Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 28 BRANDUR: VISTI IKKI HVUSSU EG SKULDU FEIRA TAÐ -Tað er so langtsíðani at eg havi skorað á landsliðnum, at eg visti ikki hvussu eg skuldi feira tað. Tað vóru heldur ongir áskoðarar, so eg mátti finna onkran, sum eg kundi feira tað saman við. Eg havi ikki verið so glaður í langsamiliga tíð. Eg hevði ein forferdiligan dag til venjing í gjár, og rakti ikki málið einaferð, men eg goymdi tað til í dag og tað eydnaðist, segði Brandur Hendriksson eftir dystin TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR H åkan Ericson stendur eftir sum stóri vinn­ arin á Tórsvølli, tá ljósini sløkna seint hós­kvøldið 3. septembur. Hann hevur satsað stórt við at taka Andreas Lava Olsen út til landsdystin. Leirvíkingurin hevur fyri tað mesta verið brúktur sum innskiftari seinni árini, men av og á spælir hann ein branddyst. Júst Brand venda vit aftur til. Brølini hoyrast yvir tómu setr­ini á Tórsvølli. Malta hevur frí­spark og ongin av okkara dekkar Andrei Aigus. Royndi lið­ skiparin hevur spælt 90 dystir í miðverjuni hjá Malta, og hann ísakaldur, tá frísparksinnleggið dettur fyri føturnar á honum. 2-1 til Malta eftir 73 minuttir. Tá nýggi svenski venjarin hevur mest brúk fyri tí, traðkar Andreas Lava Olsen til. Við ryggi­ num móti málinum smekkar hann bóltin niður við handari stong. Løtuni seinni verður verk­ið fullgjørt, tá Brandur Hendriks­son í 90. minutti, úr 25 metrum, sendir bóltin í málhornið til 3-2. Håkan Ericson valdi í fleiri førum tryggu loysnina, men hann satsaði við Lava og rakti so snóra beint. Håkan letur lítið frá sær Í upptaktini til fyrsta landsdystin er Håkan Ericson blíður og tosar gjarna við fjølmiðlarnar, men blíva spurningarnir ov neyvir, so smílist hann bara og sigur, at nú fáa tit ikki meiri at vita. Tí er tað bara eitt gitt hvussu liðið verður til dystin, men í fleiri førum er talan um tryggar loysnir. Gunnar Nielsen er í mál. Verjan telur bara ein óroyndan spælara í Jóannesi K. Danielsen, men hann er royndur í Evropa, og hevur fleiri royndir enn kapp­ ingarneytin úr HB, Heri H. Mohr. Á miðjuni er Sølvi Vatnhamar fluttur á verjukenda miðvøllin, meðan Brandur Hendriksson og Hallur Hansson eru framm­ an­fyri. Einasti nýggi maðurin á vøll­inum er Meinhard E. Olsen, sum bara hevur tvey innhopp á A-landsliðnum. Góð byrjan Føroyska liðið fær eina góða byrjan upp á dystin. Vit spæla væl upp og koma til mál­møgu­ leikar longu tíðliga í dystinum. Fyrst er tað Brandur, sum sendir Jóannes Bjartalíð avstað, og løtu seinni er Jóannes Bjartalíð partur av uppspælinum, tá Klæmint A. Olsen fær risa møgu­ leika, men málverjin bjargar. Klæmint A. Olsen setur hol á eftir 25 minuttir. Sølvi Vatnhamar leggur eitt avbera gott innlegg innfyri, har ritu­ vík­ingurin við aftara økið stútar bóltin í málið. Jóannes Bjartalíð er eisini um reppið at økja eftir framúr avlevering frá Sølva Vatnhamar, sum í uppspælinum liggur á høgrabakkinum. Malta svarar aftur Eftir eina góða byrjan byrja maltes­ar at fáa takið á dystinum. Teir spæla skjótt og væl. Til tíðir síggja okkara spælarar