hósdagur 3. september 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
17
Elbilar lata einki vakstrarhúsgass út, tá ið teir koyra, men tvey viðurskifti gera, at
CO2-fóta fetið ikki er heilt einki. Tey eru:
· Vakstrarhúsgass frá framleiðsluni av elorkuni, sum løðir bilin.
· Vakstrarhúsgass, sum verður latið út í náttúruna, har elbilurin verður framleiddur.
Elframleiðsla og útlát
Elorka í Føroyum verður vunnin úr vindi, vatni og tungolju. Í 2017 framleiddi SEV
51 prosent av elorkuni úr vatn- og vindorku.
Í 2030 skal øll elnýtsla á landi vera úr var andi orkukeldum. Neyðugt er tí við
stórum útbyggingum av varandi orkukeldum, men samstundis skal øll upphiting og
flutningur á landi nýta grønar orkukeldur í 2030.
Men tað er eingin orsøk at bíða við at keypa sær elbil, tí sjálvt tá ið orkan er fram-
leidd við tungolju, dálkar ein effektivur elbilur minni enn samsvarandi bensin- og
dieselbilar.
Fyri at fáa grønar elkeldur mugu vit brúka grøna tøkni
Eftirspurningurin eftir elorku veksur samsvarandi, sum brúkararnir leggja um til
elbilar og hitapumpur. So hvørt sum vit fáa fleiri vindmyllur, meiri vatnorku og fleiri
elbilar og hitapumpur, fer lutfallið av tungolju á netinum hjá SEV at minka. Brúkar-
in hevur sostatt stóra ávirkan á útbyggingarnar av grønum orkukeldum.
Nú SEV sleppur at stýra løðingini aftur fyri lægri elprís, verður mest løtt, tá ið nógv
grøn orka er tøk.
CO2 og framleiðsla av elbilum
Serliga framleiðslan av battaríum hevur higartil kravt nógva orku og tí eisini havt við
sær eitt munandi útlát av vakstrarhúsgassi. Hetta hevur havt við sær, at ivi hevur
verið sáddur, um tað loysir seg at skifta til elbil.
Men ein kanning, sum varð almannakunngjørd í oktober 2017, staðfesti, at ein elbilur
letur í miðal 50% av vakstrarhúsgassi út í atmosferuna samanborið við bensin- og
dieselbilar. Tá er øll livitíðin hjá bilinum og framleiðslan av bilinum tald við.
ELBILAR DÁLKA MINNI
CO2-ÚTLÁT TILSAMANS Í 10 ÁR
Við elframleiðslu í 2018
Við 100% varandi orku
0
20
40
ELBILAR
BENSINBILAR
= Battaríframleiðsla
= Framleiðsla, viðlíkahald, burturbeinan og endurnýtsla
= Framleiðsla av brennievni
= Nýtsla av bili
20 TONS CO2
30 TONS CO2
40 TONS CO2
Fortreytir: Elbilur: 5 km/kWt. Bensinbilur: 15 km/l. Km/ár: 15.000.
TAÐ ER BÍLIGARI
AT KOYRA ELBIL
MIÐALNÝTSLA
6,7 litrar/100 km
20 kWt/100 km
MIÐALPRÍSUR
9,5 krónur/litur
1,39 krónur/kWt
UM ÁRIÐ
9.548 krónur
4.170 krónur
ELBILUR
BENSINBILUR
Fortreytir: Elbilur: 5 km/kWt. løddur við heimaløðistøð. Bensinbilur: 15 km/l.. Km/ár: 15.000.
TRAÐAGØTA 38 · FO-165 ARGIR · TEL. (+298) 342400 · WWW.US.FO
HVÍ VELJA ELBIL?
Elbilar dálka ikki nærumhvørvið og larma munandi minni enn bensin- og
dieselbilar, tí einasta ljóðið, sum kemur frá elbilum, er larmur frá dekkunum.
Elmotorar hava stórt virkni og brúka umleið ein triðing av orkuni til
uppgávuna, samanborið við bensin- og dieselbilar.*
Elbilar rinda hvørki skrásetingargjald ella vegskatt, og tey, sum keypa ein
vetnis- ella elbil, fáa upp til 70.000 krónur aftur í mvg.
* Samanberingin skal takast við fyrivarni, tí nógvir tættir hava sína ávirkan.
Slag av elbili, koyri háttur og nýtsla av elorku í bilinum og kuldi. Elbilar eru
tekniskt einfaldari og krevja tí minni viðlíkahald.
Kunna
teg meira um
elbilar á
www.os.fo