hósdagur 3. september 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 64
38
TRÓNDUR ARGE - TÓRSVØLLUR
M
ikudagin klokkan
11.45 hevði føroyska
A-landsliðið hjá
monnum tiðinda
fund undan Nations League
landsdystinum móti Malta.
Høvðusmálið á skránni var at
kunngera nýggjan liðskipara á
landsliðnum. Håkan Ericson og
Hallur Hansson søgdu nøkur orð
á enskum, sum er krav til fram
leiðsluna hjá UEFA. Síðani var
farið at tosað um valið av Halli
Hansson sum liðskipara.
-Fyrst og fremst, so er talan
um ein dugnaligan fótbólts
spælara, sum eg vænti kemur
at verða ein partur av lands
liðnum í framtíðini. Hann er
í gerandisdagnum partur av
einum ítróttarligum sterkum
umhvørvi. Hann hevur havt
eitt gott kappingarár við AC
Horsens bæði sum lið og sum
spælari. Hann spælir nógv
og er áhaldandi. Tað er eisini
imponerandi, at hann er lið
skipari í einum donskum super
ligafelagi, sigur Håkan Ericson,
landsliðsvenjari og leggur
afturat:
-Tað lítla eg kenni til Hall
Hansson, so er hann ein jørð
bundin persónur, sum er róligur
og ósjálvsøkin. Hann hugsar
um hini og at spjaða orku og
tryggleika. Tað er soleiðis eg vil
hava ein liðskipara at virka. Eg
havi sjálvandi tosa við nógv fólk
og leiðarabólkurin hevur eisini
verið ein partur av hesum. Øll
er samd um, at Hallur er okkara
besta boð upp á ein liðskipara,
sigur Håkan Ericson
Hallur: Ein stór uppgáva
Nýggi liðskiparin hjá landslið
num spældi sín fyrsta A-lands
dyst fyri Føroyar í 2012, og hevur
farnu átta árini spælt 46 dystir
og skorað 4 mál.
-Eg takki fyrst og fremst fyri
møguleikan. Eg rodni næstan,
so nógv eg verið róstur. Hetta
hevur verið ein spurningur, sum
vit sjálvandi hava hugsað um,
eftir at Alti Gregersen gavst. Eg
havi ikki hugsað so nógv um at
tað skuldi verða akkurát eg, men
tú hugsar ikki tvær ferðir, tá tú
fær eitt slíkt tilboð, sigur Hallur
Hansson og leggur afturat:
-Eg føli at eg við teimum
royndunum, sum eg havi frá
yrkisleiðini higartil og at eg
eri liðskipari í AC Horsens, eri
væl brynjaður til uppgávuna.
Í Horsens hevur tað ikki altíð
verið líka lætt, tí vit hava
onkuntíð verið í kreppu, men vit
hava rokkið málinum alíkavæl.
Tað havi eg lært nógv av, sigur
Hallur Hansson.
Hann tekur við eftir Atla
Gregersen og undan honum
Fróða Benjaminsen. Tveir spæl
arar, sum hava sett sín stóra dám
á føroyskan fótbólt.
-Eg var ein ungur frustreraður
spælari, sum rann runt og
sparka hinar, men eg havi lært
nógv frá góðum monnum sum
Fróða og Atla. Eg taki hetta
sum eitt herðaklapp, men hetta
er eisini ein stór uppgáva. Eg
gleði meg til hetta og síggi fram
til sleppa at hjálpa teimum
ungu spælarunum. Eg føli at
eg havi nakað at geva teimum.
Eg vil gjarna verða liðskipari á
tí mest suksefulla landsliðnum
nakrantíð. Tað fari eg at gera alt
fyri at røkka, sigur Hallur Hans
son.
Føroyska landsliðið skal
hóskvøldið 3. septembur, eftir
prentstart, spæla móti Malta á
Tórsvølli. Sunnudagin verður
spælt í Andorra.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Á tíðindafundi á Tórsvølli mikudagin bleiv
Hallur Hansson kunngjørdur sum nýggjur
liðskipari á A-landsliðnum. Hann tekur við
eftir Atla Gregersen, sum gavst í fjør. - Eg
taki hetta sum eitt herðaklapp, men hetta er
eisini ein stór uppgáva, sigur Hallur Hansson
Nýggjur liðskipari:
HALLUR HANSSON ER
HALLUR HANSSON ER
NÝGGJUR LIÐSKIPARI
NÝGGJUR LIÐSKIPARI Á Á
FØROYSKA LANDSLIÐNUM
FØROYSKA LANDSLIÐNUM