Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 12 ENDURTØKUR – Avoldað politisk nationalisma er ein upptornað greipa, sum avbronglar og avskeplar likam og sál og kryplar vanligt vit og skil, skrivar Heri Mohr millum annað í viðmerking í dag: Heri Mohr Í nøkur ár er farin fram út- og umbygging av Lands­ sjúkrahúsinum. Hetta ar­ beiðið hevur í longri tíð ligið mest sum í hálvum gekki ætlandi orsakað av tørv­andi fígging. Um nú peninganeyð er tann veruliga orsøkin, er tað einki minni enn ein stór skomm fyri land og fólk, tí í jólavikuni 2001 bant lands­ stýrissamgongan Fólka­ flokkurin/Tjóð­veldis­flokk­ ur­in/ Sjálv­stýris­flokkurin fyri øll­um dag­føringum av rík­is­kass­ans lógbundnu rakstr­ar-og íløguútreiðslum [50% og 100% ] til okkara sjúkra­hús­verk. Fíggingin av hesum lívs­ neyðuga øki í okkara sam­ felagi varð sum seyður í rætt bundið niður av nevnda landsstýri 1. janu­ ar 2002, samstundis sum 366 milliónir vórðu kut­ að­ar av ríkiskassans lóg­ bundnu fígging til al­ manna­mál, heilsumál og skúlamál, uttan at løgtingið samstundis kompenseraði við nýggjum inntøkulógum. Vorðin sum jólagáva til Føroya fólk avgreidd á Fólka­tinginum saman við um­boðum frá løg­tings­sam­ gong­uni og einum kvikum mill­ummanni, Sjúrða Skaale, sum ein annar Jos­ eph Fouché á leistum. Joseph Fouché (1759-1820) var dugnaligur, snúgvin politikari í tíðini undan og eftir fronsku kollveltingini 1789-1799. Stephan Zweig skrivaði áhugaverda skald­ søgu um hendan snilda em­ bætis­mannin. Um tað er satt, at kloakk­ skipanin millum Lands­ sjúkrahúsið og sjóv­ar­ mál­an er burturbeind, og í stað­in fyri er løgd sum kilo­metralong kloakk út á botnin í Nólsoyarfirði, eiga vit ikki at gloyma, at Nóls­oyarfjørður í øldir hevur verið spískamar hjá nóls­oyingum og havn­ar­ monnum. Tessvegna er tað ikki annað enn sjálv­ sagt at spyrja, um tað, ið rennur og fer at renna út í Nólsoyarfjørð, er reinsað kloakkrensl? Í 1880-1890 skrivaði abbi mín Vilhelm Mohr umleið 100 navngivin ýti og mið víða um í sjónum í øllum ættum um Nólsoynna. Mið­ini eru varðveidd á al­ mennari skjalagoymslu í Havn. Abbi útvegaði fátæk­ um havnarmonnum fýra­ mannafør, sum við fisk­ing á nevndu miðum í Nóls­oy­ ar­firði gjørdist gott íkast til tað dagliga breyðið hjá fólki í Havn og Nólsoy. Í eini bók – Fiskeri – hjá V.M. við innihaldsyvirliti – lesa vit: Udgifter til både Do til Langliner ” til Helleflynderline Indtægter af Baade Do af Baade ” af Langliner Andre Udgifter Indtægter af Helleflynderlangline Í bókini sæst, at ”Baaden Nr.1” varð smíðaður í 1879 fyri kr. 165,82, og seldur 7. juli 1881 fyri kr. 150,00, í góð­um standi, málaður og tjøraður og við barkaðum báts­seglum og kumpassi. Soleiðis lat V.M. 5 bátar byggja og seldi teir so hvørt fyri minni enn tað, teir kostaðu at byggja. Eftir øll­um at døma hevur V.M. fingið bátspartar, hvørja ferð teir hava verið á floti, Í umrøddu bók lesa vit, at báts­partarnir í