Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 29 Komandi partur Andrew fór at selja olju, og hann fór eisini aftur til skips á gamalsaldrinum. skyns tekniskar trupulleikar. Í fyrstuni var so lítil dampur. So varð ein kasseraður hvala­bát­ur, "Lopra", lagdur á liðina fram­ man­fyri planinum (dráttinum). Alt varð tikið úr honum, og síðani var síðan á honum skorin niður. Veirar vórðu lagdir undir ketil­in, og hann bleiv skrúvaður í land upp á planin. Síðani bleiv hann settur í ketilrúmið og settur í stand. Harvið fingu vit størri orku at framleiða meira við dampi. Eftir hetta vóru síðurnar á hvalabátinum sveis­aðar aftur, og so fleyt hann. Hann varð síðani søkt­ur í Ónavík, men lykilin til botn­ ventilin varð standandi í, so hann kundi hevjast aftur. Tað varð hann seinni, tá hann var brúkt­ur til kei. Tað var ikki eg sjálv­ur, sum einsamallur fann uppá alt hetta, tí Aksel var tann, sum skipaði fyri. Hvalabátarnir høvdu fingið boð um, at tað skuldi ikki ganga meira enn so og so nógvir tímar frá tí, at hvalurin var skotin, til teir vóru í Lopra við honum. Tvøst­ið var skorið upp so skjótt sum gjørligt og flutt til Vágs við lastbilum og fryst har. Tá ið tvøstið var fryst, varð tað lagt niður í trækassar, lok varð neglt á, og tað var so sett inn í frysti­ goymlsuna. Tað varð síðan selt til Onglands. Tað fyrsta árið, vit høvdu Lopra, varð tað gamla frystaríið brúkt. Hetta nøktaði ikki tørvin. Á Tvøroyri vóru størri goymslur, og deksbáturin “Jonna” sigldi í pendulfart á Tvør­oyri við tvøstinum. Seinni bygdi P/F J.A. Godt­ fred eitt nýtt frystari, sum síða­ni varð brúkt til endamálið. Hendi tað seg framvegis, at frysti­orkan ikki var nóg stór, varð tvøstið ísað í kassar og sent við skipi til Onglands. Lýsið varð eisini selt til Ong­ land. Tey fyrstu tvey árini varð lýsið selt í tunnum. Men so varð ein tangi bygdur, og tá kom ein tangabátur eftir lýsinum, og hetta lætti mun­andi um. Tvøstið var flutt til Onglands við farmaskipi. Tvøst­ið varð annars nýtt til manna­føði. Tað var so stutt liðið frá kríg­num, so tá høvdu teir brúk fyri øllum tí mati, sum teir (um­hvørvis­ felags­skapirnir) nú á døgum av øllum alvi royna at friða. Fingu fleiri hvalabátar Tað gekk væl við hvalastøðini at byrja við og tey bæði fyrstu árini. Fyrsta árið vóru 360.000 kr. til góðar. So keyptu vit tveir hvalabátar í Hull. Teir vórðu sleipaðir upp til Føroya. Tað var illveður, og annar snøgt sagt hvarv á vegnum. Báðir vórðu sleipaðir av einum ensk­ um sleipibáti, so annar má hava slitið seg burturúr. Hann sást í hvussu er ongantíð aftur. Hin fór beinleiðis inn á Skála, og hann fekk navnið "Sumba". Gamli Kruse førdi hann. Tvey ár seinni keyptu vit ein nýggjan hvala­bát, sum æt "Royður". Hann var stórur og var olju­fýrd­ ur. Fyrsta árið, vit drivu støð­ ina, vóru hvalabátarnir gamli "Sumba", "Sheila" og fyrr nevndi "Lopra". Tá var alt kolfýrt, men sein­ni vórðu tangar gjørdir á landi í Lopra, og bátarnir blivu olju­fýrdir. Oljufýring fekst tá eisini á landi. Har varð nevniliga eisini alt upprunaliga fýrt við