hósdagur 10. september 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 65
15
Komandi partur
Í komandi parti verður aftur farið til bardagasiglingina hjá
Andrew, tá hann greiðir frá serligum hendingum.
Eina ferð var abbadóttur Bob við manni
og vinfólki her og ferðaðist. Hetta var eitt
stórt upplivilsi hjá báðum pørtum og
vísir, hvussu vinskapur kann fara í arv.
Nú kann so triðja ella kanska rættari
fjórða ættarliðið halda vinabondini við
líka. Eg havi eisini veri í Norra og vitja
Fylling í Langevåg (við Ålesund). Fleiri av
monnunum við Silver Spray, vórðu eisini
vinir fyri lívið. Eg helt samband við teir, til
teir so við og við fullu frá.
Bílig olju, men kortini….
Oljan kostaði, tá ið eg byrjaði, 30 oyru/
liturin, og bensinið 35 oyru/liturin. Hetta
ljóðar ikki av nógvum, men sammett við
lønarlagið tá, mundi tað vera eins dýrt og í
dag. Í 1940 var tímalønin 76 oyru um tíman.
Eitt ár ella seinni fór hon upp í eina krónu.
Tá kostaði oljan eisini 30 oyru.
Eg hevði oljuna í 19 ár fram til 1972. Heri
Hjelm tók yvir, men hann gavst skjótt við
tí, og so tók Hans (Hansemann) Debes yvir.
Aftur at sigla
Vit fluttu til Havnar í 1972, og eftir stuttari
tíð fór eg aftur til sjós, hóast eg nú nærkað
ist teimum seksti. Eg fór við gomlu Sólborg
við kraftblokki eina tíð. Eg var ellisforseti
umborð á Sólborg, men eg var ofta fyrstur
uppi, tá teir róptu at kasta. Eiler var skipari,
men aðrir skiparar vóru eisini sum Palli
Johannesen og Agga í Garðastovu, báðir
vestmenningar. John hjá sterka Jákupi
var stýrimaður. Beðin Christiansen var 2.
stýrimaður.
Og tað var munur á skipum, frá tí eg
fyrstu ferð fór burtur sum 13 ára gamal
við "Merkur". Vit vóru nú tveir mans um
kamarið og heitt og kalt vatn. Í dag er tað
enn flottari. "Norðfarið", sum var bygd í
1929, varð roknað sum eitt nútímans skip
tá í tíðini, men hon hevði einki WC – bara
bukku!
So komu Cubabátarnir. Eg fór við
einum av teimum sum 1. stýrimaður at
liggja við boripallarnar í Norðsjónum og
við Hetland. Vit fingu eina ferð ein stóran
sjógv, og allir rútarnir í stýrihúsinum
fóru. Eg var einsamallur á brúnni, men
eg var so heppin, at eg sá sjógvin bróta,
so eg boygdi meg undir rútin og helt meg
fastan í gelendaran, so eg fekk ongan skaða
uttan í hondina, sum eg hevði hildið meg
fastan við. Glasið, sum kom inn, skar meg
í hondina, og eg bløddi nakað illa. Alt
gjørdist myrkt umborð, tí sjógvur kom
í el-skipanina, men telefonin riggaði tó
framvegis, so vit fingu rópt á boritornið,
at vit høvdu fingið hendan skaðan. Vit
fingu sett oljulanternurnar upp. Vit
fingu ein leidning úr maskinrúmunum
upp í stýrihúsið, so vit fingu ljósið aftur.
Stýrigreiðirnar, sum eisini vóru heftar
at streymi, fóru, so vit máttu stýra við
hond. Tað var strævið, tí tað vóru so
nógvir umdreyningar. Vit lensaðu so inn
til Kristansand, og eitt annað skip, sum lá
við boripallin, kom í fylgi við okkum.
Aftaná Cubabátarnar gjørdist eg tollari
í Havn um summarið í fýra ár í feriutíðini.
Um veturin var eg burtur við Sólborg, og
eg sigldi eisini nakrar túrar við Bliki hjá
Skipafelagnum.
Bjargaði Skúmaranum
Eftir, at eg var vorðin um 75 ár, var eg
náttavakt á Skipasmiðjuni í nøkur ár. Tað
var hugaligt at kunna gera nyttu, hóast
komin væl til árs. Eina náttina illveður var,
var "Skúmarin" við at slíta, men eg fekk í
ein enda og fekk hálað hann so frægt inn,
at eg kundi leypa umborð og binda hann
aftur. Havi lukkutíð altíð verið lættur á
fótum, til eg gjørdist lamin fyri nøkrum
árum síðani.
Seinasta túr 79 ára gamal
Mín síðsta túr gjørdi eg sum 79 ára gamal.
Tá ringdi Eiler (Jacobsen) til mín og
bað meg koma við sum 2. stýrimann við
rækjutrolaranum Sólborg at fáa sett skjøtil
á túrin. Eg játtaði, og John Joensen kom við
sum 1. stýrimaður. Vit fóru upp til Svalbard,
og vit skuldu fara av í Longyearbýnun,
men vit sluppu ikki inn fyri ísi. Vit
royndu fleiri ferðir at bróta okkum inn.
So var umhugsað, at vit skulu fara inn við
kavaskutarum, men so komu ávarðingar
um, at teir høvdu sæð ísbjarnir har á leið.
At enda varð ein tyrla útvegað, og hon setti
seg á ísin nærindis skipinum. So blivu vit
tríggir loraðir niður á ísin og gingu yvir til
tyrluna. Sjálvur var eg í svartaskóm, men
ísurin var turrur, so tað bilti ikki.
Eg hevði bát og róði út – eisini aftaná
at vera lagstur upp á land. Á tann hátt
kundi eg forsýna allari familjuni við fiski.
Hugurin til sjógvin hevur altíð verið góður
og veiðihugurin ikki minni góður.
Enn gleðist eg um at hoyra, at tað gongst
flotanum væl, og tað hendir seg, at onkur
skipari støkkur inn á gólvið at práta og
siga frá. Eg var ofta í Undirhúsinum, men
tá heilsan fór at bila, mátti eg gevast við tí.
Her kann skoytast upp í, at Andrew var
við til at stovna Suðuroyar Sparikassa og
sat í nevndini eftir, at Elith var var farin í
1959 og til og við 1971, tá ið hann flutti til
Havnar. Andrew var politiskt áhugaður og
var eitt tíðarskeið uppi í politikki. Hann sat
í sóknarstýrinum árini 1967-1970 og var
borgarstjóri í Vági í 1968 – 1970.
Hugaligur seinasti
boðskapur frá Andrew
Nógv av hesum, ið eg havi greitt frá, hevur
ikki verið í egnari styrki, men av náði Hans
ara, ið øllum ræður. Hann eigur æruna og
tøkkina. Eg vil enda við at takka øllum,
ið eg havi havt við at gera, og sendi eina
heilsan og Guds signing til okkara siglandi
fólk”.
Tað var heppið í síni tíð at hitta Andrew
í 2004. Hann andaðist árið eftir. Mia doyði
í 2009. Men teirra søga livir!
Upprunaliga turkihúsið hjá Dias á Heyggi.
Bindiklubburin hjá Miu í Vági í 1950’unum. Tær eru frá vinstru:
Frida Absalonsen, Lena Olafsson, Elly Djurhuus, Elaina
Vilhelm, Kathrina Leo, Mia Godtfred.
Soleiðis endaði seinasti túrur til skips hjá Andrew.