Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 10 ANNIKA KUNOY IM S erlæknar á Lands­ sjúkra­húsi­num hava hild­ið vakið eygað við Ingu Thomsen og trí­ bur­un­um, hon hevur gingið við. At ganga við tríburum er ikki vandaleyst – bæði fyri mammu og børn, og tí hava skanningarnar verið nógvar í tali, og fylgt hevur verið við, hvussu øll fýra hava tað alla tíðina. Avgjørt varð, at Inga skuldi undir keisaraskurð 3. september. – Tað optimala hevði verið, at trí­burarnir vóru í búkinum eitt sindur longri, men kroppurin byrjaði av geva tekin um, at teir máttu út, sigur 32 ára gamla Inga Thomsen, mamma at lítlu tríburunum og tvey ára gomlu Talitu. Planlagdur keisaraskurður – Hetta var ein planlagdur skurð­ur, og her var einki gjørt av til­vild. Eg var bergtikin av, hvussu skipað alt var, og hvussu gott tamarhald øll starvsfólkini høvdu á støðuni. Eg visti ikki, hvar eg skuldi plasera meg, tí har var so nógv fólk. Eg taldi 14 fakfólk fólk inni á skurðstovuni umframt meg og Ingu, tá trí­ burarnir komu, sigur Bogi Thom­sen, maður Ingu. – Har vóru tríggir barnalæknar og seks sjúkrarøktarfrøðingar, flennir hann. Hann greiðir frá, at sum eyg­ leiðari á síðulinjuni kendist tað, sum tað var tað ógvuliga nógv trýst á eina lítla løtu. Triðja september klokkan 09:17 kom fyrsta gentan, tríburi A, sum vigaði 1475 gram og var 41cm long. Ein minutt seinni kom beigg­in, tríburi B, og hann vigaði INGA OG BOGI: TRÝ BØRN UPP Á TRÍGGJAR MINUTTIR Triðja september gjørdust Inga og Bogi Thomsen foreldur fyri aðru ferð. Men hendan dagin vaks familjan úr trimum í seks, tá lítlu tríburarnir komu til heimin gjøgnum planlagdan keisaraskurð í viku 33 + 2 Visti tú? Tá ein kvinna gongur við tríburum, má lívmóðurin tambast, til hon næstan er 1000 ferðir størri enn vanligt. ve barn um á eru