hósdagur 3. september 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
34
TØKK
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu
tá beiggi, mammubeiggi, pápabeiggi,
ommubeiggi – abbabeiggi,
langommubeiggi og langabbabeiggi okkara
Edvard í Puntabyrgi
f. 26. mai 1937 - d. 26. apríl 2020
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tey, ið komu í kirkjuna,
og tey sum vegna Korunu stóðu uttanfyri, og
við kirkjugarðin. Tøkk til prest fyri uggandi
orð, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Stóra
tøkk til tykkum - á Suðuroyar Sjúkrahúsið og
Landssjúkrahúsinum - sum veittu umsorgan og
ugga undur sjúkraleguni.
Eisini takk til familju og vinir, sum
trúgv vitjaðu og vísti hjálpsemi,
aftaná Edvard flutti aftur til Suðuroyar.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Javna.
Vegna tey avvarandi
Finn í Puntabyrgi
TØKK
Eliesar Sørmund Olsen
F.18.08.1946, D.05.07.2020
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá elskaði maður, pápi ,abbi, langabbi og
verfaðir okkara andaðist og varð jarðaður. Vit
bera starvsfólkunum á sjúklingahotellinum í
Keypmannahavn hjartans tøkk fyri framúrgóða
hjálp. Eina hjartans tøkk bera vit eisini
starvsfólkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
heimasjúkrasystrum og Hjálpitólarmiðstøðini.
Vit takka øllum, ið vitjaðu, ringdu, hjálptu til
við jarðarferðini og heima eftir jarðarferðina.
Takk Marjun Lómaklett, prestur, fyri
góð og troystarík orð í Kapellinum og í
Christianskirkjuni, og takk Hanus á Gørðum
prestur, fyri vitjan í heimi okkara aftaná
jarðarferðina. Takk fyri sangarar, urguspælari,
kirkjutænarar, gravarar og takk fyri blómur,
kransar, og takk fyri peningin, sum varð latin
Sóljubussinum. Takk til tykkum øll sum fylgdu
Sørmund til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegna Maria, Hennibeth, Hans
og Elsa.
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Marjun Lamhauge
andaðist og varð jarðað.
Hjartans takk til tykkum á onkologiska
ambulatorium, í palliativa toyminum og
tykkum á B6 á Landssjúkrahúsinum, sum
vóru um hana, meðan hon var sjúk og
seinastu tíðina. Tøkk til heimarøktina.
Tøkk til prestarnar Henning Bøgesvang og
Meinhard Bjartalíð fyri sera góð orð, og øllum
tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og
ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar. Tøkk
fyri peningagávur til Bønhúsið í Søldarfirði.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Piddi, Annleyg, Oggi, Rannvá, Elsa og Ólavur
Vælkomið
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barnsburðinum, og vilja vit fegin
siga frá hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Sendið mynd við