hósdagur 3. september 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
20
TEMA: Umhvørvi
Umhvørvi
VILMUND JACOBSEN
Í
Tórsbyrgi í eysturbýnum í
Havn stendur nú reist eitt
vakstrarhús á umleið 110
fermetrar, sum tey í Før
oya elsta eigarafelag hava bygt.
Í fyrstanini varð hugsað um ein
vakstrartunnil, soleiðis sum
eitt nú Veltan í Sandoynni og
Gróðurstøðin í Hoydølum hava
bygt síni vakstrarhús.
- Men, tá vit fyri góðum ári
síðan fóru í holt við at planera
lendið til vakstrarhúsið, varð
við forvitni fylgt við úr mongu
vindeygunum á ellisheiminum í
grannalagnum, og nógvar áhug
aðar viðmerkingar fullu. Tá
var tað, at ein av íbúgvunum á
Boðanesheiminum, Kemm Poul
sen, visti at siga, at øll vindeygu
ni á Boðanesheiminum fóru at
verða skift í næstum. Hann helt
fyri, at hetta kanska hevði verið
eitt hugskot sum glas til vakstr
arhúsið.
Tað sigur Jón Kragesten, sum
býr í Tórsbyrgi og sum er ein av
primusmotorunum aftan fyri
verkætlanina. Hann hevur eisini
átikið sær leiklutin at vera verk
ætlanarleiðari í byggingini.
- Hugskotið hjá Kemm Poul
sen var gott og vann frama
beinanvegin. Hetta var av fleiri
orsøkum. Ein orsøk var, at við at
byggja eitt vakstrarhús á henda
hátt, ber til at fáa ein sterkan og
haldbaran bygning, sum megnar
at standa ímóti vetrarstormum.
Ein onnur orsøk er, at við einum
slíkum húsi við termorútum ber
til at fáa ein javnari hita, serliga
um veturin.
Hann vísir á, at ein triðja or
søk er, at við at brúka vindeygu
úr Boðanesheiminum er talan
eisini um endurnýtslu av tilfari,
sum annars hevði farið burtur.
Vælvild frá Articon
- Vit fóru beinanvegin í holt við
at kanna, um møguleiki var at
fáa nøkur av hesum vindeygum
og hurðapartíum. Tað vísti seg,
at vælvildin var stór, bæði hjá bý
ráðnum og byggifelagnum Arti
con, sum stóð fyri byggingini, tá
Boðanesheimið varð bygt, sigur
Jón Kragesten.
Mikudagin vóru vit á
Sosialinum ein túr í umhvørvi
num í Tórsbyrgi saman við Jón
Kragesten. Grevstur og planer
ing eru gjørd, sokkul er stoypt
ur, og beinagrindin til vakstr
arhúsið stendur uppi, soleiðis
at pláss er gjørt til vindeygu og
hurðapartí.
Tey fyrstu vindeyguni eru
tikin úr Boðanesheiminum,
og nú verður arbeitt við einari
ætlan um, hvussu vindeyguni
kunnu fáast niðan á økið og sett
upp í húsinum.
- Vindeygu og hurðapartí viga
nakað, og tey skulu fáast niðan
og síðan upp á pláss í vakstrar
húsinum. Vit hava onkur hug
skot um, hvussu hetta kann
gerast. Um nakrar dagar kemur
eisini takið, sum er sonevndar
kanalplátur úr klárum plasti.
Ætlanin er fyrst at leggja takið
á, áðrenn vindeyguni verða sett
í, og vit vænta, at vakstrarhúsið
stendur innilokað seinni í heyst,
sigur verkætlanarleiðarin.
Alt arbeiði, sum Eigarafelagið
hevur lagt í verkætlanina, er
sjálvboðið, men felagið hevur
søkt sær nakað av tekniskari
hjálp og hevur leigað onkrar
maskinur til grevstur.
Tað er Gudmund Nielsen,
timburmaður og byggifrøðingur,
sum hevur teknað húsið við
vindeygum og hurðapartíum í
huga, og sjálvur sat Jón Krage
sten í leigaðu maskinuni í fjør
summar og gróvi út fyri vakstr
arhúsinum.
- Nú hava vit so eisini grivið
fyri el-og vatnveitingini til
húsið. Byrjað varð at grava
við hond, men tað gjørdist ov
møtumikið, tí teinurin er einar
130 metrar. So, her leigaðu vit
eisini eina lítla maskinu, sigur
verkætlanarleiðarin, sum eisini
hesaferð sjálvur sat í maskinuni.
36 hús í Tórsbyrgi
Húsini í Tórsbyrgi, sum eru 36
í tali, stóðu liðug í 1976, og Jón
Kragesten hevur búð í um
hvørvinum síðan 1989.
- Men, einaferð seldi eg húsini
til Færøernes Kommando, og
tá vóru vit burtur úr teimum í
nøkur ár. Sum tíðin leið, angraðu
vit søluna, og vit saknaðu um
hvørvið í Tórsbyrgi. Eftir fimm
árum keyptu vit húsini aftur
- fyri nógv meira enn tað, vit
høvdu selt tey fyri, sigur hann
brosandi.
Í Tórsbyrgi eru felagsøki, og
her er eisini ein orkulon, har
hitaveitingin er til íbúðarøkið. Í
húsinum er borð og stólar, har
fólk kunnu sessast, og her eru
eisini ymiskir fasilitetir, eins
og hugnaligt útigólv og grill eru
beint uttanfyri.
- Vit eru øll meira og minni
við í verkætlanini, og vit mugu
staðfesta, at áhugin er stórur,
sigur hann.
Jón Kragesten vísir á, at í
býlinginum í Tórsbyrgi hevur
altíð verið áhugi fyri urtagarðs
virksemi og grønmetisfram
leiðslu.
- Um ársskiftið 2017/ 2018 varð
farið í holt við eina verkætlan
við málrættaðum urtagarðs
virksemi. Verkætlanin hevði
til endamáls, at grannalagið
skuldi framleiða so stóran part
av egnari grønmetisnýtslu sum
gjørligt.
Hann sigur, at á vári í 2018
varð lagt til brots við einum
40 fermetra stórum øki við 20
plantukassum, sum tey fingu
frá verkætlanini - Býarfestið -
sum um hetta mundi steðgaði.
Í hesum sambandi skipaðu tey
fyri fleiri fyrireikandi tiltøkum.
Fólk við førleikum
- Fyri slíkar verkætlanir hevur
tað stóran týdning, at fólk eru
við, sum kunnu ganga undan
og sum samstundis hava hegni,
vitan og førleika. Júst slíkar
førleikar hevur ein av grann
unum í Tórsbyrgi, Jana Mikkel
sen, sigur Jón Kragesten.
Hann heldur, at ikki minst
hevur hennara bachelor í lív
frøði týdning til tess at leggja
lag á, gróðurseta, planta og við
urtagarðsvitan sum heild at
tryggja eitt gott úrslit. Saman
við hesum urtagarðsvirksemi
hevur so eisini verið arbeitt við
ætlanunum at byggja vakstrar
húsið.
- Fyrimunirnir við einum
vakstrarhúsi eru nógvir. Her
Í fyrstani varð hugsað um at byggja ein vakstrartunnil, men loysnin
gjørdist at brúka vindeygu og hurðapartí, sum nú verða tikin úr
Boðanesheiminum, til vakstrarhúsið í grønmetisdalinum í Tórsbyrgi
Í TÓRSBYRGI
Í TÓRSBYRGI
BYGGJA TEY
BYGGJA TEY
SÍTT EGNA
SÍTT EGNA
VAKSTRARHÚS
VAKSTRARHÚS