Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 31 L eygardagin tann 5. September verða tvíburðabrøðurnir Kári og Róald Norðberg 90 ár. Teir eru synir Niels Paula og Mikkalinu Norðberg í Hvalba. Sysktinaflokkurin á Heyggi í Hvalba var stórur. Tey vóru tvær systrar og níggju brøður. Nú eru bert Kári og Róald eftir á lívi. Sysktini vuksu upp í eini tíð, tá ið tað, sum komu úr sjónum, var álitið. Niels Pauli sigldi, og mamman var heima og tók sær av stóra barnaflokkinum. Tá ið dreingirnir vuksu til, fóru fleiri teirra til sjós. Kári var ein teirra, men Róald fór fyrst í maskinmeistaralæru og síðani at sigla. Kári fór við Hvalbiartrolaranum Drátti sum messudrongur. Síðan var hann við Yvonnu við Vági. Jóan Petur hjá Mouritsi var skipari. Eisini sigldi hann við Jóannes Pætursyni við Svenning Johannesen sum skipara. Kári giftist við Malenu, og tey búsettust í Hvalba. Tey fingu trý børn. Malena andaðist í sepembur í fjør. Fyrst í 60-unum arbeiddi Kári í Føroyingahavnini. Tá ið hann var heima í vetrarhálvuni, arbeiddi hann á kolinum. Seinnu helvt av 60-unum var hann við norskum trolara. Síðani var hann við Mýlingi, og var hann har, til hann fór við Polarborg, sum kom til landið fyrst í 70-unum. Tá ið hvalbiartrolarin Niels Pauli kom til landið í 1984, fór Kári at sigla við honum. Har var hann í nøkur ár, til hann gavst at sigla. Síðan fór hann at arbeiða á flakavirkinum í Hvalba. Kári hevur seinnu árini tikist við seyð og annað fyrifallandi arbeiði. Hóast høgan aldur býr Kári heima. Róald fekk lærupláss í smiðjuni hjá Palla Mortensen(ArgjaPalla) í Vági í mars í 1947. Tey fyrstu árini búði hann á Báraldabakka. Síðan fór hann á maskinskúla, fyrst í Havnini og síðan í Keypmannahavn, og eftir lidna skúlagongd fór hann at sigla við tangabáti hjá A. P. Møller. Róald giftist við Ásu, og seinast í 50- unum fluttu tey til Vágs. Tey keyptu hús í Toftalíð. Róald og Ása fingu 4 børn. Róald fór við trolaranum Vágbingi, sum kom til Vágs í 59 og var hann við har nøkur ár. Mitt í 60-unum fór hann at arbeiða sum el-innleggjari og opnaði samstundis el-handil í bygninginum hjá Petur Nolsøe. Seinni bygdi hann handil upp í húsini í Toftalíð. Tey góvust at handla seinnapartin í 70-unum. Í 1971 fór Róald við Sólborg hjá Eiler Jacobsen, og var hann við har til í 1974, tá hann legðist uppi eina tíð orsaka av, at tey mistu yngstu dóttrina. Nakað eftir hetta fór Róald aftur at sigla, og var tað við Polarborgunum hjá Jákupi í Lopra. Síðan legðist hann uppá land og varð inspektørur fyri trolararnar, sum vóru knýttir at Polarfrost. Í 1983 fekk Róald starv hjá SEV á el- verkinum í Vági, og var hann har, til hann vegna aldur legði frá sær í 2000. Róald hevur eisini seinnu árini fingist við seyð og tikist við annað fyrifallandi arbeiði. Eisini er hann virkin í andaligum arbeiði. Hann er trúfastur í samkomuni í Bethel í Vági. Róald og Ása klára seg væl og búgva heima. Ynskt verður tvíburðabrøðrunum Kára og Róald hjartaliga tillukku við teimum 90 árunun og Guds signing á lívskvøldinum. Tvíburðabrøðurnir Kári og Róald Norðberg 90 ár Kári og Róald Norðberg. Myndin er tikin 9. Juli í ár, tann dagin Ása og Róald høvdu krúndiamantbrúdleyp UM STOVNIN Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Studna, Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Barsilsskipanini og Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 11 fólk, stjórin, sjey løgfrøðingar og trý skrivstovufólk. Løgfrøðingar til Føroya Kærustovn Grafix 504251 Annað starvið er fast starv í sambandi við, at nýggjar uppgávur eru lagdar til Kærustovnin, meðan hitt er farloyvisstarv í eitt ár fyri løgfrøðing í farloyvi. Um okkum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá níggju kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum. Um teg • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur. • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni. • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur. • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu. Vit bjóða • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv. • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir. • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir. • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum. • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Meiri at vita Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585. Umsóknir Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Føroya Kærustovn Postrúm 45 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. september 2020. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo Vit sóknast eftir tveimum løgfrøðingum at byrja 1. november 2020 ella eftir nærri avtalu