Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 11 FULGAFJARÐAR KOMMUNA VEITT STUÐUL Í Sosialinum 18. juni var longri samrøða við Ingu og Boga Thomsen, har tey eisini millum annað greiddu frá, at tey vóru stúrin um tíðina eftir, at tríburarnir vóru føddir, tí tey ikki vistu, hvussu tey fóru at megna nýggju støðuna við trimum nýføðingum. Tey vístu tá á, at løgtingslógin um barsilsfarloyvi hevur tíðiligar manglar, tí hóast hon varð broytt í fjør, og fleirburðaforeldur nú fáa 52 vikur í barnsburðarfarloyvi eftir barnsburð, so er skipanin ikki væl egnað til fleirburaforeldur. – Tað verður trupult hjá Ingu at vera einsamøll heima hjá øllum trimum nýføðingunum alla barsilstíðina. Eg ivist ikki í, at hon megnar tað eina tíð, men til endans verður sálarliga- og kropsliga trýstið ov stórt, segði Bogi Thomsen við Sosialin í juni í ár. – Tað er munur á, at fáa eitt og at fáa fleiri børn. Nú fái eg trý børn í senn, og tað kann eg ikki gera við, men hevði eg fingið tey trý upp á trý ár, so høvdu tey fingið hvør sítt barsil. Nú fái eg eitt ár…hóast eg havi goldið í skipanina í mong ár frammanundan, segði Inga Thomsen tá. – Vit hava eina fanstastiska góða skipan í Føroyum, men hon hevur tíðiligar manglar, og tað er tí at hon er spreidd millum alment og kommunalt, segði Bogi Thomsen eisini. Síðani tá hevur parið tosað við sosialu deild í Fuglafjarðar kommunu og greitt frá, hvat tey halda størsta trupulleikan vera. – Eg ynskti ikki tvey ella trý barsil. Eg saknaði tó, at tað gjørdist møguligt at fáa praktiska hjálp, sum stuðlar okkum í at hava tamarhald á gerandisdegnum, greiðir Bogi ærliga frá. Hesum bóltinum hevur Fuglafjarðar kommuna síðani loftað, og kommunan hevur sett eitt folk, sum Bogi og Inga hava valt, at veita familjuni praktiska hjálp í seks mánaðir – við møguleika fyri at tað verður longt, um tørvur er á tí. – Tað allarbesta er, at tríburarnir nú eru bornir í heim í øllum góðum, tað næstbesta er hendan framúrskarandi hjálpin. Hesum hava vit stúrt fyri, og nú var tamarhald á hesum, áðrenn børnini komu, sigur ein stoltur og glaður Bogi Thomsen. 2150 gram og var 45 cm langur. So gekk enn ein minuttur, og so kom ein genta aftrat, tríburi C, og hon vigaði 1545 gram og var 42cm long. – Tá tey vóru komin inn í hvør sína kuvøsu, so var alt herligt. Alt er púra normalt, og tey hava tað gott, sigur stolti pápin. Innløgd á føðideildini Inga, Bogi og teir tríggir ný­ føðingarnir eru øll fimm inn­løgd á føðideildini á Lands­sjúkra­ húsi­num í eina tíð. Bogi Thom­ sen greiðir frá, at tað er enn óvist, hvussu leingi tey øll skulu ligg­ja innløgd. Útgangsstøði er, at trí­burnarnir skulu liggja har til termin, sum hevði verið 20. okto­ber, men tað kann eisini vera, at tað gongur so mikið gott, tá ein tíð er liðin, at tey sleppa heima áðrenn tá. Í løtuni er gerandisdagurin hjá Boga, Ingu og tríburunum tó á føðideildini á Lands­sjúkra­ húsi­num, har tey fyri at verja ný­føðingarnar mugu avmarka vitjanir frá familju og vinum. Stóra­systurin, sum júst er fylt tvey ár, hevur verið og vitjað, og hon gleðist um systkini, hóast hon sjálvsagt ikki ordiliga skilur støðuna. – Hon verður forkelað heima hjá ommu og abba sínum. Tá hon sær okkum, er hon glað, men eg haldi, at vit sakna hana, meir enn hon saknar okkum, flenn­ir Bogi Thomsen. – Vit hava fingið at vitað, at av tí at tríburarnir eru føddir í viku 33, eru teir sartari og verða lætt­ ari ávirkaðir av larmi, sigur hann og leggur aftrat, at tí kunnu tey ikki fáa ov nógv vitjandi samstundis, og eingin kann halda teimum enn, so tey ikki verða útsett fyri smittuvanda. – Eg eri so takksamur fyri gott heilsu­verk og fyri, at alt hevur ging­ið so væl. Vit eru so heldig, og vit fáa góða hjálp her, sigur Bogi Thomsen. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Visti tú? Í danmark verða 60.000 nsburðar fødd árið. Bert 10 u tríburar FÝRA TRÍBURAR Í FØROYUM SEINASTU 35 ÁRINI Tøl frá Hagstovuni vísa, at tað er tað komið fyri fýra ferð síðani 1985, at tríburar eru føddir í Føroyum. 1990 tvær gentir og ein drongur 1990 tríggjar gentir 1999 tríggir dreingir 2004 ein genta og tveir dreingir TRÍBURAR ERU SERA SJÁLDSAMIR Statistiskt sæð skalt tú vera sera heppin, um tú fært tríburar. Kanning kunngjørd av Multiples of Amerika, sum Centers for Disease Control (CDC) hevur gjørt, vísti, at í 2015 vóru bert 4123 av 3.978.497 føðingum í Amerika tríburar. Tað er 0,1 prosent. Tvíburar eru alsamt vanligari – ja, heili 32 ferðir vanligari enn tríburar. Møguleikin fyri fleirburum vaksur við feritelitetsviðgerum, vísir kanningin á. Tey flestu vita, at tvíburar kunnu vera ein- ella tvíeggjaðir. Somuleiðis kunnu tríburar vera bæði eineggjaðir og tvíeggjaðir. Tað er gjørligt, at eitt gitið egg fer í trý, og at tríburarnir tí allir eru eineggjaðir, men tað er eisini gjørligt, at trý egg verða gitin av trimum ymiskum sáðkyknum, og tá hava tríburarnir ikki meir DNA til felags enn vanlig systkin, mótsett eineggjaðum tríburum, sum hava mestsum sama DNA. Tað er eisini møguligt, at tvey av tríburunum eru eineggjað, meðan tað triðja ikki er tað.