Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 14 ANNIKA KUNOY IM I ngmar Valdemarson á Løg­ mansbø hevur lisið BA Umhvørvislívfrøði og plan­ legging og tekur nú eina kandi­dat innan Vísindafrøði á Aar­hus universiteti. Hann er um­hvørvisaktivistur og sam­ stovnari av umhvørvis­felags­ skapi­num Ringrás. Hann greiðir frá, at í Føroyum í dag eru fleiri økir ítøkiliga, har tørvur er á átroðkandi átøkum og bata. Summir trupulleikar byrja og enda í Føroyum, með­ an aðrir eru meiri altjóða. Teir lokalu dálkingar- og náttúru­ oyð­ingartrupulleikarnir hava meiri bráðfeingis árin, meðan al­tjóða trupulleikar so sum veðurlagsbroytingar eru ein støðugt vaksandi og alt­um­fevn­ andi hóttan. Hann heldur, at fyri at tálma tí lokalu byrðuni á náttúru­na mugu vit hava eina náttúru­ margfeldislóg, ið setir karm­ ar­nar fyri burðardygga gagn­ nýtslu av náttúruni. – Men slíkir lokalir batar eru ikki nóg mikið. Veðurlagið er jú karmur um øll onnur náttúru­ viðurskifti. Tí er tað neyðugt, at vit í Føroyum taka virk­n­an og ábyrgdarfullan lut í altjóða arbeiðinum at basa veður­ lagsbroytingum, sigur hann. – Vit hava tørv á einari nýggjari bindandi veðurlagslóg, sum kann skunda undir orku­ skiftið. Óbindandi veður­lags­ politikkurin frá 2009 megnaði ikki at minka um Føroyska út­ látið. Ítøkilig átøk mugu setast í verk sum skjótast, staðfestir hann eisini. Føroyar afturúrsigldar – Føroyar eru tíverri framvegis á mangan hátt ein eftirbátur innan náttúruvernd. Vit hava ong­an náttúrumargfeldislóg, okkara brátt vaksandi útlát er mill­um tey hægstu í verðini, sam­met við fólkatalið, og sum heild eru óskipaði kor fyri røkt og vernd av náttúruni, sigur hann bersøgin. – Í mongum førum valdar stutt­skygni, heldur enn skyn­ samt fyrivarni . Heldur enn at fyribyrgja dálking, so kemur fyrivarnið ofta dálkaranum til góðar. “Betri fyrivarin enn eftirsnarin” er gloymt. Løtuvinningur verð­ur tik­in framum okkara lang­tíðar­ áhuga­mál, leggur hann aftrat. Ingmar Valdemarson á Løgmansbø heldur, at politik­ ar­ar­nir í Føroyum áttu at sam­ starvað um at skapa røttu karm­ ar­nir náttúruni til gagns. – Politiska skipanin má skapa røttu karmarnar fyri tær samfelagsbroytingarnar, ið skulu fremjast. Tað er sum at rógva í takt. Róðursmaðurin setir kós og leggur áralag á. Um fólk rógva hvør í sínum lagi, so nyttar lít­ið. Men er áralagið gott, so koma vit skjótt fram. Her er tað, at bæði náttúrumargfeldislógin og veðurlagslógin er so týdn­ ingar­miklar, staðfestir hann. – Hesar lógirnar skulu seta kós fyri føroyska samfelagið, og skipa tilgongdina at gerast sjálv­bjargin við egnari varandi orku, leggur hann aftrat. – Sum er, er eingin vindmylla sett upp síðan 2015, samstundis sum orkunýtslan er vaksin ótarn­að. Politisku karmarnir eru ov ó­greiðir. Og tó stór framstig eru gjørd, so tað skal vera lætt hjá vanligum føroyingum at velja røttu orkuloysnirnar, so eru vit ikki komin á mál, sigur hann eisini. Hann heldur orsøkirnar til, at vit í Føroyum eru afturúrsigld á náttúruverndarøkinum vera fleiri. – Yvirskipað tykist tað vera ein samanrenning millum stutt­ skygni, og vantandi trýst frá veljar­unum, sigur hann. Lættari at fyribyrgja Ingmar Valdemarson á Løg­ FØROYAR ERU EIN FØROYAR ERU EIN – Føroyar eru tíverri framvegis á mangan hátt ein eftirbátur innan náttúruvernd. Vit hava ongan náttúrumargfeldislóg, okkara brátt vaksandi útlát er millum tey hægstu í verðini, sammet við fólkatalið, og sum heild eru óskipaði kor fyri røkt og vernd av náttúruni, sigur Ingmar Valdemarson á Løgmansbø, aktivistur og samstovnari av umhvørvisfelagsskapinum Ringrás Føroyar eru tíverri fram­ vegis á mangan hátt ein eftirbátur innan náttúruvernd. Vit hava ongan náttúru­marg­ feldis­lóg, okkara brátt vaksandi útlát er mill­um tey hægstu í verðini, sammet við fólka­talið, og sum heild eru óskipaði kor fyri røkt og vernd av náttúruni FAKTA Ringrás er ein umhvørvisfelagsskapur, sum hevur sum aðalmál at verja og fremja langtíðaráhugamálini hjá Føroya náttúru og fólki. Limirnir eru sjálvbodnar eldsálir, ið brenna fyri at betra um náttúruviðurskiftini í Føroyum. Sum aðalmálið leggur upp til, er hetta bæði til gagns fyri fólk og náttúru, tí hesi hanga óloysiliga saman. TEMA: Umhvørvi Umhvørvi