Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 8 Hann eygleiddi og var partur av stórhendingunum í sjeyti-árunum Sjeyti-árini vóru hendingarík fyri ein journalist og Jógvan Arge fylgdi við sum útvarpsmaður – hann var eisini undangongumaður, tá ið C-HM í hondbólti var í Føroyum ÁRNI GREGERSEN S tórar broytingar hendu í Føroyum í sjeyti-árunum. Fiskimarkið var flutt út og føroyingar fingu ræði yvir egnum grunnum, stórar íløg­ur vóru gjørdar í fiskivinnuna og tann flytingin av føroyska samfelagnum inn í nýggju tíðina, sum byrjaði í seksti-árunum, helt fram í sjeyti-árunum. Jógvan Arge, journalistur og ríthøvundi, arbeiddi sum út­varps­ maður øll hesi árini og fylgdi væl við. Hann var við, tá ið føroyingar sam­ráddust við onnur lond um fiskirættindi eftir at fiski­markið var útsett og hann tók aktivt lut í ítróttinum, sum starvs­nevnd­ar­ limur og forseti í ÍSF. Í sættu bókini Mín krýnika for­ telur Jógvan Arge um hesi árini. Hann ger tað uppá ein lætt lesi­ ligan máta og hevur í fleiri førum keldur og atgongd til vitan, sum ikki hevur verið almenn fyrr. Kuba-trolararnir Mest spennandi vinnuverk­ætl­ anin fyrst í sjeyti-árunum var tá ið Skipafelagið Føroyar valdi at keypa núggju trolarar av Kuba. Hetta vóru trolarar av einari skipa­røð uppá 15 skip, sum ein eysturtyýsk skipasmiðja í Rosslau hevði bygt. Skipini vóru partur av hjálp, sum kommunistisku londini í Evropa sendu til Kuba. Ætlanin var upprunaliga, at skipini skuldu fiska kring Kuba. Tey skuldu eisini gera fiska­mjøl umborð, tí har vóru mjøl­verk­ smiðjur, sum eftir ætlan skuldu bræða og mala 30-35 tons av fiski um samdøgrið. Fiskamjøl er fult í proteinum og tað var tað, sum brúk var fyri tey árini. Skipafelagið fekk at vita um hesi skipini, tá ið felagið bygdi trý farmaskip á somu skipasmiðju. Tað vakti áhuga, tí skipafelagið átti flakavirkið Handils- og Frysti­ virkið í Fuglafirði og hevði sam­ band við N.Niclasen í Sørvági, sum eisini arbeiddi fisk. Gott og væl hálvthundrað mans fóru til Havana eftir skipunum og sigldu tey til Føroyar – ein tiltikin ferð, sum Egil Simonsen stóð á odda fyri. Ferðin úr Havana til Havnar tók tríggjar vikur. Fyrstu árini vóru skipini brúkt sum hjálparskip í oljuvinnuni í Norð­sjónum til tey vóru gjørdir í stand og fóru at fiska ísfisk undir Føroyum eftir at fiskimarkið var sett út á 200 fjóðringar í 1977. Aðrar hendingar Tá ið fiskimarkið var flutt út á 200 fjóðringar broyttust umstøðurnar í Føroyum nógv. Føroysk skip vóru trongd burtur av nógvum fjarleiðum og vit fingu ræði sjálv á okkara leiðum innanfyri 200 fjóðringar markið. Tað hevði millum annað við sær, at landsstýrið sjálvt noyddist at samráðast við onnur lond um sínamillum fiskirættindi. Í veruleikanum gav hetta eina nýggja dimensjón til før­ oysk­an politikk, tí undan hesi broytingini, vóru einastu sam­ráð­ ingar føroyingar høvdu utt­an­fyri landoddarnar í Keyp­mannahavn. Við hesum broytingum komu føroyskir politikarar út á altjóða pallin at royna seg. Øll hesi árini fylgdi Jógv­an Arge í hølunum á samráðing­ar­ nevnd­unum kring um í Evropa og aðra­staðni. Hondbólturin Jógvan Arge hevur øll árini havt stóran áhuga fyri ítrótti – hann hevur sjálvur spælt fótbólt og annað og hann hevur sagt frá øllum slagi av ítrótti í útvarpinum. Tí var tað kanska ikki so løgið, at hann bleiv valdur í nevndina hjá ÍSF og seinni bleiv forseti í Ítróttarsambandinum. Tað var meðan hann sat sum for­seti, at altjóða hondbólts­sam­ gongan gjørdi av, at C-HM kapp­ ing­in í 1980 skuldi haldast í Før­ oyum. Føroyska hondbóltslandsliðið hevði gjørt vart við seg í somu kapp­ing í Portugal í 1976 og klárað seg væl. Tað var ein av orsøk­un­um til, at tað eydnaðist at fáa kapp­ing­ ina til Føroyar í 1980. Tað var ikki sum at siga tað í 1980 at skipa fyri einum so stór­ um tiltaki. 10 lið luttóku, so tað var talam um gisting kring landið, umframt at skipa so fyri, at dyst­ irnir kundu spælast. Tá vóru bert tríggjar hallir í Føroyum: í Vági, Klaksvík og á Hálsi í Havn. Útlendsku leikararnir og leið­ ar­arnir vóru sera vælnøgdir við kappingina og uppihaldið í Føroyum. Hetta var greitt størsta tiltak, sum nakrantíð hevði verið í Før­ oy­um, hesir dagarnir tíðliga í 1980. Í bókini Mín krýnika takkar Jógvan Arge øllum, sum tóku eina hond í, fyri vælvildina í samband við C-HM kappingina. Jógvan Arge var forseti í ÍSF tá í CHM var í 1980 Kuba trolararnir við bryggju í Havn Føroyska hondbóltslandsliðið