koli, so tað skuldi, sum vera man, nógv kol til. Hetta gav nógv arbeiði, men eisini nógva dálking. Kolið kom annars úr Bretlandi. Brúgvin í Lopra var so ússalig tá. Norðmaðurin Andersen ar­ beiddi sum formaður. Hann hevði ein rambukk, sum teir slóu pelar niður við. Brúgvin varð so sterk til endan, at teir kundu koyra kol eftir henni. Vit búðu í Vági og arbeiddu í Lopra. Men tað lá væl fyri, tí tá var vegur, og eg hevði bil. Meginparturin av arbeiðsfólkinum var úr Sumba, meðan nakrir fáir vóru úr Vági og úr Porkeri. Tá var ikki vegasamband til Sumbiar. Teir komu til gongu og búðu í barakkum gjøgnum vikuna og fóru so heim at halda heilagt. Komu hvalir inn í viku­skifti­ num, máttu flensararnir koma aftur til arbeiðis. Tvøstið varð so koyrt í bili til Vágs. Vit høvdu lastbil sjálvir, og Akra-Petur koyrdi hann. Fasta løn og bonus Manningin á hvalabátunum var lønt við eini fastari løn og so eitt vist av hvørjum hvali. Ævintýrið hjá eini hvalstøð var at finna ambra, sum var so ótrúliga virðis­mikið, og sum varð nýtt í kosmetik­ídnaðinum. Einaferð hildu vit, at vit høvdu rakt við hetta “gullið”, men tað hendi so ikki meira. Við einum hvalabáti vóru vanliga tveir meistarar, tveir fýrbøtarar, kokkur, ein stýri­maður, tveir dekkarar og skip­arin, sum vanliga eisini var skjútti. Ein slík hvalastøð var eitt stórt arbeiðspláss. Tað mundu vera einir 70 mans, sum arbeiddu har. Ein av mínum uppgávum var at hava skil á roknskapi og tílík­um. Úr allari oynni at keypa tvøst Tað komu fólk úr allari Suðuroynni at keypa tvøst, og hevði hetta í sær sjálvum stór­ an týdning fyri fólkið í oynni. Tá komið var inn við hvali, fór maður av húsi. Besta tvøstið var av stertinum, og so skuldi tað helst vera av einum finnhvali. Men tá teir fingu ein bláhval, var tað uppaftur betri. Men teir fingu vit fáar av. Umframt finn­ hvalir fingu vit nógvar spermar. Í einum finnhvali kundu vera eini 4-5 tons av tvøsti. Aftaná at hvalabáturin "Sumba" varð komin, fingu vit hvala­bátin "Royður" . Eg var í Noregi eftir honum. Eg haldi, at eg var einsamallur navigatørur umborð. Poul Kruse, sum var sonur gamla Kruse, førdi "Royð­ ur". Hann varð seinni stýri­ maður á Smyrli, og har var eg onkuntíð avloysari fyri hann. Hann skjeyt tað eina árið heilar 102 hvalir. Tað var met. Vit høvdu hvalastøðina, til hon fór á húsagang í 1952. Árið eftir var eg eisini leiðari. Tá høvdu Dánjal Niclassen og Brockie hana. Stutt eftir stegð­ aði hon med alla. Orsøkin var fyrst og fremst lægri prísir á lýsi. Tað var ein stórur saknur fyri fólkið í sunnara enda á Suður­ oynni, tá ið virkið steðg­aði í Lopra, og tú ikki kundi fara hag­ ar at skera tær tvøst til vetrar­ mat. Eisini var tað ein smeitur fyri Sumbiar kommunu, at hon misti so nógv arbeiðspláss við tilhoyrandi skattakrónum. Poul F. var eitt skifti lærari í Lopra. Ein dagin spurdi hann næm­ingarnar um konga­rekkju­ na. Jú, svarið var Mikkjal og Andrew Godtfred! So nógv merkti hvalastøðin fyri bygdina. Hvalastøðin í Lopra ein góðan dag Menn skera sær tvøst til vetrarmat Hvalabáturin Sumba