Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 30 KLÆMINT: EG MÁTTI PRØVA OKKURT -Eg náði ikki ordiliga upp á pláss, so eg standi frammanfyri stongina og bólturin kemur beint á meg, so tað er ikki nemt at finna málið harfrá. So má mann prøva okkurt og tað riggaði fínt. Hatta er ikki nakað tú kanst venja. Hatta er bara automatikkur, har tú gert eitt ella annað. Tú fær ikki tíð at hugsa. Eg stóð so tætt málinum, at tá eg eina ferð vendi mær við, var bólturin í málinum, sigur Klæmint A. Olsen TRÓNDUR ARGE Í 90 minuttir, umframt ­teim­ um seks minuttunum, sum dómarin legði afturat samanlagt, hevði Andorra ikki eina tí einastu roynd á før­ oyska málið, sum kann roknast sum vandamikil. -Eg eri nøgdur við álopsspælið hjá okkum, men tað er eisini týdningarmikið, at teir ikki koma til nakran málmøguleika, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari. Einsamallur málskjútti er Klæmint A. Olsen, sum eftir ein hálvan tíma, hegnisligan hælar bóltin í málið til 1-0, eftir fram­ úr uppspæl í høgru, har ritu­ vík­ingurin spælir væl saman við nýggja liðskiparanum, Halli Hans­son. Hetta er fyrstu ferð síðani 1997, at Føroyar vinna tveir kappingardystir upp í slag. Tað var móti Malta í HM 1998 undan­ kappingini. Vit vinnu 2-1 bæði á Malta og á Toftum. Tá skoraði Todi Jónsson í báðum dyst­ unum. Her fylgdi Klæmint A. Olsen fótasporunum hjá kenda klaksvíkinginum og skoraði eisini í tveimum sigrum upp í slag. Nú er lykilin at eita Olsen, tí øll fýra málini í Nations League sigrunum eru skotin av spælarum við navninum Ol­sen. Brandur Hendriksson Olsen, Andreas Lava Olsen og tvær ferðir Klæmint Andrasson Olsen. Tvær broytingar Tað er torført at fáa nakað at vita undan dystinum móti Andorra. Einki fjølmiðlafólk er við á ferðini, tí tað er so av­bjóð­ andi at ferðast til An­dorra við reglugerðini hjá UEFA, og ikki minst hjá teimum nógvu lond­ unum í samband við koronu­ smittuna. Tað eru ábendingar um, at lands­liðsvenjarin ikki ætlar at gera fleiri broytingar á liðnum enn neyðugt. Liðið verður kunngjørt á døgurða og tað eru tvær broytingar. Gunnar Niel­sen er afturkallaður til ís­ lendska felagið, FH, tí hann skal í sóttarhald, tá hann kem­ur heim. Tað gongur út­yvir fjórð­ ingsfinaluna í steypa­kapp­ingini og UEFA loyvir tá, at eitt felag kann kalla spælaran heim. Í hansara stað kemur Teitur M. Gestsson. Patrik Johannesen kom inn í dystinum móti Malta á Tórs­vølli. Hann byrjar í Andorra fyri Meinhard E. Olsen. Annars er liðið tað saman, men tað er í broyttari spæl­skip­ an. Hesa ferð eru tveir áleyp­ar­ ar, sum skulu geva pláss til Hall Hansson, sum er fluttur longur fram á miðvøllin saman við Brandi Hendrikssyni og Jóan­ nesi Bjartalíð. Spæla glís Tað er spæl upp á eitt mál í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið flytur bóltin væl, men tað er tjúkt fyri málið hjá Andorra. Teir hava allar spælarar á egnar hálvu, með­an okkara royna at flyta bólt­in frá síðu til síðu. Tað blívur til okkurt innlegg og trunkaspæl í brotsteiginum, men tað blívur ongantíð ordiliga vandamikið. Heini Vatnsdal og Sonni Ragnar Nattestad vinna