hósdagur 3. september 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
16
ANNIKA KUNOY IM
Burturkaststigin
– IRF hevur sett sær seriøsar
grønar visiónir, og vit arbeiða
framhaldandi við at flyta okkum
upp eftir burturkaststiganum.
Vit vilja menna okkum á
grønu kósini. Hjá okkum er
tað altavgerandi, at ting í størri
mun gerast tilfeingi ístaðin
fyri at vera burturkast. Vit
vilja í størsta mun endurvinna
okkum úr burturkastinum
ístaðin fyri at brenna okkum
burturúr tí, sigur Súsanna Berg,
umhvørvisleiðari hjá IRF.
Tað mesta av tí, sum verður
endurvunnið verður sent av
landinum, har tað verður til
nýggja vøru.
– Vit royna at flyta so nógvar
vørubólkar sum gjørligt frá
niðastu stigunum, sum er
tyrving og brenning, upp til
endurvinning, sigur Súsanna
Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF.
– Tað, sum í dag verður
endurvunnið, verður sent
av landinum. Tað krevur til
rættisleggjan, tí tað skal savnast
inn, pakkast í bingjur, og tað,
sum er komið skeivt, skal
skiljast frá. Vit arbeiða fram
ímóti at flyta sum mest upp
eftir burturkaststiganum, so
vit brenna og tyrva sum minst,
sigur Súsanna Berg.
– Tað kostar eisini at brenna
og at tyrva. Øll stigini kosta á
ein ella annan hátt. Eisini kann
IRF selja endurvinningartilfar,
so sum jarn og metallir. Tað
er tí einki, sum talar ímóti,
at man flytir seg upp eftir
burturkaststiganum, sigur hon.
– Fyri flestar vørur dálkar
tað minni at flyta vøruna til
útlandið og selja hana, enn tað
kostar at framleiða eina nýggja
vøru. Pappír kann til dømis
endurnýtast tíggju ferðir, og
kostnaðurin av flytingini verður
tí skjótt spardur inn aftur í
útláti, sigur Súsanna Berg.
Hon greiðir frá, at hvørjaferð
pappír verður endurvunnið,
minkar góðskan eisini. Eitt dømi
er ein eggjapakki, har tað sæst,
at pappið hevur verið endurnýtt
fleiri ferðir. Pappír sum ikki
kann endurvinnast meir
verður síðani brent, og hitin
verður nýttur til fjarhita. Jarn
og metal kann endurnýtast
fleiri ferð. Tí leggur IRF seg eftir
at allir endurvinningarbólkar
so sum pappír, plast og jarn
samanlagt ikki eru ein útreiðsla
fyri IRF og borgarin. Prísurin
fyri ymisku bólkarnar broytist
nógv og ofta.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
IRF: VISJÓNIN ER GRØN
– IRF hevur sett sær seriøsar grønar visiónir,
og vit arbeiða framhaldandi við at flyta okkum
upp eftir burturkaststiganum. Vit vilja menna
okkum á grønu kósini. Hjá okkum er tað
altavgerandi, at ting í størri mun gerast tilfeingi
ístaðin fyri at vera burturkast. Vit vilja í størsta
mun endurvinna okkum úr burturkastinum
ístaðin fyri at brenna okkum burturúr tí, sigur
Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF
FAKTA
• Reint pappír
• Reint papp
• Fartelefonir
• Leidningar
• Elektronikkur
• Spariperur og ljósrør
• Bilvrak
• Jarn og metal
• Bleytt vøruplast
• Sodavatnsfløskur og blikk
• Stórsekkir
• Aliringar og fóðurslangur
• Akkumulatorar og battaríir
• Nótir, trol og gørn
• Spillolja
TIP:
Súsanna Berg
greiðir frá, at tað
eru mong, ið koyra
blikk og fløskuproppar
í tann gráa posan, ið er
til húsarhaldsrusk, tí
tey ikki hugsa um, at
jarn og metal kann
endurvinnast.
TEMA: Umhvørvi
Umhvørvi