Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 37 Allir eiga lut í sigrinum Tað er fyrst og fremst eitt avbera flott liðavrik, sum ger at føroyska U21-landsliðið mikukvøldið vann 3-1 á Ísrael. Alir spælararnir hava á sín hátt sett dám á sigurin. Rói M. Hentze stóð stinnur millum stengurnar og fylgdi upp uppá avrikið fyri B36 móti Levadia Tallinn í Europa League. Tað sama gjørdi Magnus M. Jacobsen, sum var kanska besti spælarin í dystinum. Í miðverjuni spældu Bjarni Petersen og Samuel Chukwudi avbera. Ari Olsen og umskúlaði Hanus Sørensen høvdu onkrar avbjóðingar, men annars stinni. Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen arbeiddu hart á miðvøllinum og komu á máltalvuna. Mads B. Mikkelsen stóð sterkastur í myndini av teimum teumum fremstu, sum allir runnu nógvar metrar. Innskiftararnir komu allir inn og gjørdu tað væl. Serliga Andri Benjaminsen kom oftani í spæl og Lukas Giessing avloysti væl á vinstra vongi. "GÓÐI PETUR SKORA!" Soleiðis segði ein troyttur Pætur Petersen eftir dystin. – Á einum skala frá 1 til 10, so eri eg 15 troyttur. Eg orkaði ikki framvið at fegnast, tá Petur Knudsen skoraði til 3-1, sigur Pætur Petersen, sum bleiv órógvaður í upphitingini vegna næsablóð. – Onkuntíð fer tað bara at renna og tað mundi ikki steðga aftur, sigur framrættaði HB-spælarin. Spælarametingar: U21 EM-undankapping 2021 FØROYAR 0 3 ÍSRAEL 1 1 2. SEPTEMBUR 2020 – SVANGASKARÐUR, TOFTIR 8 7 8 8.5 7 8.5 8 8 7.5 7 7 RÓI M. HENTZE HANUS SØRENSEN SAMUEL CHUKWUDI BJARNI PETERSEN ARI OLSEN MAGNUS H. JACOBSEN STEFAN RADOSAVLJEVIC MADS B. MIKKELSEN PETUR KNUDSEN PÆTUR PETERSEN JONN JOHANNESEN 7.5 Lukas Giessing (Inn 58.min) 7 Steffan Løkin (Inn 67.min) 7.5 Andri Benjaminsen (Inn 68.min) 7 Arnbjørn Svensson (Inn 84.min) Dómari: Helgi Mikael Jónasson Íslendski dómarin dømdi ikki illa fyri føroyska liðið. Hann kundi verið harðari við onkrar av okkara monnum, men hann hevði tamarhald á dystinum. 7.5 Føroyar – Ísrael 3-1 (0-1) 0-1: Tomer Yosefi br 35. 1-1: Mads Mikkelsen 52. 2-1: Stefan Radosavljevic 77. 3-1: Petur Knudsen 83. Dómari: Helgi Mikael Jónasson úr Íslandi Fakta Føroyar – Ísrael: Skot: 6-18 Skot á mál: 4-9 Hornaspørk: 1-4 Rangstøður 0-2 Gjørd fríspørk: 14-12 Gul kort: 3-1 Føroyar: Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Bjarni Petersen, liðformaður, Hanus Sørensen (Andri Benjaminsen, 68.) – Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen (Arnbjørn Svensson, 84.) – Pætur J. Petersen, Jonn Johannesen (Steffan Løkin, 67.), Mads Mikkelsen (Lukas Giessing, 58.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rói Zachariasen, Noah Mneney, Janus Svabo Samuelsen, Ragnar Samuelsen og Hannes Agnarsson Gult kort: Ari Olsen, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen Venjari: Sámal Erik Hentze NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri.