Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 15 EFTIRBÁTUR EFTIRBÁTUR mans­bø greiðir frá, at orkan í ar­beiðinum fyri umhvørvið verður løgd á fyribyrging og nýhugsan. – Vit leggja dent á fyribyrging av dálking og náttúruoyðing. Tað er nógv effektivari og lætt­ari at fyribyrgja, enn tað er at bøta um gjørda gerð, sig­ ur hann og leggur aftrat, at í summ­um førum er skaðin eisi­ ni óbøtiligur. Djór doyggja út, og náttúruviðurskifti, ið hava verið túsundtals ella milliónir av árum um at koma í lag, kunnu ikki bara endurskapast. – Men vit hugsa ikki bert um, hvat ikki skalt gerast, men nógv meiri um, hvussu vit kunnu gera tað betri í staðin. Hvussu skipa vit samfelagið í samljóð við náttúruna, soleiðis at bæði gagna langt inn í framtíðina, spyr Ingmar Valdemarson á Løg­mansbø. Eitt átak, sum Ringrás í hes­ um sambandinum arbeiðir við, er rørslan Veðurlagslóg nú. Veðurlagslóg nú er eitt virk­ið samtak av føroyingum, sum arbeiða málrættað fyri at seta veður­lagsbroytingar á sam­ felags­liga dagskrá. – Vit ynskja, at bæði kommunal­politikarar, løgtings­ fólk, vinnuligir aktørar og onnur við ávirkan taka lógvatak saman at basa veðurlagsbroytingum, sigur hann. – Hesir partarnir hava til felags, at teir virka vegna fólk­ ið. Í hesum liggur ein ábyrgd at virka til frama fyri fólk­sins langtíðaráhugamál, ið, sum sagt, hanga óloysiliga sam­an við náttúru- og um­hvørvis­ viður­skiftunum, staðfestir hann síðani. Einstaklingurin má seta krøv – Róðursmaðurin fær ikki gjørt nógv uttan manning. Tí er tað av alstórum týdningin, at almenningurin traðkar til og kemur upp úr sofuni at seta krøv til p o l i t i k a ra r n a r , stjórar, skúlar og so framvegis. Tí eggja vit fólki til at gerast partur av Veður­lagslóg nú, greiðir hann frá. – Hóast tað kann tykjast svar­skygt at fáa ávirkan sum einstaklingur, so ber tað til, um ikki svartskygdi hugsan­ar­ hátturin kemur í vegin. Við sam­ starvi og felagsskapi kunnu vit megna so nógv meiri. Og eitt er vist, um ikki almenningurin krev­ur tað, so fara politikararnir ikki at slóða fyri broyting, sigur hann til endans. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Vit ynskja, at bæði kommunal­politik­ ar­ar, løg­tings­fólk, vinnu­ligir aktørar og onnur við ávirkan taka lógvatak saman at basa veðurlagsbroytingum Átakið Ringrás byrjaði í 2017 við umhvørvisstuðli frá Tórshavnar kommunu og fekk sama árið Grønu gávuna frá Etika fyri arbeiði at varpa ljós á, og bata um, plastdálking í Føroyum. Í dag strembar Ringrás eftir at slóða fyri einum burðardyggum orkuskifti, har tey samstundis tálma óneyðugari orkunýtslu og seta ferð á skiftið til lokala varandi orku. – Við at taka ábyrgd av okkara orkunýtslu og framleiðslu kunnu vit gerast meiri sjálvbjargin og burðardygg sum land, sigur hann.