Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. september 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 64 36 EIN FEGIN LIÐSKIPARI -Kenslan er øgiliga góð. Her eru fleiri ungir og nýggir mans við. So tað var deilig at fáa ein sigur eisini. Teir eru kanska betri enn vit í fyrra hálvleiki, men vit hava eina ætlan og geva lítið frá okkum. Í seinna hálvleiki vísa vit klassa. Vit tosa um nøkur ting og byrja eisini at raka hvønn annan betri. Tað loysir upp og eftir 3-1 málið koyra vit tað heim, sigur Bjarni Petersen. TRÓNDUR ARGE – SVANGASKARÐUR, TOFTIR T að resta sjey minuttir av vanligari spælitíð, tá Petur Knudsen blívur liggjandi á vøllinum. Føroyar eru á odda 2-1. Tað er eitt sindur av vindi ímóti føroyska málinum og nú leggja gestirnir nógv fyri. Runavíkingurin tekur seg til mjødnina og á síðulinjuni verður gjørt klárt at skifta hann út. Hann ger eina seinastu roynd at trýsta mótstøðuliðið, tá fullvaksni miðverjin hjá Ísrael fær bóltin. Tað endar við eini takling og Petur Knudsen fer tvísporandi móti málinum við bóltinum millum beinini. Tað blívur nakað spíkst og tað gongur illa at lagt bóltin til innaru síðuna á høgrafóti. Heldur endar tað við einum uttarisíðusparki, sum stríkur framvið málverjanum og í málið til 3-1. Føroysku dreingirnir hava vent dystinum, frá hava verið við undirlutan í spæli, styrki og á máltalvuni. Nú er tað 3-1 til Føroyar, okkara spæla seg til málmøguleikar og nú er sigurin næstan vísur. Fleiri broytingar á liðnum Sámal Erik Hentze hevur vunnið FM fýra ferðir seinastu tíggju árini. Tvær ferðir við Víkingi og eina ferð í part við HB og B36. Spælistílurin er eyðkendur, har liðið er væl skipað í verjustøðu og spælir nógv upp á umstillingar. Tað er ein afturgangandi taktikkur, sum sæst á øllunum liðunum, sum hann hevur vant. Hesa ferð eru fleiri avboð í mun til fyrstu úttøkuna. Andrias Edmundsson er í Spania og kann ikki úttakast vegna koronareglurnar har, Jákup B. Andreasen verður tikin upp á landsliðið saman við Danieli Johansen og Adriani Justinussen, meðan Ólavur Niclasen, Hugin Samuelsen og Mórits Heini Mortensen allir geva avboð. Nýggir í hópinum eru Armbjørn Svensson, Noah Mneney, Ragnar Samuelsen og Janus S. Samuelsen. Sjey debutantar Fleiri spælarar fáa eisini sínar fyrstu minuttir á U21- landsliðnum, tá Sámal Erik Hentze setur liðið. Sonurin og málverjin hjá B36, Rói M. Hentze, byrjar inni saman við 17 ára gamla Samuel Chukwudi, ið hevur fingið sítt stóra gjøgnumbrot við HB í ár. Eisini 19 ára gamli Hanus Sørensen, sum spælir við FC Midtjylland í Danmark, spælir sín fyrsta dyst. Hann er umskúlaður til høgra bakk, men byrjaði inni á vinstra bakkinum. Í álopinum fekk 18 ára gamli Jonn Johannesen úr KÍ møguleikan. Seinni komu tríggir debutantar inn. Steffan Løkin úr NSÍ, Andri Benjaminsen, B68, og Arnbjørn Svensson úr Víkingi. Undir í 40 minuttir Føroyska liðið er undir í 40 av dystinum móti Ísrael. Gestirnir hava fleiri spælarar, ið eru kropsliga væl fyri og serliga í verjustøðu hava teir munin á okkara. Tað er fitt av vindi og regni á Toftum og tað ávirkar s p æ l i ð . Spælararnir hava trupult við at halda upp á bóltin. Ísrael kemur á odda, tá eitt innlegg kemur í hondina á Hanusi Sørensen. Føroyska liðið fær ongin fyrimun av støðuni, sum er ótrúliga óheppin, men tað er ilt at harta íslendska dómaran fyri at peika á blettin. Tomer Yosefi er tryggur úr ellivu metrum. Tað er ikki fyrr enn fimm minttir fyri hálvleik, at føroyska liðið fer at spæla bólt. Tað skal vísa seg at verða byrjanin til vendina av dystinum. -Tað snýr seg øgiliga nógv um, hvussu liðið er organiserað ella skipað. Vit hava bara havt tvær venjingar saman. Tað sást í fyrra hálvleiki. Í steðginum tosaðu vit um tingini, og eftir steðgin var tað væl betri, sigur Sámal Erik Hentze. Ein framúr seinni hálvleikur Føroyska liðið spælir nógv betri í seinna hálvleiki. Teir leggja trýst langt frammi á vøllinum, seta seg ígjøgnum í nærdystunum og tað gevur góðar støður í álopsstøðu. Føroyska liðið fær løn fyri dirvið longu sjey minuttir. Mads B. Mikkelsen vinnur bóltin á miðjuni fer til stroks og sleppur eftir góð fintu til skot. -Eg gleið tá eg skuldi skjóta og rakti faktist mítt egna bein, men til alla lukku fór bólturin í málið, sigur Mads B. Mikkelsen, sum stutt seinni bleiv skiftur út, tí hann hevur trupulleikar við baklærinum. Eitt lítið korter fyri tíð er hepnið við føroyska liðnum, tá Stefan Radosavljevic leggur innfyri úr høgru og málverjin missur bóltin í málið. -Eg var á veg at renna heim, tá eg sá innleggið, sigur Stefan Radosavljevic, sum ikki væntaði at bólturin endaði í málinum. Nú leggur Ísrael nógv fyri, men so er tað at Petur Knudsen stjelur bóltin og fer í álop. Týpiskt Bagge Tað ber illa til at koma uttanum Sámal Erik Hentze í hesum førinum. Hóast hann bara hevur havt tvær venjingar og nakar fáar dagar at fyrireika liðið, so sæst ávirkanin hjá honum væl á liðnum. Hetta tekur sjálvandi einki frá spælarunum og tað er hugaligt at síggja, at spælararnir hava tikið spælistílin til sín so skjótt. -Hjá mær snýr tað seg um at brúka orkuna upp á organisatiónina og at fáa teir at trúgva upp á tað. Tá ið vit hava vant meiri saman, so fer tað at rigga uppaftur betur. Og tá ið verjuskipanin fer at rigga, so fer tað eisini at síggjast aftur í betri álopsspæli, so tað eru perspektiv í hesum. Spælararnir vístu góðan hugburð, og teir, sum vórðu skiftir inn, stóðu seg væl. Og so sótu tað aðrir á beinkinum, sum fegnir vilja spæla. Tað er stór kapping um plássini, og tað er hugaligt, sigur Sámal Erik Hentze. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Í 40 minuttir var føroyska U21-landsliðið við undirlutan móti Ísrael, men við einum fantastiskum seinna hálvleiki vendu føroysku spælararnar dystin á høvdið. Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen skoraðu føroysku málini. – Hetta er heilt fantastiskt, men tað er ikki gingið upp fyri meg enn, sigur Sámal Erik Hentze, nýggjur U21-landsliðsvenjari Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... U21: Føroyar – Ísrael 3-1 SOLEIÐIS KENNA VIT SOLEIÐIS KENNA VIT U21 LANDSLIÐIÐ U21 LANDSLIÐIÐ