Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 26 TEMA: Umhvørvi Umhvørvi STEINAR PATURSSON E lbilar eru á einum góð­ um støði, og elbilar líkjast meira og meira vanligu bensinbilunum. Tað sigur Martin Andreas Kruse. Umframt at eiga elakfør.fo, sum selir Tesla bilar í Føroyum, eigur og rekur Martin Andreas Kruse eisini nýhugsan.fo, ið er ein bloggur, ið hevur til enda­ máls at varpa ljós á grønar orku­loysnir, orkupolitikk og burðardygd innan flutning, akfør og ferðslukervi. Fyri ikki so nógvum árum síðani lá kostnaðurin fyri ein elbil uttan fyri tað, ið van­ligi bilkeyparin hevði ráð ella hug at rinda fyri ein bil. Úrvalið av elbilum var eisini av­markað, og av tí sama vóru el­bilar meira at rokna sum ein ser­vøra heldur enn atkomuligt um­hvørvis­ vinar­ligt alternativ fyri bilistar. Seinastu árini er úrvalið vorðið munandi størri, og alsamt fleiri bilaframleiðarar hava nú elbilar á vørulistanum. Hetta merkist eisini aftur á prísstøðinum, og elbilar kunnu nú kappast við vanligar bensinriknar bilar í prísi. Sum dømi vísir Martin Andreas Kruse á nýggja id.3 bilin hjá Volksvagen. – Volksvagen kemur út við id.3 bilinum nú. Hann er, sum teir sjálvir siga tað, príssettur sum ein væl spekkaður Golf. Id.3'arin er sum teirra triði bilur til fólkið. Fyrst kom boblan, síðani kom Golfurin, og id.3'arin er skiftið hjá Volksvagen til ein grønari bil. Fleiri bilaframleiðarar eru eisini farnir at framleiða vanligu bila­sløgini í el-variantum, soleiðis at kundin sjálvur kann gera av, um hann vil hava ein ben­sin- ella elbil, sigur Martin Andreas Kruse. Samstundis fært tú løtuni afturborið MVG'ið av einum elbili, og hetta merkir, at keypir tú ein nýggjan elbil fyri meira enn 350.000 krónur, fært tú í mesta lagi 70.000 krónur aftur, ger Martin Andreas Kruse greitt. Bilarnir skulu løðast við hús Battarítøknin hevur ment seg nógv seinastu árini. Menta tøkn­ in hevur við sær, at brúk­ar­in nýtist ikki longur at hugsa alt ov nógv um hvørt bilurin megnar at koyra ein ávísan tein upp á battarí­ið, tí battaríini megna meira, enn tey gjørdu fyrr. – Bilarnir eru á fínum støði. Battarí­ini eru stór nokk, og tú fært næstan ikki ein nýggjan elbil, sum ikki kann koyra frá Havn til Klaksvíkar tur-retur og aftur til Klaksvíkar, áðrenn tú skalt løða. Almennu løðistøðirnar koma sjálvandi væl við, men høvuðs­ enda­málið hjá teimum er at tryggja, at bilurin hevur nokk av orku til at koma heim - ikki til at løða bilin fullan. – Tað handlar í grundini um at koma heim, soleiðis at tú fært løtt bilin til dagin eftir. Tað er ikki so, at tær nýtist at løða heilt til 100 prosent á battarínum hvørja ferð, tú skalt bara løða nokk til at koma heim, sigur Martin Andreas Kruse, og sipar til, at bilarnir standa vanliga og Tøknin gerst alsamt betri, og útboðið av elbilum er voksið nógv seinastu árini. Hóast elbilurin er meira atkomuligur fyri breiðu fjøldina í dag, og tað er lættari at fáa bilin løddan, eru framvegis nakrar forðingar fyri, at elbilar gerast ein enn meira vanligur partur av føroysku ferðslumyndini. Vit hava fingið eitt prát við Martin Andreas Kruse, sum hevur stóran áhuga fyri grønum orkuloysnum ELBILAR ELBILAR ERU MEIRA ERU MEIRA ATKOMULIGIR ATKOMULIGIR ENN ÁÐUR ENN ÁÐUR Fyrst kom boblan, síðani kom Golfurin, og id.3'arin er skiftið hjá Volksvagen til ein grønari bil