hósdagur 10. september 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 65
5
kravdi so mikið nógv, at eg eitt
skifti valdi at fara úr Farcon fyri
bara at taka mær av Plátubarrini
og Club 20, sigur Páll Arge.
Saknar Føroyar
Hóast 22 ár eru síðani, at Páll Arge
fór úr Føroyum, so hevur heim
landið framvegis nógv at siga fyri
havnarmannin.
- Eg sakni Føroyar nógv. Eg
flutti niður beint áðrenn, at eg
fylti 40 ár. Tá var eg avkláraður við
Føroyar, so tað var nokk so lætt at
fara niður, sigur hann.
Tey fyrstu mongu árini var Páll
bara í Føroyum hendinga ferð, og
ístaðin gekk leiðin til onnur støð,
tá ið hann fór at ferðast.
- Okkara virksemi á krónni er
størst um summarið, og tí havi eg
ferðast mest um veturin. Og eg fór
at ferðast suðureftir um veturin
ístaðin fyri til Føroya tey fyrstu
nógvu árini, sigur Páll Arge.
Men heimlandið dregur, og ikki
minst er tað sambandið við tey
kæru, ið hann enn hevur í Føroy
um, sum gera, at hann nú leitar
títtari til Føroya.
- Mamma mín og dóttur mín í
Føroyum hava vitjað meg reglu
liga, og tey fólkini, sum eru mær
kær í Føroyum, eru røsk at koma
á vitjan í Danmark, so eg havi ikki
havt so stóran tørv fyri at vitja aft
ur her. Men nú er mamma farin
at eldast, og tí eri eg títtari her á
landi, greiðir hann frá.
Nógv broytt í Føroyum
Sjálvur heldur Páll Arge, at tað eru
hendar ótrúliga stórar broytingar
í Føroyum, síðani hann flutti hag
ani.
- Tað er ótrúligt at síggja,
hvussu nógv samfelagið er útbygt
hesi árini. Tað hendir nakað her, og
at síggja øll hotellini og matstov
urnar, ið eru komin, er ótrúliga
stuttligt. Eg føli onkursvegna eis
ini, at vit vóru við til at seta hol á
hesa vinnuna í Føroyum við Club
20, tí Club 20 var heilt víst við til
at seta hol á kjakið um nýggja rús
drekkalóg, sigur Páll Arge.
Somuleiðis fegnast Páll Arge
eisini um, at tað er blivið so mikið
nógv virksemi við festivalum og
konsertum í Føroyum.
- Eg haldi, at tað er øgiliga spenn
andi við øllum festivalunum. Eg
hevði havt tankar um at skipa
fyri festivali í rúma tíð, áðrenn eg
fór av landinum, og eg hevði valt
mær Leitisvatn og Gøtueiði sum
festivalpláss, men tað bleiv so av
ongum, sigur hann.
Sær seg ikki aftur
í Føroyum
Men kundi Páll Arge hugsa sær
einaferð at flutt heim aftur til
Føroya?
- Nei, eg dugi ikki at síggja meg
aftur í Føroyum, sigur hann av
gjørdur.
Hann dylur tó ikki fyri, at
hann framvegis kennir seg sum
føroying, og at tað hevur nógv at
siga fyri hann, at hann kann halda
sambandið við Føroyar viðlíka.
- Eg samskifti lítið á føroyskum,
tíverri, men nú er bróðursonur
mín, Rói, komin at arbeiða hjá
mær, og tað ger, at eg tosi føroyskt
hvønn dag, og tað hjálpir. Men eg
fari altíð at vera føroyingur, og
krógvin hevur ein føroyskan dám.
Til dømis selja vit føroyskan snaps
og føroyskt øl. Tað er dýrt, men eg
vil hava okkurt føroyskt at selja
mínum kundum. Her koma eisini
nógvir føroyingar á vitjan, tí tey
vita, at vit eru føroyingar, sigur
Páll Arge at enda.
Fyrsta
konsertin, sum
eg skipaði fyri,
var í 1977. Eg var
ikki nóg gamal,
so mamma mátti
standa fyri meg
í felagnum hjá
okkum
Tað er ótrúligt
at síggja, hvussu
nógv samfelagið
er útbygt hesi
árini. Tað hendir
nakað her, og
at síggja øll
hotellini og
matstovurnar,
ið eru komin,
er ótrúliga
stuttligt.