hósdagur 3. september 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
39
TRÓNDUR ARGE
T
að
er
brádliga
langtsíðani,
at
Víkingur hevði takið
á fótbóltsføroyum.
Í 2017 vann felagið sítt annað
meistaraheitið upp í slag. Í
stóran mun við lokalum og
loyalum spælarum. Víkingur
hevur síðani felagsliðið bleiv
til í 2009, verið ein felag, sum
hevur staðið seg væl í mun til
fólkagrundarlag.
Ein av høvðusorsøkunum
er, at felagið hevur verið væl
rikið og spælararnir hava verið
lokalir, loyalir og ikki minst
drúgvir.
Við fimm Løgmanssteypum,
tveimum FM-steypum og fleiri
avbera góðum avrikum í Evropa,
var Víkingur felagið, sum fleiri
leitaðu til, fyri at síggja hvussu
tú skalt reka eitt felag. Víkingur
hevur eisini verið lýst sum ein
familjifelag, sum nærumhvørvið
stendur væl samanum.
Nógv broytt í Víkingi
Tann
seinasti
parturin
stendur við. Víkingur stendur
nærumhvørvinum nær, men
ítróttarliga er felagið farið av
sporinum í mun til undanfarnu
árini. Fimm tey fyrstu árini
fekk Jógvan Martin Olsen
álit at byggja nýggja felagið
upp. Hetta gjørdi hann væl og
núverandi fótbóltsmennarin hjá
Fótbóltssambandinum, verður
mangan nevndur, tá tiltongdin
til Víking og FM-heitini verður
lýst. Í 2013 tók Sigfríður S.
Clementsen við og sat við róðið
til endan av 2015. Millum størstu
avrikini var Evropa-summarið
í 2103, tá Víkingur kom víðari
tvær ferðir. Í 2106 kom Sámal
Erik Hentze til og fekk gjørt
Víking til meistarar í 2016 og 2017.
Í 2018 bleiv Maurice Ross
settur sum venjarin, ið skuldi
byrja eitt ættarliðsskiftið í
Víkingi, men tað bleiv bara til
13 dystir, so fekk hann sekkin.
Brandur Jacobsen, formaður, og
leiðslan í Víkingi vildi ikki gera
viðmerkingar til málið.
Sigfríður S. Clementsen bleiv
settur aftur, men hetta er ein av
meiri misjøvnu tíðarskeiðnum
í søguni hjá felagnum, har
leiðslan ikki við leingja. Seinasta
triðingin av kappingarárinum
skuldu teir ungu spælast inn,
men tað endaði í mótvindi.
Liðið vann ongan dyst og fáir
av teimum ungu spælarunum
eru við í dag.
í fjør var Sámal Erik Hentze
venjari, men í ár kom so Eyðun
Klakstein til. Eftir ein misjavna
byrjan hevur Víkingur fótað sær
við trimum sigrum á útivølli
upp í slag. Liðið hevur bara tapt
móti trimum teimum fremstu í
øðrum triðingi.
Spælarar sum Arnbjørn
Svensson, Ingi Jonhardsson,
Noah Mneney, Elias Lervig
og Bergur Gregersen hava
allir fingið spælitíð, men
leiðslan metir ikki tað er nokk
av spælitíð. Tí verður Eyðun
Klakstein koyrdur fyrrapartin.
Sum skilst, kom hetta púra óvart
á allar partar uttan leiðsluna í
felagnum.
Ikki fleiri viðmerkingar
V í k i n g u r
s k r i va r
í
tíðindaskrivinum, at felagið
ikki ger fleiri viðmerkingar til
málið. Hetta er ikki ókent fyri
Víkingi, tá teir hava koyrt ein
venjara. Tað verður skrivað í
tíðindaskrivinum, at "Leiðslan í
felagnum ynskir nú, at tað skal
meira ferð á hesa tilgongd, har
ungir leikarar fáa størri leiklut
á besta liði felagsins."