eitt sind­ ur tungir út. Eftir 37 minuttir verða okkara yvirspældir í høgru. Heini Vatnsdal er ov skjótur úr miðverjuni. Tað endar við, at Jurgen D e g a b r i e l e verður spældur leysur og javnar úr 12 metrum. Fram til 2-1 málið, sum kemur eitt stórt korter fyri tíð, eru tað maltesar, sum kanska spæla betri. Vit koma til onkran málmøguleika, har Meinhard E. Olsen hevur eitt gott inn­legg, sum maltesar senda á egna tvørstong, men spælið gongur eitt sindur strilti. Tá eru gestirnir úr Malta kvikari á bólti­num, men koma hinvegin ikki til málmøguleikar, fyrr enn Andrei Aguis stendur púra leysur og skorar til 2-1. Lava og Brandur seta eld í Håkan Ericson spælir fyrsta kortið tjúgu minuttir inn í seinna hálv­leik, tá hann sendir Dan í Soylu á vøllin fyri Meinhard E. Olsen. Sandoyingurin í HB kemur væl frá fyrstu minutt­un­um, og ferð kemur á føroyska spælið. Løtu seinni kemur Andreas Lava Olsen inn. Hann fær ikki ordiliga fatur á bóltinum, fyrr enn hann skorar úr 15 metrum við rygginum til. Tá resta bara tríggir minuttir í. -Eg bíðaði eftir at Sølvi fór at spæla bóltin til mín, men tað sá ikki út sum, at hann tímdi at spæla til mín. Hatta er nokk tað eg eri bestur til, tá tú vendir skeivan veg ella okkurt líknandi. Tað hevði verið verri um eg vendi beint móti málinum, so veit eg ikki hvat tað hevði endað við. Eg havi gjørt fimleik og veit hvussu tú skal venda tær skjótt, sigur ein sjálvspeisamur Andreas Lava Olsen. Tað verður mangan sagt, at hann er øðrvísi og Atli Greger­ sen, liðfelagið í Víkingi og fyrr­ verandi liðskipari á lands­lið­ num, kalla hann “sned­ig­an upp á tann góða mátan”. Frammanundan hevur inn­ skifti Patrik Johannesen eisini verið nær við at skora. Saman við Dan í Soylu gera teir allir tríggir mun. Tað ger eisini mun, at Sølvi Vatnhamar verður flutt­ ur fram á meiri vanda høgra vongin. Eitt dreymafríspark Nú eru tað føroysku spælararnir, ið elta ein sigur. Trúgvin er komin upp á tað, men tey vóru nokk ikki nógv, sum væntaðu at skálvíkingur á miðjuni fór at skjóta beinleiðis, tá vit fingu frí­ spark úr 25 metrum. - Eg helt tað var í so tætt uppá til at skjóta innlegg, og vit kundu fáa ein retur, men hin­ vegin um tú ikki skjútur upp á mál, so skorar tú heldur ikki. Eg visti beinanvegin, at eg rakti hann væl. Eg helt at málverjin hjá teimum stóð nakað langt í mótsættu síðu, og vendi líka sum hinvegin. Tí hugsaði eg, at hann skuldi flyta seg skjótt, um eg rakti bóltin væl, sigur Brandur Hendriksson, sum pløkk­aði frísparkið í trýkantin. Stór frøi á spælarum, venjar­ um og hjálparfólkum. Ein sigur í fyrstu royndini hjá nýggja venjara­toyminum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Håkan Ericson stendur eftir sum stóri vinnarin, eftir at Føroyar vunnu 3-2 á Malta í Nations League. Hann satsaði við Andreas Lava Olsen og fekk fult afturfyri. Brandur Hendriksson setti punktum við fantastiskum frísparki Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Føroyar – Malta 3-2: HÅKAN SIGRAÐI Í FYRSTU HÅKAN SIGRAÐI Í FYRSTU ROYNDINI ROYNDINI - LAVA OG - LAVA OG BRANDUR FESTU ELD Í BRANDUR FESTU ELD Í