Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 16 Mentanin stemplað sum smittuberi Landsins størsta fyritøka innan ljóð og ljós er hart rakt av koronu. Fíggjarligi smeiturin rakar ikki bara tónleikin, men eisini fótbóltin, hondbóltin, fimleikin og fleiri størri tiltøk. Og blívur landsstýrið við at sita hendur í favn viðvíkjandi koronu, so mugu vit í framtíðini leita til Danmarkar ella Íslands, tá vit skulu hava størri tiltøk í Føroyum, sigur Hjalmar Hvítklett, eigari av Ljóðtøkni HERGEIR STAKSBERG Í mars mánaði fekk alt mentanarlívið ein frammaná, og alt ar­ beiði innan ljóð, ljós og video bleiv lagt lamið. Og tað sær ikki út til at verða broytt stórvegis síðani mars, tí samstundis sum hjálp­arpakkin fór úr gildi 1. sept­ember, so eru somu til­ mæl­ini hjá landsstýrinum framvegis galdandi. – Tað merkir, at landið forð­ar okkum at sleppa til arbeiðis, og vit síggja longu avleiðingarnar hjá okk­ara starvsfeløgunum í Dan­ mark. Taka vit Nordic, sum er størsta fyritøkan inn­an økið, so vórðu 48 fólk søgd úr starvi seinasta viku­ skifti. Og nú mugu hesi 48 starvs­fólkini finna sær størv innan aðrar vinnur. Og av­leiðingin av tí er, at øll hendan vitanin og ser­frøð­ in innan ljóð, ljós og video hvørvur. Og tá korona so einaferð hasar av, og vinn­ an skal byrja aftur, so er øll serfrøðin og vitanin vekk. Og hvat gera vit, tá øll vit­ anin eru vekk?, sigur Hjalm­ ar spyrjandi. Tónleikavinnan sum svarti Per Sambært Hjalmari hevur lands­stýrið stemplað tón­ leikin sum nakað vanda­ mikið. Frá byrjan hava vit fingið at vita, at vit ikki skulu savnast, har tað er tón­leikur. – Tað er tað mest um­ fat­andi inntrivið av øllum í samband við koronu. Hví verða tónleikur og mentan stemplað sum smittuberi? Hvørki fótbólturin ella flogfarið verða nevnd, hó­ ast tey savna fleiri fólk enn ein konsert. Taka vit flog­ farið sum dømi, so kanst tú sita meir enn tveir tím­ar í masku, men tú kann ikki fara á Reinsaríið ella í Norð­ ur­landahúsið. – Tí er tað er spyrji: Kanst tú ikki akkurát tað sama sita til eina konsert í masku, sum at sita í einum flogfari við masku? Og vit síggja eisini, at flogførini er proppað við fólki, og tú situr nógv tættari í einum flogfari enn í Norðurlandahúsinum ella Reinsarínum, sigur Hjalmar. Saknar handling frá landsstýrinum Sambært Hjalmari, so geva tilmælini í Føroyum onga meining. Vit kunnu vit ikki brúka lond sum USA ella Italia sum grundgeving, tá vit gera tilmæli. Tað búgva milliónir av fólki í teimum londunum og talið á deyðum er ræðandi. Sam­ an­borið við Føroyar, so eru lond­ini alt ov ymisk. – Ja, sjálvt tá mann kem­ ur niður á null í smittu, blívur mann við at loyva í mesta lagi 100 fólkum til til­tøk, hví ger mann tað? Har meini eg, at tað er alt ov nógv av copy/paste hjá epideminevndini. Vit kunnu ikki kopiera lond sum USA, Italia og Spania. Lond, sum slett ikki hava somu fortreytir, sum vit hava í Føroyum. Um mann endi­liga skal heinta íblástur úr øðrum londum, hví ikki brúka Týskland sum dømi? Har eksperimenterar mann við tiltøkum við 1200 fólk­ um, har øll nøvn verða skrá­ sett og øll fáa masku, sigur Hjalm­ar. Vit kunnu gera tað mun­ andi hugaligari hjá fólki í Føroyum, um vit seta nøkur heilt einføld tiltøk í verk, sambært Hjalmari. – Tað er sama søgan við skeinkistøðunum, sum skulu vera so øgiliga vanda­mikil. Har er tað so­ mikið lætt at halda skil á smittu­sporingini, at um øll gjalda við visakorti, tá tey koma inn, so eru øll fólkini skrá­sett í skipanini. Tað eru tílík banal tiltøk, vit kunnu seta í verk longu í dag, men í Føroyum siga myndug­leik­ arnir bara nei, nei og aftur nei, sigur Hjalmar. Væntandi virðing Hjalmar greiðir frá, at hann hevur møtt so nógv­ um mótvilja frá lands­stýr­ inum, at hann situr eftir við eini kenslu av, at lands­ stýrið onga virðing hevur fyri hansara yrki og ment­ anarlívinum sum heild. – Signalið, sum eg fái frá landsstýrinum er, at vit kunnu bara finna okkum eitt ordiligt arbeiði, men hetta er altso ikki nakað ítriv, hetta er okkara arbeiði. Og vit gjalda nokk í skatti og MVG til at fíggja allar løn­irnar hjá lands­stýris­fólk­ un­um, sigur Hjalmar. Tað er ikki bara lands­ stýrið, sum ikki vísir yrk­in­ um virðing. Talan er eisini um væntandi virðing fyri mentan í síni heild. – Eg havi hoyrt fólk siga, at hetta er gott fyri ment­ anina. Tað er gott, at ment­ an­in løðir, tí mentanin trív­ ist best í ringum korum. Ella, at tað er í neyðini, at besta listin verður skapt, men har eri eg fullkomiliga ósamdur. Eg haldi, tað er