So er spurningurin hvussu
hetta skal skiljast, tá leiðslan
hevur verið partur av eini
tilgongd, sum hevur heintað
fleiri spælarar til útifrá? Eitt
nú gjørt tvey ára sáttmála við
Vukasin Tomic, sum er mest
útskeldaði maður í Sarpugerði
í nýggjari tíð.
Brandur Jacobsen og leiðslan
í Víkingi eiga nógv rós uppborið
fyri gott arbeiði, og drúgva
tænastu, men tað sømur seg ikki
at gúppa ein venjara úr einum so
stórum sessi og bara siga, at tú
ikki hevur fleiri viðmerkingar.
Fótbóltur er ikki sum vanligt
vinnulív. Fótbóltur er partvís
undirhald og tað er sjon fyri søgn
við koronastøðuni, at fótbóltur
er einki uttan áskoðarar og
áhuga. Tí skyldar Víkingur, at
koma við eini frágreiðing!
Jóan Petur er ein
spennandi venjari
At leiðslan smekkar við hurðini
merkir ikki, at avgerðin at seta
Jóan Petur Poulsen er skeiv.
Hann er ein væl lýddur venjari,
sum hevur gjørt tað avbera
flott við næstbesta liðnum hjá
Víkingi. Hann er óvia ein tann
evnaríkasti venjari í føroyskum
fótbólti í løtuni.
- Seinnu árini hevur eitt
ættarliðsskifti verið ávegis í
Víkingi. Leiðslan í felagnum
ynskir nú, at tað skal meira
ferð á hesa tilgongd, har ungir
leikarar fáa størri leiklut á
besta liði felagsins. Vit hava
í dag gjørt avtalu við Jóhan
Petur Poulsen, um at gerast
høvuðsvenjari hjá Víkingi, og
harvið ganga á odda fyri tí
tilgongd, sum vit nú fara undir.
Hóast ungur og ongar royndir
sum venjari í bestu deildini, so
er Jóhan Petur eitt vælkent
andlit í okkara felagi, har hann
í skjótt 6 ár hevur verið venjari
hjá okkara fyrstudeildarliði.
Haraftrat hevur hann seinastu
tíðina eisini virkað sum
høvuðsungdómsvenjari
í
felagnum. Vit ynskja Jóhan
Peturi
bestu
eydnu
við
høvuðsvenjarastarvinum,
skrivar Víkingur.
Hetta er fyrstu ferð, at Jóan
Petur Poulsen kemur at standa
á odda fyri einum liðið í Betri
deildini.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Víkingur hevur aftur skift venjara. Hesa
ferð er Eyðun Klakstein koyrdur eftir
tríggjar sigrar upp í slag. Orsøkin er at teir
yngru ikki sleppa framat, sigur Víkingur.
Nýggjur venjari er Jóan Petur Poulsen,
sum hevur verið høvðusungdómsvnjeari
og verið venjari hjá næstbesta liðnum
Betri deildin menn:
EYÐUN HEVUR FINGIÐ SEKKIN
EYÐUN HEVUR FINGIÐ SEKKIN
– JÓAN PETUR TEKUR VIÐ
– JÓAN PETUR TEKUR VIÐ
Betri deildin menn støðan
#
LIÐ
D
V
J
T
MF
MÍ
MM
STIG
1
HB
17
15
1
1
52
12
40
46
2
KÍ
17
13
2
2
55
17
38
41
3
B36
16
12
1
3
49
20
29
37
4
NSÍ
17
11
2
4
30
12
18
35
5
Víkingur
18
10
2
6
36
26
10
32
6
ÍF
18
6
2
10
20
36
-16
20
7
EB/S
18
6
1
11
14
37
-23
19
8
TB
18
2
4
12
11
27
-16
10
9
AB
18
0
7
11
12
52
-40
7
10
SKÁLA
17
0
2
15
9
49
-40
2