Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 9 Rudi fekk silvur frá drotningini – Hon hevur starvast í Keypmannahavnar kommunu í fýrati ár, og í mars mánaði fekk hon silvurmedalju fyri trúgva og drúgva tænastu ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO SAMRØÐA M ánadagin fyri at kor­onufarsøttin setti bæði danska og síðani føroyska sam­felagið niður í ferð, møttu 64 borgarir í Keypmannahavn til mót­tøku hjá Fríðriki krúnprinsi á Christiansborg at takka fyri heið­ursmerkir, tilnevningar og medaljur. Ein teirra var føroyska Rudi Arge Jacobsen, sum hevur fingið silvurmedalju frá drotningini fyri trúgva og drúgva tænastu. Rudi Arge Jacobsen hevur nevniliga ar­ beitt sum námsfrøðingur í Keyp­ mannahavnar kommunu í 40 ár. Rudi Arge Jacobsen flutti til Dan­markar í 1976, og hon varð útbúgvin hondarbeiðslærari í 1979. Í 1980 varð hon sett sum hjálparfólk í frítíðarskúla. Í 1994 fór hon síðani at lesa námsfrøði og 16 ár seinni, í 1996, skifti hon starv og fór at arbeiða sum námsfrøðingur á frítíðarskúlanum Bryggergården á Vesterbro. Har hevur hon verið í 25 ár. 22. januar í ár hevur hon verið í starvi hjá Keypmannahavnar kommunu í 40 ár, og varð tí til­ nevnd av arbeiðsgevarin til »Dronn­ingens fortjenstmedalje«. Stóra móttøku – Eg visti, at eg var tilnevnd, og eg vildi fegin halda eina stóra veitslu, eftir at eg hevði fingið medaljuna. Skal tað vera fest, so lat tað vera fest, flennir hon. 9. mars var Rudi Arge Jacobsen saman við 63 øðrum borgarum í kommununi á Christiansborg og heilsaði upp á Fríðrik krúnprins. –Tað var spesielt, tí tá ein kemur inn, bukkar man fyri honum, og tá eg kom inn í føroyskum klæðum, smíltist hann, greiðir hon frá og leggur aftrat, at hon tosaði við krúnprinsin í eini fimm minnuttir, og at hann er lættur at tosa við. – Eg fái næstan klump í hálsin, tá eg tosi um móttøkuna, sum síðani varð hildin fyri mær í fimleikahøllini á frítíðarskúlanum eftir at eg hevði fingið medaljuna. Har vóru á leið 300 fólk, sigur hon frá. – Børnini í frítíðarskúlanum sungu fyri mær og starvs­fel­ag­ arnir høvdu yrkt sangir og fram­ førdu. Tá stjórin í røðu síni segði, at eg eftir at hava verið á starvs­ plássinum í so mong ár, var vorð­ in ein stovnur í einum stovni, og hevði havt mong barnalív gjøgn­ um hendurnar, fekk eg klump í háslin, greiðir hon víðari frá. Árini sum pensjonistur fyri framman Í dag er ikki líka vanligt, sum tað var fyrr, at folk eru so leingi í somu starvsgrein, men Rudi Arge Jacobsen greiðir frá, at hon ong­ an­tíð hevur hugsað um at skifta arbeiði. – Eg havi bara arbeitt á tveimum stovnum. Tað er ógvuliga óvanligt, men eg havi ongantíð havt ætlanir um at skifta arbeiði, sigur hon. – Í gjár var eg túr við børnum á frítíðarskúlanum, og so kom ein kvinna framvið, sum hevði havt eitt barn á frítíðarskúlanum fyri 20 árum síðani. Hon spurdi, um eg ikki skjótt ætlaði at gevast. Nú byrja børnini hjá teimum, sum eg havi passað fyrr jú á stovni, men mær dámar væl enn, flennir Rudi Arge Jacobsen. – Arbeiði við børnum í granna­ lagn­um hevur eisini gjørt, at eg kenni nógvar familjur í nær­ umhvørvinum. Eg kann næstan ikki fara út, uttan at onkur heilsar upp á meg, sigur hon. Rudi er tó fyri kortum farin niður í tíð, og hon hevur nú frí ein dag um vikuna. Um tvey ár fer hon á eftirløn. – Nú eri eg farin at venja meg við, at eg skal á eftirløn um tvey ár, sigur Rudi Arge Jacobsen, sum ikki hevur ætlanir um at flyta aftur til Føroya. – Eg havi altíð trivist væl í Dan­ mark og havi ikki ætlanir um at flyta - heldur ikki, tá eg verið pen­ sjonerað, sigur hon. »Dronningens fortjenstmedalje i sølv« verður latin fyri trúgva og drúgva tænastu í minst 40 ár í støðugum arbeiði innan sama starvsøki í almenna geiranum. Sosial- og innanríkismálaráðið viðger tilnevningarnar. Rudi Arge Jacobsen Námsfrøðingur í frítíðarskúlanum Bryggergården á Vesterbro í Keypmannahavn 62 ár Gift við Heðin Lamhauge Eigur eina dóttir, sum er 35 ár og tvær ommudøtrar, sum eru seks og átta ár. Rudi er dóttir Connie og Simma Jacobsen Klipp úr Berlingske 11.mars 2020 Børnini á stovnunum taka ímóti Rudi Leiðarin hevði borðreitt við øllum góðum frá havinum og Konni Kass, broðurdóttir Rudi, framførdi Rudi sat gott alt kvøldið