks í
tali, tíma væl ommuna, og tey
elstu royna at hjálpa ommuni.
Tey hava stóra umsorgan fyri
henni, og tað setur hon prís
uppá. Tey elstu ommubørnini
vita um sjúkuna, men tað hevur
ikki broytt teirra máta at vera
yvir fyri ommuni. Kanska er
elsta ommudótturin, sum eisini
eitur Birita, eitt sindur eyka eym
um ommuna, sigur Egi Dam.
Birita leggur stutt afturat, at
hon heldur, at tey eru so heppin,
at báðir synirnir búgva tætt
uppá foreldrini bæði.
Tey bæði Birita og Egi hava
eisini ætlanir um at fara út um
landoddarnar at vitja í fram
tíðini.
Vit høvdu ætlað at farið til
Danmarkar í summar at vitja
fólk, men tað bleiv av ongum
orsaka av korona. Birita gekk
sum sagt eisini á sjónleikara
skúla í Íslandi, og vit høvdu
eisini ætlanir um at fara ein túr
yvir har, men tað má so vera eina
aðru ferð, sigur Egi Dam.
TERJI@SOSIALURIN.FO
Vit taka ein
dag í senn. Man
nýtir hvønn dag,
ið man hevur
hvønnannan og
síni nærmastu