Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 27 løða um næturnar. Felags P-pláss eru ein avbjóðing Keypir tú ein elbil, skalt tú eisini hava eina løðistøð. Tað er tekniskt møguligt ikki at hava eina løðistøð og at brúka al­mennu løðistøðirnar ístaðin, men hetta er dýrari enn loysnin við heimaløðing, umframt at tað er rættiliga ópraktiskt. Løðistøðirnar fáast til láns frá SEV, og í løtuni er tað ókeyp­ is, men kostnaðin fyri at seta løði­støðina upp rindar brúkarin sjálvur. Harumframt skalt tú eisini rinda fyri ein málara, ið bert mátar streymnýtsluna hjá bilinum og hitapumpuni. Tann streym­urin er bíligari enn vanligi húsarhaldsstreymurin, og tí er neyðugt hjá SEV at skyna mun á streymnýtsluni. Hevur tú frammanundan hitapumpu, hevur tú eisini málaran, og tá sleppur tú sostatt undan at gera ta íløguna. – Tú skalt draga kaðalar og seta støð og málara upp, og tað er ikki ókeypis. Tann kostnaðurin avhongur av, hvussu langur kaðalin er frá trans­for­matorstøðini ella málara­num. Stendur garagan langt burturi frá húsunum, og kaðalin skal vera langur, so kann tað enda uppi á 16.000 krónum ella líknandi. Men vanliga skalt tú rokna millum 8.000 og 12.000 krónur, sigur Martin Andreas Kruse. Í sambandi við løðistøðirnar hevur kortini ein trupulleiki stungið seg upp hjá teimum, ið búgva í íbúðarblokkum og aðrastaðni, har parker­ings­pláss­ ini eru felags. Hetta er í grundini ein spurn­ ingur um, hvør skal gjalda rokn­ ing­ina fyri at seta upp løði­ støðir­nar, sigur Martin Andreas Kruse. – Hevur tú ikki eitt oyramerkt parkeringspláss, er tað trupult at seta eina løðiðstøð upp. Har hevur SEV gjørt greitt, at eigarafeløgini mugu gera av, hvussu løðistøðirnar skulu set­ast upp. Og tað kann vera eitt sindur knortlut, um bert tvey fólk í einum eigarafelag hava el­bil, men eigarafelagið skal gjal­da, fyri at tey kunnu fáa eina løðistøð til elbilarnar, sigur Martin Andreas Kruse og leggur aftrat, at har má onkur broyting til. – Býrt tú í einum blokki og hevur ikki møguleika at seta eina løðistøð upp, so mást tú hava eina almenna løðistøð. Tú kanst gera, sum BankNordik hevur gjørt og seta løðistøðir upp á arbeiðsplássinum. Tað sært tú eisini nógv í útlondum, at arbeiðspláss seta upp løði­ støðir fyri at eggja teirra starvs­ fólkum at skifta til elbil. Tað er ein møguleiki. Tað almenna má samstarva betri Ein uppaftur størri trupulleiki, sum Martin Andreas Kruse hevur varnast, er, at alt ov lítið sam­skifti og samstarv er millum al­mennu myndugleikarnar um umskiftið til grønu ferðslu­ loysnirnar. – Tað manglar, at tað er ein ætlan fyri alt Føroyar. Strand­ faraskip landsins hevur keypt 38 dieselbussar inn komandi sjey árini, meðan SEV vil hava eitt grønt net. Hví keypa vit dieselbussar nú, og ikki battaríbussar? Har er eingin saman­hangur í ætlanunum hjá Strand­faraskipum Landsins, Lands­verk, SEV og so framvegis. Frægast hevði verið, um al­ mennu myndugleikarnir í felag kundu leggja ætlanir fram í tíðina, soleiðis at meira saman­ hangur var í avgerðunum, metir Martin Andreas Kruse. Skálatrøð, Tórshavn - 2 Heiðavegur, Saltangará - 3 Flogvøllurin, Sørvágur - 2 Fútalág, Tórshavn - 2 Blómubrekka, Tórshavn - 2 Nólsoyar Páls gøta, Klaksvík - 3 Ovari Vegur, Sandur - 3 Fjarðavegur, Vestmanna - 3 Oyrabakkavegur, Oyrabakki - 3 Sjógøta, Tvøroyri - 3 Flogvøllurin, Sørvágur - 3 Skálatrøð, Tórshavn - 3 Norðari Ringvegur, Tórshavn - 2 Oknarvegur, Tórshavn - 2 Heiðavegur, Saltangará - 2 Sjógøta, Tvøroyri - 2 Jatnavegur, Miðvágur - 2 Við Sandin, Klaksvík - 2 Bakkavegur, Glyvrar - 2 Hagabrekka, Skálavík - 2 Leirvíksvegur, Skopun - 2 Løðistøðir í Føroyum Elbilar skulu fyri tað mesta løðast, meðan teir eru við hús Martin Andreas Kruse royndarkoyrir ein Hyundai Kona fyri Nýhugsan.fo Hví keypa vit dieselbussar nú, og ikki battaríbussar? Hevur tú ikki eitt oyramerkt parkeringspláss, er tað trupult at seta eina løðiðstøð upp