Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 7 Kryddaður fyltur havhestur við stoktum eplum, rótum, waldorfsalat og sós Tilfar 4 feskir havhestaungar Salt, pipar, hvítleykspulvur, paprika 1 súrepli Sviskur 1 lítlan leyk Legg 1 leyk, 2 gularøtir, og 100 gram av selleri í skuffuna Arbeiðsháttur: Vaska havhestaungarnar væl og tak innanúr Sker súreplini, sviskurnar og leykin í puntar og fyll í havhestin Krydda við salti, pipari, hvítleykspulvuri og paprika ella øðrum kryddurtum og legg í eitt ovnfast fat. Koyr leyk, selleri og gularøtir í fatið saman við eitt sindur av vatni Hita ovnin til 1800 og steik í ovninum í 1½ tíma. SÓS Til 1 litur av soði/ bouillion 1 súpisk av balsamikoediki 1 dl av róma 1 tesk av ribsgelé 4 eneber (baraldur) Salt pipar Arbeiðsháttur: Síla soðið frá og skúma alt feittið oman av og lat í eina grýtu saman við restina av tilfarinum. Ger javning við maisena og smakka til við salti, pipar og møguliga ribsgelé: Afturvið Waldorfsalat og epli ella bakaðar rótfruktir WALDORFSALAT VIÐ REYÐRÓTUM Tilfar: 2 dl róma 9% 1 dl súrgað mjólk 1 súoiskeið av sukri 2 stelkar av blaðsellarí 2 súrepli 100 gram av rivnum reyrøtum 100 gram av bláum víndrúvum 50 gram av valnøtum Arbeiðsháttur: Rør súrróman, súrgaðu mjólkina og sukrið saman saman. Sker blaðsellaríið í flísar, súreplini í bitar, víndrúvirnar í helvt og rív reyðrøturnar. Rør alt tilfarið saman við skornum valnøtum. Ein mentanarberi – Vit eru ein modernaður, innovativur og kreativur skúli. Vit hugsa serliga nógv um burðardygga matframleiðslu, umhvørvið og hondarbeiði. Her møtir tað gamla tí nýggja, tí vit hava kjølfesti í gomlu mat- og hondarbeiðsmentanini, sum eg haldi er umráðandi, sigur stjórin á Húsarhaldsskúla Føroya, Jóhanna á Tjaldrafløtti Húsarhaldsskúlin er ein mentanarberi bæði tá mati og hondarbeiði viðvíkjur. Ein partur av siðbundna føroyska matinum er við at hvørva í føroyska matinum, og tí verður tilvitað undirvíst í hesum. – Allir næmingarnir hjá okkum royna at gera blóðpylsu, rullupylsu, hagreiða fugl og seyð, seta epli niður og taka epli og rabarbur upp. Vit fiska og gera knetti og frikadellir, men vit gera eisini fisk og kips og sushi, sigur hon. – Vit eru ein modernaður, innovativur og kreativur skúli. Vit hugsa serliga nógv um burðardygga matframleiðslu, umhvørvið og hondarbeiði. Her møtir tað gamla tí nýggja, tí vit hava kjølfesti í gomlu mat- og hondarbeiðsmentanini, sum eg haldi er umráðandi. Á Húsarhaldsskúlanum verður eisini stórur dentur lagdur á hondarbeiði, sum veruliga er vaksið í virði bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini vísur nógv gransking nú, at hondarbeiði er serliga gott fyri sálarheilsuna. Á skúlanum er millum annað undirvísing í hondarbeiði av alskins slag, og fleiri av næmingunum gera síni egnu føroysku klæði. Prei: Les meir um skúlan á https://husarhaldsskulin.fo/