hósdagur 3. september 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
19
ANNIKA KUNOY IM
V
it kunna ikki geva
børnum
okkara
eina líka góða verð,
sum vit fingu, tá vit
vóru børn, tí vit hava dálkað
og oyðilagt umhvørvið nógv
seinastu árini. Tað verður tosað
nógv um umhvørvið, burturkast
og grønar orkuloysnir, men tølini
vísa, at tað gongur ikki røttu
leið kortini. Ruskmongdirnar
økjast, og tað merkir, at vit
innflyta, keypa og brúka nógv,
sigur Gunnhild Dahl Niclasen,
BA í stjørnamalafrøði og MA
í humanøkologi, í sendingini
»Umhvørvið og eg« í Kringvarpi
Føroya.
– Alt tað, sum vit keypa er
tilfeingi, sum er tikið úr jørðini,
skapt og flutt til Føroya. Hevur
tað eisini stutta livitíð, fer tað
eisini skjótt í rusk aftur. So er
tað ikki brúkt serliga skynsamt.
Ofta verður brúkt av tilfari,
sum ikki er so nógv av og sum
ikki kemur aftur eftir stutta tíð,
greiðir hon frá.
Vit hava vant okkum við ein
lívstíl, har vit keypa og brúka
so nógv, at tað oyðileggur um
hvørvið og javnvágina á jørðini.
Tað er tó torført at broyta, tí
talan er um sterkar vinnur og
nógar pengar.
– Hetta er ikki lætt at broyta.
Vit keypa okkum til tað góða
lívi, og tað er ikki lætt at broyta
vanar. Eisini eru nógvir pengar
í tí, og nógv stendur upp á spæl.
Tað stendur tó enn meir upp á
spæl, um vit ikki fremja hesar
broytingarnar, tí man veit, at
jørðin tolir eitt víst og verður
heitari og heitari. Tá verður hon
turr og ólivilig og færri øki verða
at dyrka mat á. Verða vit fleiri
fólk og minni øki, so gongur tað
ikki, sigur hon.
– Vit geva okkum ikki far um,
hvat tilfeingi er, og hvat tað ger
við jørðina, fólk, djór og alt lív,
sigur hon eisini.
Hon greiðir frá, at veður
lagsbroytingar er ein stór hóttan
móti mannaættini, men vit tosa
ikki líka nógv um umhvørvið,
sum vit áttu at gjørt, og ein
orsøk til tess er, at tað eru so
nógvir pengar upp á spæl. Eisini
í Føroyum.
– Vit hava stórar fyritøkur í
Føroyum, sum tað ikki er lætt at
tosa ímóti. Vit kunnu illa broyta
upp á tað, sum hendir, tí tað er
nógvur peningur upp á spæl,
staðfestir hon eisini.
– Tað eru fólk, sum tora at
taka hetta evnið upp í Føroyum,
men tað eru eisini fleiri, sum ikki
síggja vandan í hesum og síggja,
hvat tað er, sum er upp á spæl,
sigur Gunnhild Dahl Niclasen.
– Føroyski forbrúkarin
gerst alsamt meir tilvitaður,
samstundis sum tað eru fleiri
lýsingaátøk um alt hetta nýggja
og lekkra, sum vit skulu hava. Tá
er tað lætt at gloyma umhvørvið,
sigur hon.
– Hetta ljóðar deprimerandi,
men hetta er nakað, sum vit
noyðast at broyta. Vit behøvast
ikki at fáa eitt ringt lív, hóast vit
broyta okkara vanar. Tað góða
lívi kann eisini vera uttan alt
tað nýggjasta, greiðir hon frá í
sendingini.
Í samrøðuni greiðir Gunngild
Dahl Niclasen eisini frá, at ein
umhvørvispolitikkur kann
stýra atburði og keypsmynstri
hjá fólki. Eitt dømi um hetta er
avgjøld á matvørur, flogferða
seðlar, bilar og líknandi.
– Hóast vit hava friðingar
myndugleikar, riggar tað ikki
til fulnar. Eingin talar søkina
hjá náttúruni. Hvør er røddin
hjá henni, spyr hon.
– Til tað eftirlýsi eg eina ordi
liga góða lóg. Tað verður ikki
altíð atlit tikið til slíkt, tí tá er
tað pengarnir sum viga meir,
sigur hon.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
PENGARNIR
STÝRA
– Hetta er ikki lætt at broyta. Vit keypa
okkum til tað góða lívi, og tað er ikki lætt at
broyta vanar. Eisini eru nógvir pengar í tí,
og nógv stendur upp á spæl. Tað stendur tó
enn meir upp á spæl, um vit ikki fremja hesar
broytingarnar, tí man veit, at jørðin tolir eitt
víst og verður heitari og heitari, sigur Gunnhild
Dahl Niclasen í hugleiðingum um hugburðin
til umhvørvið úti í heimi og heima í Føroyum