hósdagur 10. september 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020
SOSIALURIN 65
29
Brandur var bestur
Tað eru fleiri góð avrik
á føroyska liðnum í 3-2
sigrinum á Malta. Avrikið
er betri enn máltalvan
vísur, tí okkara skapa væl
fleiri málmøguleikar enn
mótstøðuliðið, men vit gera
álvarsom mistøk í verjuparti
num.
Gunnar Nielsen stóð sum
so væl og kundi kanska hildið
einum innleggi afturat. Heini
Vatnsdal og Sonni Ragnar
Nattestad eru sterkir í tví
dystunum, men Heini er ov
grammur í fyrra málinum,
meðan Sonni Ragnar stressar
ov nógv á bóltinum og ger ov
nógv fríspørk.
Jóannes K. Danielsen tekur
seg fram og eigur lut í fyrsta
málinum, tá hann vinnur
bóltin eftir málspark. Hevur
tó løtur, har tað seinasta
restar í. Viljormur Davidsen
spældi ein stabilt góðan dyst.
Sølvi Vatnhamar spældi á
nýggjum plássi á verjukenda
miðvøllinum. Hann eigur
upplegg til tvey mál, og leggur
upp til tveir stórar málmøgu
leikar. Riggar betri á vongi
num seinasta løtuna. Hallur
Hansson stríddst manniliga,
men var ikki so sjónligur
hesaferð.
Bestur
var
Brandur.
Sterkur á bóltinum og av
gjørdi dystin. Hevur fleiri
góðar avleveringar fram í
vøllin og er sterkur í avspæli
num.
Jóannes Bjartalíð er
drúgvur og kemur til tveir
stórar møguleikar. Meinhard
E. Olsen spældi sín fyrsta
dyst frá byrjan og kom nakrar
ferðir í góðar støður. Smædd
ist ikki burtur.
Klæmint A. Olsen kundi
havt skorað hattrik, men tað
bleiv til eitt gott mál. Dan í
Soylu, Andreas Lava Olsen
og Patrik Johannesen komu
allir inn og gjørdu mun. Lava
fekk málið, men bæði Dan og
Patrik mudu eisini fingið mál.
LAVA: HETTA ER TAÐ EG ERI BEST TIL
-Hatta er nokk tað eg eri best til, tá tú vendir skeivan
veg ella okkurt líknandi. Tað hevði verið verri um eg
vendi beint móti málinum, so veit eg ikki hvat tað hevði
endað við. Tað er nakað av práti um úttøkuna, men
tað skal tað eisini verða loyvi til, men eg haldi eg vísi
í dag hví eg eri úttikin, sigur Andreas Lava Olsen.
Spælarametingar:
Nations League bólkur D
FØROYAR
1 3
MALTA
1 2
3. SEPTEMBUR 2020 - TÓRSVØLLUR
7
7
7
7
7
7
7
8.5
7.5
7.5
7
GUNNAR
NIELSEN
VILJORMUR
DAVIDSEN
SONNI RAGNAR
NATTESTAD
HEINI
VATNSDAL
JÓANNES
K. DANIELSEN
HALLUR
HANSSON
MEINHARD
E. OLSEN
BRANDUR
HENDRIKSSON
KLÆMINT
A. OLSEN
SØLVI
VATNHAMAR
JÓANNES
BJARTALÍÐ
7.5 Dan í Soylu (Inn 65.min)
8.5 Andreas Lava Olsen (Inn 71.min)
7.5 Patrik Johannesen (79.min)
Dómari: Ádám Farkas (Ungarn)
Royndi at halda eina linju og tað gekk á eini leið. Malta átti
brotsspark, sum teir ikki fingu, og vit kunnu iðra okkum um
okkurt. Samanlagt á góðari leið.
6
Føroyar – Malta
3-2 (1-1)
1-0: Klæmint A. Olsen, 25
1-1: Jürgen Degabriele, 37
1-2: Andrei Agius, 73
2-2: Andreas Lava Olsen, 87
3-2: Brandur H. Olsen, 90
Dómari: Ádám Farkas (Ungarn)
Føroyar: Gunnar Nielsen –
Jóannes K. Danielsen, Heini
Vatnsdal, Sonni Ragnar
Nattestad, Viljormur Davidsen
– Jóannes Bjartalíð (Patrik
Johannesen, 79.), Hallur
Hansson, Sølvi Vatnhamar,
Brandur H. Olsen, Meinhard
E. Olsen (Dan í Soylu, 65.) –
Klæmint A. Olsen (Andreas
Lava Olsen, 71.)
Gult kort: Sølvi Vatnhamar,
Brandur H. Olsen, Jóannes K.
Danielsen
Á beinkinum uttan at verða
skiftir inn: Teitur Matras
Gestsson, Tórður Thomsen,
Jákup B. Andreasen, Odmar
Færø, Gunnar Vatnhamar,
Adrian Justinussen, Daniel
Johansen, Heðin Hansen, Heri
H. Mohr
Venjari: Håkan Ericson
Fakta:
Føroyar – Malta
Skot: 11-7
Skot á mál: 7-6
Hornaspørk: 4-7
Rangstøður: 3-0
Spælbýti: 57%-43%
Avleveringar: 480-375
Rættar avleveringar: 400-295
Gjørd fríspørk: 13-20
NÝGGJAR SPÆLARAMETINGAR (2020):
1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni
4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað
av honum
7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur
betri frá uppgávuni
10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt
avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri.