hósdagur 10. september 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 65
14
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
6. partur
A
ftaná kríggið vóru skipini
Marshall og Norðfarið í reið
arínum hjá pápa. Fyritøkan
helt áfram til fyrst í 50-
unum. Hon hevði umframt frystarí eisini
eitt nútímans turkarí. Tann bygningin
keypti Vágs Skipasmiðja. Frystaríið varð
yvirtikið av garðamonnum, men seinni
keypti John Absalonsen tað. Hann keypti
eisini vaskiskúrin, og síðan keypti hann
frystaríið.
Frystaríið var ein tann fyrsta byrjanin
til at skera og frysta fisk til útflutnings.
Hetta var aftaná kríggið – umleið 1950.
Talan var í fyrsta umfari ikki um beinleiðis
flakaframleiðsla, men tað varð skorið av
fiskinum og koyrt í 7-punds pakkar.
Ísur í avmarkaðari nøgd varð fram
leiddur í gamla frystarínum undan og
undir krígnum. Her var ein ísknúsari. Og
sum fyrr greitt frá, tóku skipini eisini ís av
Vágsvatni, tá ið tað frysti.
Keyptu Rádna
Fyrst í 50-unum var beiggi mín, Elith, við
til at keypa trolaran Rádna. Elith var ein
framburðssinnaður maður burturav. Hann
var tann fyrsti, sum byrjaði við fiskaaling
í Føroyum. Hann hevur verið ov nógv
framman fyri sína tíð, tí hetta gekk ikki.
Rádni fór á heysin, og tá keypti P/F J.
A. Godtfred hann. Tað gjørdi eisini enda á
fyritøkuni. Tað gekk illa, fiskaprísurin var
vánaligur, oljan var dýr, og hana brúkti
hann nógv av.
Rádni, sum upprunaliga var bygdur sum
eitt herskip, varð bygdur um til trolara,
og tað kostaði nógv. Annars var henda
umbygging roknað sum eitt rættiligt avrik,
sum smiðjumeistarin Palli Mortensen –
vanliga nevndur Argja-Palli – stóð fyri.
Eg var skipari tann fyrsta túrin. Men eg
segði upp, tá eg kom aftur, tí Rádni var ikki
útgjørdur sum hinir trolararnir, ið tá vóru
byrjaðir at fáa radarar og aðra tøkni.
Í stórheitstíðini hjá Vágsbygd fyrra
partin av øldini var ein øgilig rúgva av
skipum, sum hoyrdu heima har. Garða
menninir áttu nógv skip. Teir vóru størsta
fyritøkan. Jaspur á Løðhamri var tann
næsti, so pápi og vit (P/F J. A. Godtfred), síð
ani Tjørn og Marknoyri, og so teir við Kráir.
Tá var eingin neyð í Vági. Nógv hevur verið
at hoyrt um stóra skipaflotan á Tvøryri,
men hetta var meira áðrenn mína tíð. Í
míni tíð var Vágur nógv fremri.
Fór at selja olju
Ein dagin í 1952 varð eg ringdur upp av
Conrad Joensen, seinni kendur sum stjórí
á Shell, sum vildi tosa við meg. Christian
Holm Jacobsen umboðaði Shell tá. Teir
bjóðaðu mær at hava oljuna í Vági. Eg ivað
ist, men teir garanteraðu mær 3.000 kr. tað
fyrsta árið. Seldi eg fyri minni, skuldi eg
fáa tað goldið, sum restaði í. Fyrsta árið
seldi eg knappliga fyri hesa upphædd,
men so fór at ganga upp eftir. Eg keypti
mær ein gamlan lastbil at koyra olju við.
Tá ið hann var útslitin keypti eg mær ein
annan brúktan, men góðan lastbil. Eg hevði
ein leysan tanga uppi í lastini. Ein stórur
tangi varð bygdur á Oyrunum í Vági, og so
blivu tveir smærri tangar settir upp – ein
til bensin og ein til petroleum”.
Bergur greiðir frá:
Andrew var sera trúfastur ímóti sínum
kundum. Sjálvt í illveðri og kavaroki varð
farið út at fylla á hjá kundumum og fáa
slóknaðar oljufýringar í gongd aftur, og tá
kom tað væl við, at hann var maskinlærdur.
