Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 23 í 1986. Einasta, sum var rundan um skúlan tá, var ein einsamøll flaggstong, men nú standa skúli og ítróttarhøll, sum eru bygd undir einum, í náttúruvøkrum øki - beint niðan fyri viðarlundina og stórslignu gjónna. Finnbogi Joensen sigur, at hóast nógv sjálvboðin arbeiðs­ orka er løgd í viðarlundina hesi mong ár, er framvegis nógv at takast við, og her er eisini nógv at viðlíkahalda. Væl tilrættalagt Sjálvur hevur hann smíðað allar brúgvarnar, sum eru í viðarlundini, og hesar eru seks í tali. Ein rúgva av grót-og mold­ til­fari er koyrt við trillubøru kring um í økinum, og gøtur eru bygdar í viðarlundini. Ljóssteyrar og lampur eru sett upp, men framvegis skulu gøtur byggj­ast, og fleiri ljós setast upp. Gras skal sláast, og trø skulu skerast og viðlíkahaldast. Tá tú kemur í viðarlundina í Vestmanna, sum man teljast millum tær yngstu í Føroyum, sært tú skjótt, at her hevur verið løgd ein ætlan heilt frá byrjan. - Eg teknaði alt økið upp, sum vit høvdu ræði á, og síðan hevur økið verið teknað so hvørt, sum tað er vaksið. Tað er Gun­leyg Durhuus, sum síðan hevur teknað økið inn á eina kortskipan. Viðarlundin er væl skipað, og ovast uppi í økinum - heilt niðan móti vegnum - er bygt eitt hugnaligt lítið hús, sum áður var partur av gomlu rættini, sum eisi­ni er í umhvørvinum. - Ja, her var ein gomul grót­ rætt, sum er varðveitt. Her, sum húsið stendur, var vaskibrunnur til seyðin, sum skuldi avlúsast. Húsið hevur verið leigað út til smærri tiltøk. Finnbogi Joensen hevur at kalla sjálvur bygt húsið, sum Sosialurin eisini fekk høvi at síggja, tá vit vitjaðu í viðar­ lundini í Vestmanna miku­dagin. Her fingu vit gott, svart kaffi frá “grøna” manninum, meðan hann greiddi okkum frá søguni aftan fyri viðarlundina og áhuganum, hann altíð hevur havt fyri vøkstri og náttúru. - Mín áhugi hevur altíð ligið til náttúru og vøkstur. Eg plant­aði míni fyrstu fræ, sum seks ára gamal. Pápabeiggi mín hevði ein lítlan handil, har hann seldi mangt og hvat, og hann seldi eisini blomsturfræ.