Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 28 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 5. partur E itt ískoyti um "Norð­far­ ið" er, at teir longu í 1945 vóru tveir ísfiskatúrar í Grønlandi. Tá høvdu før­oyingar ikki roynt har síðan krígsbyrjan í 1940. Tann fyrra túrin fingu teir uppí eftir hálvum fimta samdøgri, og tann seinna túrin eftir átta samdøgrum. Tá vóru teir inni í Holsteinsborg, og tískil var Norð­farið fyrsta skipið úr Europa, sum var inni har eftir krígslok. Eitt annað ískoyti til søguna um Norðfarið er, at í 1933 hendi tað, sum eg óttaðist fyri. Meðan vit vóru staddir á Suður­landinum í apríl mánað brotnaði krumtappsaksilin. Vit royndu í einar 14 dagar einans við seglum og fóru síðani heim. Skipið skuldi fara til Grøn­ lands komandi túrin, so tíðin var knøpp. Skipið hevði ein 80/96 hk motor við dupultum sylindara. Men tað bleiv í skundi sett­ur ein Tuxham 120/140 HK í skipið, meðan vit vóru heima. Tíðin varð so knøpp, at tað blivu ikki stundir at taka av ein­um bjálka í maskinrúminum, sum tað skuldi havt verið gjørt. Tá ið vit vóru farnir avstað, byrjaði tað at bresta í tí aftasta sylindara­num. Vit fóru tí at taka stemplið so langt upp, sum til bar. Vit styttu tann ovasta ringin og royndu so aftur, men 24 tímar seinni kom bresturin aftur. So varð sylindarin aftur tikin upp, og næsti ringur stytt­ur, men alt segði tað sama. Triðju ferð styttu vit ringin eitt sindur meira, men sami brestur kom aftur. Vit vóru nú komnir á Kappan, tá vit fjórðu ferð tóku sylindaran upp aftur. Hesa ferð varð fílað meira av tí ovasta ringi­num, og tá var friður. Mot­ or­urin gekk væl øll tey fýra árini, eg var motorpassari. Um várið 1934 gekk dyna­ mo­in á ljósmotorinum fyri. Vit høvdu eisini eina minni dyna­ mo, sum varð drivin av høvuðs­ motorinum. Eg gjørdi so eitt fundament til ta lítlu dynamoina og legði so reim til svinghjólið á høvuðs­ motorinum. Tað er undrunarvert, at einki óhapp hendi av hesum. Tað var neyðugt hjá mær at fara yvir um svinghjólið á høvuðs­motorinum, sum var í gongd, meðan eg arbeiddi, og eingin skermur var fyri. Ofta var óslætt, og skipið rullaði illa. Tann minsta snávingin kundi ført til eina vanlukku. Tað vóru annars fá skip, ið høvdu elektriskt ljós tá. Í 1930-árunum var tað so­ leiðis, at sparast mátti upp á alt, og minst møguligt skuldi í smiðju. Vit máttu sjálvir gera tær umvælingar, sum vit kundu. Vit nýttu ikki vanliga sveis­ ing, men brúktu silvur at lodda við. Var einki silvur, bleiv ein eingilskur shillingur brúktur, men hann skuldi vera av einum ávísum árgangi. Aftur til Silver Spray Vit vóru sjey mans við "Silver Spray", tá ið vit vóru til fiski­ skap. Vit plagdu at fiska í eina viku. Fiskurin skuldi helst ikki vera meira enn tríggjar vikur gamal, tá ið hann varð landaður, men undir krígnum var hetta ikki tikið so tungt, tí tørvur var á fiski. Umframt at fiska undir Íslandi, vóru vit ein túr eysturi í Hvítahavinum í 1946. Hetta var russiskt ella sovjetiskt havøki. Vit vóru so langt eysturi, at vit