Onga samsýning tók hann fyri tað. Tá vóru
ongar gravimaskinur, men hann og ein
góður grannin – Christian Nolsøe – gróvu
seg við spaka heilt til Sumbiar og heim
aftur – ein túrur, ið lættiliga kundi vara
upp í 12 timar. Eingin skuldi sita kaldur.
Tað hendi seg meira enn so, tá ið bókhaldið
skuldi førast, at onkur rokning fyri olju fór
í ruskspannina, tí Andrew visti, at tað stóð
ikki ov væl til í húsinum.
Vinskapur við fólk í fleiri ættarlið
Við oljuumboðnum kom eg í samband við
nógvar sjómenn, skiparar og skip, sum
komu inn at taka olju. Tað vóru serliga
nógvir norðmenn og skotar.
Eg hevði serliga gott samband við fleiri
av teimum, og hetta vóru sambond, sum
hildu. Eg kendi ein norðmann serliga væl.
Hann kallaðist Peter Fylling. Og so kendi eg
serliga væl ein skota, sum æt Robert Bruce
– kallaður Bob. Eg kendi hann frá ungum
árum av. Hann kom við mammubeiggja
sínum – gamla Bruce – til Føryar eina tíð.
Hann var 16 ár tá, og eg var um 13 – 14 ár.
Vit blivu vinir fyri lívið.
Ein dagin vóru teir báðir – Bob og Fyll
ing – inni á gólvinum hjá mær í senn. Teir
undraðust á, at eg kundi tosa bæði norsk og
enskt í senn, og eisini kundi umseta teirra
millum. Bob fekk sær eisini skip at føra.
Gott við góðum vinum
Tá tvíburðarnir hjá okkum – Bergur og
Bogi – vórðu føddir, var av ringasta veðri.
Teir vóru ov tíðliga føddir og máttu í
skundi førast á sjúkrahúsið á Tvøroyri.
Tá var einki vegasamband millum Vág og
Tvøroyri. Vit máttu fara við Trygva – ein
um 50-tonsara. Jóan Petur hjá Mouritsi
førdi hann.
Tá lá Bob á Tvøroyafjørði við einum
línubáti og krokaði. Tá alt var komið í
rættlag á sjúkrahúsinum, fór eg oman á
keiuna. Har lá ein annar línubátur. So fór
eg umborð og kallaði á Bob. Hann lætti
akker beinanvegin og kom til kei. Tá hann
fiskaði undir Føroyum, var hann altíð
inni á Vági, tá høvi var til tess. Hann var
inni hvønn sunnudag og var altíð inni á
gólvinum hjá okkum. Tað sama var við
manningini hjá honum. Tá teir komu inn,
var eg altíð á keiuni fyri honum og bjóðaði
teimum øllum heim. Mia var altíð klár við
øllum góðum til matna, og onkuntíð var
sangur og harmonikuspæl – sera hugnaligt.
Tá ið eg sigldi uppá Skotland, var eg
eisini somuleiðis inni hjá teimum, ella
sigldi í hvussu er inn móti Boddam við
Peterhead norðanfyri Aberdeen, har Bob
búði oman móti sjónum fyri at heilsa vin
inum. Dóttur hansara, Netta, og maður
hennara, Ian, vóru her á brúðleypsferð
síðst í sekstiárunum.
Tá eg hevði oljuna, plagdi eg viðhvørt
at vera avloysaraskipari á ísfiskaskipum
og fara til Aberdeen at selja. Tá vitjaði eg
eisini vinmannin.
Seinastu ferð, eg var og vitjaði Bob, var,
tá Smyril sigldi til Aberdeen. Tá lá hann
á einum ellisheimið. Við mær vóru eisini
synirnir Andrew og Bogi. Seinastu ferð
Bob og eg vóru saman, sungu Ian og eg fyri
honum: "In the sweet by and by, we will
meet at the beautiful shore". Hann doyði
stutt eftir.
Tá Dupultkvartettin og Trible Trioin í
Ebenezer vóru við til Gospel Convention í
Fraserburg í Skotlandi, var tað júst ígjøgn
um mítt samband við hesa familjuna.
Hetta er seinasti partur av frásøgnini hjá Andrew Godtfred. Hann
fór at selja olju og seinni – sum pensjonistur, fór hann aftur til skips
SIÐSØGA
Andrew Godtfred:
FÓR AFTUR TIL SKIPS
SUM PENSJONISTUR
Mia og Andrew í diamantbrúdleypinum.
Elith, beiggi Andrew, var
undangongumaður sum fiskaalari