mai 1881 vóru: Kr. 2,00, 2,10, 1,14, 0,42, 0,42, 1,50 og 0,62. Útreiðslur til kalvalínu í 1887-1911 vóru kr. 92,35. Línan varð seld fyri kr. 35,00 í 1911. Tað má sigast, at almannahjálp á privatum støði fór fram í Havn fyri 150 árum síðani. I gomlum skjølum hjá Vilhelm Mohr er ”Summ­ar­ isk Oversigt over de tegnede Bidrag til Aalesunds Brand­ lidte:” Náttina 23. januar 1904 var herviligur eldsbruni í Aalesund. Í Føroyum varð stig tikið til at hjálpa fólki í Aalesund í hesi stóru neyð. Tá ið av­torn­aði, høvdu 44 bygdir í Før­oy­um og blað­ stjórnin í Dimma­lætt­ing veitt hjálp upp á kr. 3.089,53 minus kr. 10,53 til ”Bud­ sendelse og Porto.” Í yvir­ lit­inum lesa vit til dømis, at ”Klaksvík gav kr. 384 og Tórshavn kr. 448,25 og Nolsø og Nolsøe Fyr kr. 139,50.” Skjalið sigur annars einki um, hvør ið stóð fyri hesum stóra tiltaki – kanska Dimmalætting, kanska Vilhelm Mohr? Ein onnur sólstrála: Í 1947 varð Nordiska Folk­ hög­skolan í Kungälv stovn­ aður við næmingum úr teimum trimum skand­in­ av­isku londunum, Finlandi, Ís­landi og Føroyum. Skúlin varð frá fyrsta degi væl mót­tikin við næmingum úr Skandinavia, Finlandi, Ís­ landi og einum næmingi úr Føroyum. Tá ið skúlin skuldi verða vígdur, har all­ir næm­ ing­arnir og starvs­fólk­ini og kend háskúlafólk úr nevndu londum vóru við, fekk næmingurin av Við­ar­ eiði boð um, at hann skuldi inn á pallin saman við donsk­um næmingum undir Dannebrog. Tá segði hon, at hon vildi inn á pallin við tí føroyska flagginum. Fløkja kom í, tí skúlin hevði einki føroyskt flagg. Vígslan varð fyribils steðgað. Tað var so heppið, at háskúlastjórin á Frederiksborg Højskole, C. P. O. Christiansen (kendur føroyavinur), sum var boð­ in við til vígsluna, kundi útvega eitt føroyskt flagg úr Keypmannahavn. Skúlin varð so vígdur við føroyinginum undir før­oyskum flaggi. Og und­ ir borðhaldinum var borð­ daman hjá C.P.O. Christi­an­ sen eingin onnur enn tann 23 ára gamla gentan av Við­ areiði, Marita Pállsdóttir. Frá 1. januar 2001 til dag­in í dag hava 26.9 milli­ ón­ir í tí árliga ríkis­kassa­ blokkinum verið oyra­ merkt­ar til rakstur av okk­ara sjúkrakassum. Í mong ár (sjúkra­kassa­ skipanin varð stovnað í 1892) hevur ríkiskassin reglu­liga flutt pening í ein sjúkrakassagrunn. Av tí at sjúkrakassarnir eru farnir í søguna, fær Fróð­skaparsetur Føroya (Gransk­ingarnevndin) tøk­ an pening úr nevnda grunni til regluligar gransk­ingar­ stuðl­ar í millióna­upp­hædd­ um. Einki odiøst í hesum, at fólkatingið hevur loyvt løgtinginum at flyta milli­ónaupphæddir til Fróð­skaparsetur Føroya (Gransk­ingargrunnin). Tað er eitt dámligt og fyri­ myndarligt samstarv mill­um tveir sera týðandi part­ar – ríkiskassan og lands­kassan – sum átti at fingið onnur vital sam­starvs­øki aftur í trygga legu. Her verður serliga hugsað um ríkiskassans blokkfígging til heilsu­ verkið, sum nú hevur verið stongd niður á tjúg­unda ári. Úrslitið av hes­um ørskapi kenna vit