hósdagur 3. september 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
18
Vit eru eitt lítið
oyggjasamfelag,
og vit eru ikki góð
við náttúruna
ANNIKA KUNOY IM
12. mai 2019 stovnaðu hjúnini
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen
og Annika Karlsdóttir Ljósstein
Facebook bólkin »4 plastic per
day«. Endamálið við bólkinum
var at varpa ljós á dáking í
føroysku náttúruni við at luta
mynd av burturkasti, sum ein
hevur heintað. Bólkurin hevur
í dag 9265 limir.
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen
greiðir frá, at hugskotið til
bólkin var sera spontant. Hann
og Annika búgva beint oman til
sjóvarmálan í Klaksvík, og tey
síggja dagliga nógv plastikk og
rusk annars í náttúruni.
– Vit síggja, hvussu stórur
tørvur tað er á, at okkurt verður
gjørt beinaveg, og hvussu vit øll
mugu broyta hugburð hesum
viðvíkjandi, staðfestir hann.
Ein sunnumorgun sótu Svein
Rógvi og Annika og hugdu út á
Vágna í Klaksvík.
– Tá fingu vit nokk og fóru
oman at rudda. Meðan vit
rudda, fáa vit hugskotið til at
stovna bólkin og at fáa fleiri
við upp á hugskotið at heinta
fýra plastikk upp um dagin
og koyra tað í rusk. Valið fall
tilvildarliga á fýra plastikk, tí
tað var ítøkiligt og lætt at klára
í gerandisdegnum, sigur hann.
– Bólkurin varð settur á stovn
fyri 16 mánaðum síðani, og
áhugin var stórur fyrstu tríggjar
mánaðirnar, og tað vóru mong,
sum fóru at rudda plastikk.
Tað er langt síðani, eg havi sæð
Klaksvíkina so reina, sum júst
tá, greiðir hann frá.
Føroyingar dálka
– Men síðani fór koronufarsóttin
at gera um seg, og tað hevði við
sær, at ferðafólkatalið minkaði
munandi í ár samanborið við
í fjør, og hóast eingi ferðafólk
vóru í landinum, var øgiliga
nógv plastikk allastaðni. Tað
eru tí óivað serliga føroyingar,
sum órudda og dálka føroysku
náttúruna, sigur hann.
Hann
heldur
ikki,
at
hugburðurin
hjá
okkum
føroyingum til plastikk og
annað órudd í náttúruni er nóg
góður, og hóast hann er broyttur
nakað seinastu árini, er hann als
ikki broyttur nóg nógv.
– Tað sær man, tá man hyggur
eftir tí, sum liggur í náttúruni,
sigur hann og leggur aftrat, at
tað mestan mun er talan um
sigarettstubbar, plastikkposar,
súgvirør, eingangsplastikk,
snúsdósir og annað, sum man
lættliga kann fara í ruskílatið
ístaðin. Við sjóvarmálan eru ofta
ketsjupp dunkar, mjólkapakkar
og aðrar gerandisvørur inn á
sjóvarmálan. Tað gevur illgruna
um, at tað verður blakað fyri
borð á skipum.
– Har hava vit til dømis onga
lóg, sigur Svein Rógvi Ljósstein
Nielsen, sum eisini vónar,
at Facebook bólkurin eisini
verður broyttur á tann hátt, at
hann fer at leggja størri trýst á
myndugleikarnar.
–
Vit
eru
eitt
lítið
oyggjasamfelag, og vit eru ikki
góð við náttúruna, staðfestir
hann bersøgin.
Vilja trýsta politikarar
Svein Rógvi og Annika høvdu
ikki væntað, tá tey settu bólkin
á stovn, at hann fór at fáa so
nógv uppmerksemi og so stóra
undirtøku.
– Vit settu hann á stovn, tí
óruddið var eitt forargilsi hjá
okkum, men hini mugu eisini
hava hildið, at náttúran trongdi
til eina hjálpandi hond, sigur
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen.
Seinastu mánaðirnar hevur
virksemið á bólkinum ikki verið
so nógv, sum tað var í fyrstuni,
hóast myndir av heintaðum
ruski verða lutaðar fleiri ferðir
um vikuna.
– Virksemið er minkað við
tíðini, men ætlanin er eisini
at broyta bólkin, so hann ikki
bert fer at snúgva seg um
at luta myndir av ruski men
eisini verður sum eitt trýst á
politikarar fyri at fáa gongd á
umhvørvislógir, sigur stovnarin.
– Tó er tað umráðandi fyri
meg, at alt virksemi í bólkinum
verður
g jørt
við
einum
positivum hugburði. Føroyingar
eru skjótir til at halda, at okkurt
er grenj, um man ger um seg á
onkrum øki. Hetta skal als ikki
verða grenj, hetta skal verða
ein upplýsandi bólkur fyri øll,
eisini fyri politikarar, har vit
samskifta við einum positivum
tóna, sigur Svein Rógvi Ljósstein
Nielsen, sum eisini vónar, at
politikarar fylgja við og síggja,
hvørjar myndir verða lutaðar og
hvørji evni verða tikin upp.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
LUTA MYNDIR AV RUSKI
Í FØROYSKU NÁTTÚRUNI
Bólkurin varð
settur á stovn
fyri 16 mánaðum
síðani, og áhugin
var stórur
fyrstu tríggjar
mánaðirnar, og
tað vóru mong,
sum fóru at rudda
plastikk. Tað
er langt síðani,
eg havi sæð
Klaksvíkina so
reina, sum júst tá
– Vit síggja, hvussu stórur tørvur tað er á, at okkurt verður gjørt beinaveg,
og hvussu vit øll mugu broyta hugburð hesum viðvíkjandi, sigur Svein Rógvi
Ljósstein Nielsen, stovnari av Facebook bólkinum »4 plastic a day«
TEMA: Umhvørvi
Umhvørvi