ótrúliga mannminkandi at hoyra, at ein tónleikari verður betri, tá hann gongur svangur ella, at teirra listarligu gáv­ ur blíva betri av at ganga svang. Tað er at reka háð og spott. Og vit blíva so ikki betri teknikarar av onki at gera. Vit blíva ikki betri av at fara at smíða ella fara til skips, tí onki arbeiði er, sigur Hjalmar. Húklarí í eygsjón Sambært Hjalmari verða tað ikki bara tónleikarar og mentan, sum verða rakt. Hetta er ein trupulleiki, sum fer at raka alt samfelagið, tí tað er eisini fyritøkan hjá Hjalmari, sum syrgir fyri ljóð og ljósútgerð til fim­ leika­framsýningar og final­ ur innan fótbólt, hondbólt og flog­bólt. – Tað sum er so tragi­kom­ iskt við øllum hesum er, at tá vit skulu hava eitt stórt krabba­meinstiltak í februar í Høllini á Hálsi, so kemur húklaríið bókstaviliga til sjóndar. Tí hvør situr á fremsti røð og flennur býtt, tá tiltakið byrjar og verður varpað út um allar Føroyar í sjónvarpinum? Jú, tað eru landsstýrisfólkini, sum sita har púra óávirkað av støð­uni. Bara tey koma í sjónvarpið ella fáa eina mynd á onkran portal, so er alt gott. Og tað er akk­ur­ át handan manglandi virð­ ingin, húklaríið og pro­voka­ tión­in, sum er tann reyði tráð­urin í øllum hesum. – Bara fyri at seta tað í per­spektiv, so hoyrdi eg ein innan ferðavinnuna, sum fegnaðist yvir alla ta góðu hjálpina, tey høvdu fingið. Har ein so svarar, at tað eru ikki øll, sum hava fingið hjálp, men tá svar­ar viðkomandi innan ferða­ vinn­una, at tað mugu vera for­svinnandi fá, sum ikki fáa hjálp. Eg hoyri so til tey “forsvinnandi fáu”. Har eru fleiri, sum eru bjargaði, tí tey longu hava fingið milli­ónir oman á milliónir í hjálp, men restin? Vit verða sædd sum ein parantes og ein sjálvfylgja, tá fólk hava brúk fyri okkum, men vit eru hvørki ein parantes ella ein sjálvfylgja, sigur Hjalm­ ar at enda. TRIVNAÐUR ÁBYRGD OG ÁLIT MENNING K R E A Nes kommuna søkir eftir kommunuskrivara at byrja skjótast til ber. Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har viðkomandi kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við umsiting, bygdaráð og borgarstjóra. ARBEIÐSUPPGÁVURNAR ERU Í HØVUÐSHEITUM • Móttaka og fyrireika inn- komin mál til nevndarviðgerð • Vera næsti ráðgevi hjá borgarstjóra og bygdaráði, herundir ráðgeving innan lóggávu og onnur stýrings- amboð, ið eru í eini politiskt stýrdari umsiting • Vera skrivari á fundum hjá bygdaráðnum og nevndum • at avgreiða mál frá bygda- ráðsfundum, í samráði við borgarstjóran • Viðgera og avgreiða jarðarmál, í samstarvi við teknisku deild • Umsita journalskipanina • Umsita heimasíðuna • Umframt aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur. FØRLEIKAKRØV • Hava viðkomandi ástøðiliga útbúgving • Hava kunnleika til og helst royndir innan almenna umsiting • Hava góðan telduførleika • Hava áhuga í og førleika til málsviðgerð • Hava góð samstarvsevni og kunna umboða kommun- una á hóskandi hátt mót- gevis borgarum, almennum stovnum og øðrum sam- starvsfeløgum • Duga væl at samskifta og kunna orða seg greitt í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum • Vera fleksibul, tí arbeiðs- trýstið er ymiskt, og partar av arbeiðnum koma at liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð • Duga væl at lurta og vera jaligur og siðiligur VIT BJÓÐA Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi, við skiftandi uppgávum innan kommunala umsiting. SETANARVIÐURSKIFTI Løn verður ásett sam- bært sáttmála millum Kommunala arbeiðs- gevarafelagið og starvs- mannafelagið. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Í arbeiðstíðini er íroknað fundarluttøka, sum liggur uttanfyri van- liga arbeiðstíð. Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til: nes@nes.fo, í seinasta lagi 1. oktober 2020. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jóhannus Danielsen, borgarstjóra, á telefon 447586 ella 565000. NES KOMMUNA Á kommunuskrivstovuni arbeiða, umframt borgarstjóran, ein tekniskur leiðari, ein rokn- skaparleiðari, ein bókhaldari og ein lærlingur. Nes kommuna er ein framsøkin kommuna. Við atliti til umhvørvi og náttúru, skapa vit bestu fyritreytir fyri vinnu-, frítíðar- og bústaðarmøguleikum. Vit ynskja at vera ein kommuna ið er savnandi, vísir umsorgan og gevur møguleikar fyri tí einstaka og familjuni at trívast. Eisini ynskja vit, saman við opinleika, góðum samskifti og dugnaskapi, at skapa álit ímillum borgara og kommununa. Nes kommuna er ein kommuna fyri øll og vit vilja skapa lív og ganga fremst. KOMMUNUSKRIVARI TIL NES KOMMUNU