hósdagur 3. september 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
24
TEMA: Umhvørvi
Vøkru litirnir hugtóku meg,
og eg gleddist, tá eg kundi vísa
mammu míni vøkru blómurnar.
Miðskeiðis í fimmtiárunum fekk
eg kassar frá pápabeiggja, har
appelsinur og súrepli høvdu
verið í, og her sáddi eg eisini ym
iskt. Sum 10-11 ára gamal hevði
eg ein lítlan urtagarð, har eg
hevði onkrar rabarburøtur, og
eg gjørdi rekkverk við fjalum
úr gomlum sildatunnum. Tað
frøddi meg, tá mamma mín
kundi gera rabarbugreyt úr
rabarbunum úr mínum lítla
urtagarði, sigur hann.
Nógvir fyrilestrar
Finnbogi Joensen ferðaðist
eisini í eini 20-22 ár út til skúlar
og kommunur at greiða frá
sínari vitan um vøkstur og
møguleikar við gróðurseting í
síni heild. Hetta ger hann ikki
longur, men nógvastaðni hava
tey fingið eina góða kunning
um tað, sum hann meginpartin
av sínum lívi hevur fingist við.
Grøni maðurin í Vestmanna
hevur eisini lisið nógv um tey
viðurskifti, hann hevur áhuga
fyri, og umframt ein brennandi
áhuga fyri vøkstri, er áhugin
fyri reinari náttúru ikki minni.
Soleiðis hevur hann eisini gingið
í fjøruni og tikið rusk upp í fleiri
ár, eins og tað í sínari tíð eisini
var hansara lutur at skipa fyri,
at áirnar í bygdini, har fólk,
áðrenn nøkur brenning kom,
høvdu sloppið sær av við sítt
húsarhaldsburturkast.
- Skapanarverkið er so fan
tastiskt, og tað er okkara upp
gáva og ábyrgd at fara væl um
og ikki niðurbróta verkið. Tað er
okkara ábyrgd at verja jørðina,
og vit kunnu øll gera mun við
okkara íkasti. Tað er eingin ivi
um, at hugburðurin millum fólk
- og serliga millum børn og ung
- er broyttur. Yngra ættarliðið
er bevíst um, at vit mugu verja
okkara náttúru, og eg ivist onga
løtu í, at tað verða børn og ung,
sum eru í dag, sum fara at broyta
heimin til tað betra.
Finnbogi Joensen heldur fyri,
at jú meira tú lesur og granskar
um vøkstur og náttúru, jú
meira hugtikin verður tú av
skapanarverkinum, sum er so
ófatiliga væl samansett.
- Um skapanarverkið er
tilvild, hevur tilvildin lagað seg
fantastiska væl. Sjálvur trúgvi
eg, at tað skal ein hægri makt
til at stýra øllum so væl niður
í minstu smálutir, leggur hann
aftrat.
Nógv meira pant
Grøni maðurin í Vestmanna
heldur, at nógv fleiri ting, sum
verða seld í handlunum, skuldu
havt pant, og her nevnir hann
eitt nú ymiskar plastfløskur,
blikk, krukkur og ymiskt annað,
sum ikki hevur pant í dag.
- Tað hevði heilt sikkurt gjørt
stóran mun, eins og tað hevði
minkað munandi um burtur
kastið, um pant var á fleiri íløtum.
Hetta hevði samstundis lagt upp
til enn størri endurnýtslu, sum
ikki minst hevur sín týdning
í umhvørvinum. Vit eiga ikki
at koyra tað burtur - ella upp í
royk - sum kann endurnýtast.
Mong børn eru so bevíst í dag,
at tey henta tað órudd upp, sum
tey finna.
Í sínum arbeiði gjøgnum hesi
mongu ár hevur Finnbogi Joen
sen lagt stóran dent at arbeiða
saman við teimum smáu børn
unum í barnagarðinum og skúla
ungdóminum annars, og hann
ivast onga løtu í, at hetta hevur
givið úrslit og hevur verið við
til at gjørt børnini bevíst um at
verja okkara náttúru.
Finnbogi Joensen vísir á, at
fólkatalið á jørðini veksur við
90 miljónum um árið, og tað er
sum alt fólkatalið í Týsklandi.
- Árini 1960 til 2000 vaks
fólkatalið á jørðini úr trimum
miljardum upp í seks miljardir,
og nú nærkast heimsins fólkatal
hálvari níggjundi miljard. Tað
sigur seg sjálvt, at vit mugu verja
okkara skapanarverk, sigur
grøni maðurin í Vestmanna,
sum á so mangan hátt hevur
tænt umhvørvinum øll hesi
mong ár.
Umhvørvi