hósdagur 3. september 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
22
TEMA: Umhvørvi
Umhvørvi
VILMUND JACOBSEN
F
innbogi Joensen er eitt
kent navn í Vestmanna,
men hann er eisini kend
ur kring um Føroyaland
fyri sín ómetaliga stóra áhuga
fyri náttúru, umhvørvi og vøks
tri.
Í 22 ár var hann í starvi hjá
Vestmanna kommunu sum um
sjónarmaður. Síðan var starvið
hjá honum í eini 12 ár at vera
“grøni” maðurin í kommununi,
sum tað hevur verið rópt, og
síðan hann gavst í føstum starvi
vegna aldur, nú hann næstu
ferð fyllir 73 ár, passar hann
viðarlundina oman fyri skúlan
og ítróttarhøllina í Vestmanna.
Hesa viðarlund gróðursetti
Finnbogi Joensen saman við
børnunum í Vestmanna fyri júst
30 árum síðan.
Áðrenn hin 9. mai í 1990, tá
arbeiði at gróðurseta trø byrjaði,
var einki, sum kundi kallast
viðarlund í Vestmanna, og heilt
frá byrjan hevur hann dugað at
fingið børnini við í hetta arbeiði,
soleiðis at flestu í kommununi
í dag kenna seg at eiga lut í
hugnaligu viðarlundini, sum er
eitt prýði fyri bygdina.
Byrjaði á berum
Tað er neyvan at taka munnin ov
fullan at siga, at uttan Finnboga
Joensen, sum primusmotori og
samskipara av hesum velduga
arbeiði, hevði eingin viðarlund
verið í Vestmanna í dag.
- Tað er stuttligt at hava gjørt
hetta saman við børnunum og
soleiðis okkara eftirkomarum,
har trø í viðarlundini í nógv ár
vórðu skrásett sum ognarbræv
hjá næmingunum. Í dag eru
størstu trøini í viðarlundini
einar 10-12 metrar høg. Vit
byrjaðu við 3000 fermetrum, og
nú er viðarlundin einar 20.000
fermetrar. Seinasta lendið, sum
er keypt aftrat til viðarlundina,
er einar 1600 til 1800 fermetrar
og soleiðis, sum árini eru gingin,
er viðarlundin vaksin niðan eftir
og niðan við Gjógvará.
Sjálvur var Finnbogi Joensen,
sum er útbúgvin timburmaður,
eisini við til at byggja skúla og
ítróttarhøll í Vestmanna, og
tað var á lendinum, sum tá var
eftir, at arbeiðið at gróðurseta
trø byrjaði.
- Skúlin og ítróttarhøllin,
sum vórðu bygd samstundis,
vórðu tikin í brúk í februar
GRØNI
MAÐURIN SUM
HEVUR TÆNT
UMHVØRVINUM
Í 30 ÁR
- Skapanarverkið er so fantastiskt, og tað er okkara uppgáva at fara væl um
og ikki niðurbróta verkið. Tað er okkara ábyrgd at verja jørðina, og vit kunnu
øll gera mun við okkara íkasti. Hugburðurin millum fólk - og serliga millum
børn og ung - er broyttur. Yngra ættarliðið er bevíst um, at vit mugu verja
náttúruna, og eg ivist onga løtu í, at tað verða børn og ung, sum eru í dag, ið
fara at broyta heimin til tað betra, sigur Finnbogi Joensen í Vestmanna