hósdagur 3. september 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
21
ber til at fáa plantur at veksa,
sum ikki uttan víðari fáast at
veksa í Føroyum, og eisini ber
til við einum vakstrarhúsi at
leingja um vakstrarsesongina, tí
umstøðurnar at gróðurseta og at
gera annað fyrireikingararbeiði
gerast so nógv betri, leggur hann
aftrat.
Formelt varð tað á aðalfundi
í Eigarafelagnum í Tórsbyrgi í
2018, at ætlanin við urtagarðs
virksemi, vakstrarhúsi og
grønmetisframleiðslu í Tórs
byrgi varð einmælt samtykt.
Tað merkir, at íbúgvarnir, sum
eru umleið 70-80 fólk, eru við í
hesi verkætlan.
- Eg haldi, at tað, sum vit
hava gjørt higartil við eitt
nú plantukassum og nú
eisini vakstrarhúsinum, bert
er byrjanin. Her eru nógvir
møguleikar kring um í um
hvørvinum. Eitt er, hvat kann
fáast burtur úr teimum møgu
leikum, vit longu hava og sum
nú koma við nýggja vakstr
arhúsinum. Annað er, hvat
kann gerast úti og kanska í
umhvørvinum, har vakstrar
húsið nú verður bygt, sigur Jón
Kragesten.
Sosialur týdningur
Jón Kragesten vísir á, at í
fyrireikingunum til verkætlan
ina komu Boðanesheimið og
Lágargarður eisini uppí. Tað er
nevniliga soleiðis, at matrikulin,
sum vakstrarhúsið verður bygt
á, er trídeilt millum heimini
bæði og Tórsbyrgi.
- Hetta hevur eisini latið upp
fyri nýggjum møguleikum, eitt
nú við, at verkætlanin fær eitt
størri øki at virka á. Umframt at
fleiri avtakarar kunnu vera til
grønmetisframleiðsluna, hava
vit eisini hugsað, at fólkini á
ellisheimunum á einhvønn hátt
kunnu gerast partur av hesum –
sosialt og á annan hátt.
Verkætlanarleiðarin sigur, at
tað var saman við leiðarunum á
ellisheimunum báðum, at komið
varð ásamt um, hvar vakstrar
húsið skuldi standa.
- Tað gjørdi góðan mun, at
verkætlanin í byrjanini fekk
tillutaðar 75.000 krónur í um
hvørvisstuðli frá Tórshavnar
kommunu. Seinni hava vit so
fingið 170.000 krónur aftrat frá
kommununi, umframt 210.000
krónur frá Búnaðargrunninum.
Jón Kragesten vísir á, at tá so
stórur partur av verkætlanini
er sjálvboðið arbeiði, hava tey
higartil bara brúkt einar 150.000
krónur. Goldið er enn ikki fyri el-
veitingina, og nú kemur so eisini
takið, sum fer at kosta einar
120.000 krónur.
Bæði inni og úti
Verkætlanin í Tórsbyrgi fevnir
um tvey sløg av virksemi -
plantuvøkstur innandura í
vakstrarhúsi og so plantur,
sum veksa uttandura í føroyska
veðurlagnum.
- Ein týðandi partur av
verkætlanini
er
at
eyg
leiða, skráseta og lýsa fram
ferðarhættir og arbeiðsgongdir,
sum eitt nú val av plantum,
forspíring, røkt, heysting, nýtslu
og annað.
Jón Kragesten sigur, at
málsetningurin er, at vitan
in, sum verður savnað í virk
seminum, skal verða alment
atkomilig, og ætlanin er at
leggja viðkomandi kunning út
á heimasíðuna hjá Tórsbyrgi.
- Í tann mun, tað ber til, er
ætlanin at skipa so fyri, at
verkætlanin í Tórsbyrgi kann
gerast fyridømi og upplýs
ingarkelda hjá einstaklingum,
grannaløgum, skúlum og dag
stovnum, sigur Jón Kragesten,
sum leggur aftrat, at ætlanin
eisini er, at verkætlanin í ávísan
mun verður eitt slag av gransk
ing.
Um leiðina fram til, har
verkætlanin nú er komin, vísir
hann á, at hóast Tórshavnar
kommuna skjótt játtaði um
hvørvisstuðulin, skuldi tað
kortini vísa seg, at nógv formlig
viðurskifti skuldu fáast upp
á pláss, áðrenn farast kundi í
gongd.
- Vakstrarhúsið skuldi fyrst
staðsetast, men eitt heilt ár
skuldi ganga við nógvum sam
skifti og fundum, áðrenn enda
ligu loyvini vóru komin á pláss,
nevniliga mánadagin hin 1. juli í
2019. Tá varð eisini beinanvegin
farið í gongd við grevstur og
planering. Alt tilfarið, sum kom
Hundsarabotni við stórum
lastbili, varð við hjólbøru koyrt
oman í nýggja grønmetisdalin í
Tórsbyrgi, leggur verkætlanar
leiðari aftrat.