hósdagur 10. september 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 65
4
EG FARI ALTÍÐ
AT VERA
FØROYINGUR
PERSÓNSØGA
Páll Arge:
Páll Arge var í nógv ár ein, sum flestu føroyingar
kendu. Men í 1998 flutti náttarlívskongurin í Havn
av landinum og hevur verið lítið heima og vitja
aftur. Men Páll, sum er í Føroyum í hesum døgum,
sigur, at hann fer altíð at kenna seg sum føroying
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
C
lub 20, Discoteque Dall
as, Ársins Songrødd og
konsertir við eitt nú
Toto, Suede, Uriah Heep,
Kim Larsen og Smokie. Felags
navnið fyri øll tey áðurnevndu
var havnarmaðurin Páll Arge, sum
stóð á odda fyri hesum støðum og
tiltøkum. Men fyri gott og væl 22
árum síðani flutti Páll Arge av
landinum og hevur verið lítið at
sæð her heima síðani.
Føroyar vóru ov lítlar
Nú Páll Arge er í Føroyum, hava vit
hitt hann til eitt prát at forvitnast
um, hvat hann fæst við í dag og
um tíðina, áðrenn hann fór av
landinum.
- Í dag havi eg eina krógv
í Asserbo í Norðursjællandi í
Danmark. Vit hava eina matstovu
og gera eisini nógvan mat út av
húsinum til alt Norðursjælland.
Hetta hevur vundið rættiliga nógv
uppá seg undir corona. Vit hava
formelt havt stongt, men hava tó
selt út av húsinum, og í hesum
tíðarskeiði hava vit selt meiri út
av húsinum, enn hvat vit vanliga
selja í matstovuni, so vit hava ikki
merkt nakað stórvegis til corona
fíggjarliga, sigur Páll Arge.
Hann greiðir frá, at hann í dag
nógv títtari vitjar her í Føroyum,
enn hann plagdi at gera.
- Eg eri oftari í Føroyum nú.
Elsta dótturin býr í Føroyum, og so
havi eg eina gamla mammu, sum
er einsamøll og býr í Svínáum. Tí
eri eg oftari, enn eg plagdi at vera,
sigur hann.
Men hví fór Páll Arge av land
inum á sínni?
- Eg valdi at fara niður beint
fyri ólavsøku í 1998. Tað var eitt
sindur knappliga, men tað vóru
fleiri faktorarar, ið spældu. Eg
hevði rættiliga nógv at fara niður
til, og eg hevði ofta hugsað, at Før
oyar vóru ov lítlar til mín. Mínar
ambitiónir rukku út um oyggj
arnar, sigur Páll Arge.
Hevði hugsað um
matstovuvirksemi
Páll og táverandi kona hansara
høvdu, áðrenn tey fluttu niður,
hugsað um at fara undir okkurt
slag av matstovuvirksemi, tá ið
tey komu til Danmarkar.
- Men tá eg var á veg av land
inum, bleiv eg uppringdur av eini
damu, sum hevði eina kro í Fugle
bjerg, og sum spurdi, um eg vildi
yvirtaka krónna. Hendan krógvin
skuldi yvirtakast 1. August, so vit
máttu gera skjótt av. Vit skundaðu
okkum tí avstað við Norrønu um
vegis Bergen, men á vegnum til
Danmarkar blivu vit uppringd
og fingu at vita, at hon hevði selt
krónna. Men eg hevði framvegis
hug til at fara undir okkurt tílíkt
virksemi, og so fann eg Asserbo
Kro í Berlingaranum og keypti
hana, greiðir Páll Arge frá.
Hann hevði so ta krónna í nøk
ur ár, men so bankaði á dyrnar hjá
honum.
- Tað var eitt stórt byggifirma,
sum ein dagin bankaði uppá, tí
teir gjarna vildu brúka grundina,
sum krógvin stóð á, til at byggja
ein stóran Fakta handil, og eg tók
av tilboðnum frá teimum, sigur
Páll Arge.
Men Páll treivst væl í leiklut
inum sum vertur á eini krógv, og
hann hevði tí hug at halda fram í
hesi vinnu.
- Um somu tíð var eitt stað
nærheindis krónni, sum kallaðist
Munkestuen – ein gomul mat
stova. Hann, sum hevði tað staðið,
hevði fleiri ferðir spurt meg, um eg
hevði hug at reka tað eisini, men
eg hevði sagt nei. Men nú eg seldi
krónna, vendi eg aftur til hansara
og yvirtók tað staðið, sum nú eitur
Asserbo Kro, og sum eg havi havt
í 15 ár nú, sigur Páll Arge.
Sami lívsstílur
At fara úr náttarlívinum í Havn og
til matstovuvirksemi í Danmark
var sum so ikki tað heilt stóra
skifti hjá Páll Arge.
- Lívsstílurin við hesum virk
seminum er nokk so líkur tí lívs
stíli, ið eg hevði í Føroyum við
náttarlívsvirksemi og konsert
fyriskipan. Tað er mest at gera
um kvøldarnar og í vikuskiftinum,
og tað var tað sama í Føroyum,
greiðir hann frá.
Men gamli náttarlívskongurin
í Havn hevur ikki heilt slept alt
samband við gamla starvsøki hjá
sær.
- Eg havi eisini fyriskipað
okkurt tiltak í Danmark, og navnið
Farcon, sum vit brúktu í Føroyum,
er til enn. Vit brúka tað í Danmark
til at skipa fyri konsertferðum
kring Europa, sigur Páll Arge.
Í Føroyum skipaði Páll Arge
fyri óteljandi konsertum, og tað
var longu á heilt ungum árum, at
hann fór undir slíkt virksemi.
- Fyrsta konsertin, sum eg
skipaði fyri, var í 1977. Tað árið
skipaðu vit fyri konsertum við
Mabel, Sir Henry og Sebastian.
Eg var ikki fyltur 18 ár, so mamma
mátti standa fyri meg í felagnum.
Seinni stovnaði eg Plátubarr
ina, og saman við mínum góða
vini Martin Mouritsen hevði eg
Discoteque Dallas og diskoteks
klubban. Eg var eisini dj í Queen,
sum eitt diskotek kallaðist í Niels
Finsensgøta, greiðir Páll Arge frá.
Men tað var serliga undir navn
inum Farcon, at virksemið hjá Páll
Arge bleiv kent.
- Farcon bleiv stovnað í 1984,
og tað var tá, at vit fingu Suede
til Føroya, sum var eitt stórt navn
at fáa hagar. Undir navninum
Farcon skipaðu vit fyri øllum
teimum stóru konsertunum, ið
vóru í Føroyum í bæði áttati- og
nítiárunum. Tað vóru nøvn sum
Suede, Uriah Heep, Smokie, Status
Quo og Toto, ið vit fingu hendan
vegin, sigur hann.
Um somu tíð hevði Páll Arge eis
ini sett á stovn ein handil, ið hevði
navnið Plátubarrin. Talan var um
ein handil, ið seldi ymiskt innan
ljóð, men sum eisini fekst við eitt
nú útleigan av videofilmum.
- Plátubarrin bleiv so stór
og hevði seks deildir í Føroyum
umframt eina í Danmark. Hetta
Eg hevði ofta
hugsað, at
Føroyar vóru
ov lítlar til
mín. Mínar
ambitiónir
rukku út um
oyggjarnar