øll: Sjúkra­hús­ verkið er so líðandi komið á ør­mund­arhús, og øll ver­ andi útbygging av Lands­ sjúkra­hús­inum hevur ligið ella ligg­ur í hálvum gekki, tí kass­in er tómur. Takkað verið ábyrgd­ arleysum loysingar­polit­ ikki hevur lands­sjúkra­ hús­bygging síðani 2000 og til dagin í dag ikki fingið lóg­bundna fígging úr ríkis­ kass­anum upp á umleið eina hálva milliard. Er hetta ikki vindandi ørskapur? Man tað vera loyvt Før­ oya fólki at spyrja, um hetta fíggjarliga kvørkratakið ikki er mandatsvik móti Føroya fólki? Eingin hevur forspurt seg. Í revsilógini, § 280, er tilskilað, at álvarsligt mandats­vik kann verða revsað við upp til 8 ára fongsuls­revsing. CV um undirritaða: • Í barnagarði og -skúla hjá Nonnunum 1931- 1935 • Fyrireikingarskúli 1936 • Realskúlapógv í Havn 1941 • Tímalønt byggiarbeiði hjá tí bretska hervaldinum í Havn; á skrivstovuni hjá Charles Mauritzen Esq. Mr. Brockie, Leith/Tinganes 1941- 1946 • Á háskúla í Rungsted- Hørsholm og kvøldgymnasium í Keypmannahavn 1946-1949 • Á skrivstovuni hjá Fox-Film A/S í Keypmannahavn 1948-1949 • Bókhaldari hjá Wenzel Petersen og Thomas Dam & Co í 7 ár • Bókhaldari, fulltrúi, skrivstovustjóri og konsulentur á Føroya Gjaldstovu í 34 ár. • Umsiting av roknskapum hjá Skúlabókagrunninum og Mentunargrunninum í 25 ár Við skrivi frá landsstýrislimi var mær í 1956 loyvt at arbeiða hjá einum sak­før­ aravirki í Havn í mínari frítíð, t.v.s. eftir vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum, treytað av, at tað ikki darvaði mínum almenna starvi. Tað nógva av tí, ið und­ irritaði áhaldandi hevur skrivað í farnu og verandi øld, tykist ikki at hava áhuga hjá avvarðandi myndugleikum ella seriøsum journalistum. Eitt er tó vist: avoldað politisk nationalisma er ein upptornað greipa, sum avbronglar og avskeplar likam og sál og kryplar van­ ligt vit og skil. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Hús í Geilini 1, Innan Glyvur Vegna Føroya skiftirætt verður nevnda ogn, matr.nr. 132, Strendur - Innan Glyvur – lýst til sølu. Húsini eru bygd fyrst í 1900-talinum. Stødd: Kjallari/garaga uml. 69 m2, miðhædd uml. 47 m2 og loft uml. 25 m2. Grundøkið er uml. 976 m2. Húsini standa frítt fyri og útsýnið yvir fjørðin er frálíkt. Parkeringsviðurskiftini eru góð, og buss steðgipláss er beint við. Prísuppskot kr. 750.000,00. Nærri upplýsingar síggjast á heimasíðunum www. ogn.fo og Advokatskrivstovuni www.jura.fo ella við at venda sær til Advokatskrivstovuna, tlf. 353335, Fríðu Patursson, adv. frp@jura.fo Rósing Rasmussen, adv. Kristoffur Kristoffersen, adv.ft. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Hálvdan Mohr, Innandalsvegur 4, 530 Fuglafjørður, føddur tann 02.07.1933, deyður tann 07.07.2020, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Lucas Debesargøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 211/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 8. september 2020. Viðmerking