Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 32 TØKK Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir og abbi so brádliga andaðist og varð jaraður Marius Vang 05/12-37 – 02/06-20 Takk til tykkum sum vóru um okkum í heiminum, takk til Ambulansutænastuna, Tom Skaale fyri andakt á kapellinum, Marius Jacobsen fyri andakt í kirkjuni, Øssur Kjøldbro fyri góð orð til jarðarferina, kirkjutænarar og gravarar. Takk fyri vtjanir, telefonsamrøður, ,takk til “Seinasta Heilsan” og tykkum sum fylgdu, takk til tykkum sum bakaðu og hjálptu til við ervinum, takk fyri gávur til Leirvíkar Missiónshús. Asta, Jan, Jóan Petur, Marianna og Jacoba v/ familju TAKK Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Bergtóra Poulsen 05.12.39 - 24.05.2020 andaðist og varð jarða Takk til Patrick prest fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Takk til tykkum sum skipaðu fyri ervinum og hjartans tøkk fyri bakstur. Takk fyri mongu heilsanir, blómur, kransar, uppringingar og peningagávur til krabbameinsfelagaði. Takk til sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til Dorrit Bech Joensen, lækna fyri títt stóra hjálpsemi. Familjurnar vegna Eli, Poul Johannes, Birgit og Suna við familjum TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, umsorgan og hjálp, tá ið okkara elskaði sonur, samlivi, beiggi, pápi og abbi Tórheðin Torkilsson Thomsen f. 11. november 1967 – d. 30. apríl 2020 doyði og varð jarðaður. Takk øll tit, sum vóru um okkum hesa sváru tíð, og takk Ann Hermansdóttir, prestur, fyri góð og troystarrík orð. Takk øll, sum fylgdu Tórheðini til gravar, takk fyri blómur og kransar og takk øll tit, sum hjálptu til við ervinum. Torkil, Katrin, Oluffa, Ragnar, Reysti, Elin Maria, Katrin, Ronja, Gilli, Emma og Liam Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR torshavn.fo Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Loyvið eru knýtt at bilstøðini BIL. Umsóknin verður fylt út í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo Umsókn Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi hósdagin 17. september 2020. Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um hýruvognsreglur, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur vinnunevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu. Hýruvognsloyvi