sínar nær­dystir, og tí kann liðið næstan hvørja ferð byggja upp á nýggjum, tá heimaliðið hevur vunnið bóltin og sparkar langt. Serliga Brandur Hendriksson fær væl fatur á bóltinum á miðvøllinum, har hann saman við hinum miðvallarunum fær bóltin at ganga skjótt. Sjálvt um tað til tíðir er nær við at blíva ein góður málmøguleiki, so er málverjin hjá Andorra ikki oftani til arbeiðis. Klæmint er munurin Tá ein hálvur tími er spældur kemur avgerandi løtan í dysti­ num. Hallur Hansson og Klæmint A. Olsen spæla væl sam­an í høgru í brotsteiginum. Tað endar við, at Hallur Hansson sendir bóltin flatt innfyri til toppskjúttan í føroyskum fót­bólti, sum hegnisliga skorar við hælinum. -Eg veit ikki um tú kanst venja slíkt. Eg stóð nakað frammaliga og setti hælin á bóltin. Eg visti ikki um tað var rangstøða ella nakað, men eg eri bara glaður fyri at bólturin fór í málið, sigur Klæmint A. Olsen, sum ikki ordi­liga sá tá bólturin fór um mál­strikuna. Hann hevur nú skorað í tveim­um landsdystum upp í slag. Tað er ikki gjørt í kapping síðani Rógvi Jacobsen skoraði í tveimum dystum upp í slag í EM 2008 undankappingini. Hann skoraði fyrst í 3-1 ósigri í Georgia, og so skoraði hann tíggjar mánaðir seinni eitt minni­ligt mál, tá Føroyar taptu 2-1 á Tórsvølli fyri heims­meist­ar­ unum úr Italia. Seinasti maður at skora tvey mál í tveimum saman­hangandi sigrum er Todi Jónsson í 1997. Bólttrygt avrik í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki er føroyska lið­ ið aftur omaná leikliga, men nú uttan at hótta málið hjá Andorra so nógv. Í pørtum av seinna hálv­ leiki spælir føroyska liðið bóltin runt, meðan vertirnir verja á egnari hálvu. Bara hendinga ferð leggja vertirnir nógv fyri og koma fram á vøllin. Tað blívur tó ongantíð vandamikið. Føroyska liðið hevur tamarhald á støðuni líka til dómarin, Harald Lechner úr Eysturríki, bríkslar fyri sein­ astu ferð. Håkan fegnast Tveir sigar og seks stig. Tað er støðan hjá Håkani Ericson sum før­oyskur landsliðsvenjari. Hann fegnast um sigur á An­ dorra. -Tað er himmlaskt at kunna byrja so væl, tá vit hava havt so fáar dagar saman og alt er nýtt. Hetta var deiligt, tí tað er ein torfør uppgáva á útivølli. An­dorra er eitt lið, sum ger tað tor­ført at spæla ímóti teimum. Bólt­urin er lítið í spæl, tú er leingi í somu støðu við bóltinum, tað eru nógv fríspørk og so tað er tor­ført at fáa leikferðin upp í dysti­num. Vit fyrireikaðu okkum væl upp á hvussu teir ætla at vinna dystin, men eg haldi vit avgreiða dystin avbera væl, sigur Håkan Ericson. Nú eru Føroyar fýra stig fremst í bólkinum, sum eisini telur Malta og Lettland, sum spældu málleysan javnleik sein­ ni sunnukvøldið. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Við Klæminti A. Olsen á odda, vunnu Føroyar ein tann tryggasta sigurin nakrantíð í landsliðshøpi, tá Andorra bleiv niðurlagt á egnum vølli. Føroyska liðið hevði bóltin meginpartin av tíðini, og gestirnir høvdu onga roynd á málið hjá okkum Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Andorra-Føroyar 0-1: EIN TANN TRYGGASTI EIN TANN TRYGGASTI SIGURIN NAKRANTÍÐ SIGURIN NAKRANTÍÐ