skilliga sóu oynna Novaja Semlja um dagin. Vit vóru eisini inni í Honnings­våg í Noregi. Tað var ræðu­ligt at síggja, hvussu illa býurin var farin. Har vóru bara teir beru skorsteinar, sum alt var bumbað. Havnakapteinurin leyp hvøkk á meg, tá hann segði, at sóu russarar okkum, so fóru teir av­stað við skipinum. Eg tordi ikki at siga tað fyri manningini! Í Hvítahavinum var góður botn­ur, men har var ikki fiskiligur sjógvur. Hann var ov klárur. Vit vóru uppi á Kaninbankanum eisini, men har vóru bert nakrir lirar (steinbítar) at fáa. Men vest­ ari gekk tað so nøkulunda. Har vóru góðar hýsur og stórar reyðsprøkur. Vit fiskaðu har í 10 dagar. Vit høvdu seks samdøgur og 18 tímar at sigla til Aberdeen, og vit landaðu fyri 1.800 pund sterling. Pundið var tá 22,40 krónur, sum er 2-3 ferðir meira enn í dag. Keyptu hvalastøðina í Lopra So varð fiskimarkið flutt út undir Íslandi, tá kundu vit ikki fiska meira við snurriváð. Vit seldu Silver Spray til Christian Holm Jacobsen, sum vit eisini høvdu keypt hana frá. Tá skeyt Mikkjal – beiggi mín – upp, at vit skuldu keypa hvalastøðina í Lopra, sum var til sølu. Henda hvalastøðin hevur eina langa søgu. Hon byrjar longu í 1901, og greitt er frá henni í bókini "Lopra" hjá Er­ lingi Poulsen. Tað var Gudmund Morten­ sen á Tvøroyri, sum átti støð­ina. Niels Mortensen var her suð­ uri eisini, og hann og Mikkj­al gjørdu av, at teir skuldu keypa hvalastøðina. Hetta var í 1948. Eg varð boðin at vera leiðari (bestýrari) og Aksel Johan­ sen, ættaður úr Vík, sum var maskimmaður við mær øll árini við "Silver Spray", skuldi vera smiðjumeistari. Hann var út­lærdur smiður og hevði lært í Vági. Vit stovnaðu felagið P/F Lopra, og eigararnir vóru P/F J. A. Godtfred, felagið Sperm, Aks­el og eg sjálvur. Eg setti 10.000 kr. í felagið. Tað vóru nógvir pengar tá. Støðin var í ringum standi, so tað mátti nógv umvælast, og tað mátti bøtast um umstøðurnar. Tá varð lýsið kókað í opnum ketl­ um við ongum trýsti á. Vit settu fýra ketlar upp, sum lógu har og rókust. Vit gjørdu teir í stand og brúktu teir at kóka spik í undir trýsti. Seks aðrir ketlar vóru, sum kókaðu bein og tvøst. Teir stóðu úti á kjøtloftinum. Tað varð hivað uppí við eini heysu, og so varð tað fylt í ketlarnar. Vóru beinini ov stór, var ein dampsag, sum sagaði beinini sundur. Turka var eingin, t.v.s. – hon var har, men húsið var burtur. Hon hevði ikki verið í brúk í fleiri ár. Vit bygdu eitt hús yvir turkuna og fingu hana at mala aftur. Síðan keyptu vit ein gamlan Tuxham motor sum drívkraft til mylluna. Tað, sum kom úr ketlunum, fór inn í turkuna at blíva turkað. So varð tað koyrt í eina myllu og varð malið til mjøl, sum varð brúkt til tøð. Tað, sum kom í turkuna, var tað, sum eftir var í ketlunum. Annars varð brúk fyri øll­ um góðum hugflogi at loysa al­ Teir hjá Dias á Heyggi vóru fjølbroyttir vinnulívsmenn. Teir fóru eisini upp í stórhvalaveiðuna, sum tó gjørdist stokkut SIÐSØGA Andrew Godtfred: Komu upp í stórhvalaveiðuna Mikkjal Godtfred var stjóri Theodor Kruse klárur at skjóta