Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 31 Sannførandi liðavrik Tað var ongin undir miðal, men tað var heldur ongin, sum toppaði ella spældi yvir evni. Avrikið er kanska best ímynd­að av avrikinum hjá Teiti M. Gestsson. Hann hevði ikki eina bjarging, ið er verd at nevna, men sparkar sum altíð væl. Heini Vatnsdal og Sonni Ragn­ar Nattestad vóru meiri sjónligir, tí teir høvdu bólt­in nógv og vunnu sínar nær­ dystir, men aftur er talan um lítla til onga móstøðu. Jóan­ nes K. Danielsen og Viljormur Davidsen komu til nøkur innlegg og spældu sum heild væl. Á miðjuni vóru allir fýra, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hans­son, Brandur Hendriks­ son og Jóannes Bjartalíð, nógv á bóltinum. Sølvi flutti bóltin mest, Brandur var helst tryggastur, Jóannes leit­aði mest, meðan Hallur Hans­son stendur sterkastur við upp­legginum til málið. Í álopinum fer herða­ klappið til Klæmint A. Ol­sen, ið skorar einsamalla málið í dystinum. Tað er tí hann er við á liðnum. Patrik Johanne­ sen sær út sum ein lands­liðs­ spælari, meðan innskiftarnir ikki skuldu inn at venda dystinum hesaferð. Andreas Lava Olsen fekk ikki málmøguleikan, men vann fleiri tvísdystir, Mein­ hard E. Olsen bjóðaði seg fram og kundi havt skorað, meðan Jákup B. Andreasen fekk debut seinastu minuttirnar. JÁKUP: EIN STÓR LØT FYRI MEG -Jú, hetta er ein stór løta fyri meg persónliga at fáa teir fyrstu minuttirnar. Tað er ein fantastisk kensla at sleppa inn at spæla. Tað er nakað tú droymur um, tá tú ert ungdómsspælari, so tað var ikki so galið at sleppa innum. Venjarin vildi hava ein mann inn á miðjuna afturat at verja tað heim, sigur Jákup B. Andreasen Spælarametingar: Nations League 2. umfar ANDORRA 0 0 FØROYAR 1 1 6. SEPTEMBUR 2020 - ESTADI NACIONAL - ANDORRA LA VELLA 6 7 7.5 6.5 7.5 8 7 6 6 6 6 TEITUR M. GESTSSON VILJORMUR DAVIDSEN BRANDUR HENDRIKSSON SONNI RAGNAR NATTESTAD HALLUR HANSSON KLÆMINT A. OLSEN HEINI VATNSDAL JÓANNES K. DANIELSEN 7 Andreas Lava Olsen (Inn 58.min) 6.5 Meinhard E. Olsen (Inn 72.min) Jákup B. Andreasen (Inn 87.min) Dómari: Harald Lechner (Eysturríki) Tað krevur ein góðan dómara at døma Andorra væl. Bestu hjálpina fær hann tá Klæmint skorar, tí so drála teir ikki meiri enn eitt vist. Gav Heina Vatnsdal eitt løgið gult kort. Annars ein týpsit UEFA-avrik, við fleiri smáum fríspørkum. 7 Andorra – Føroyar 0-1 (0-1) 0-1: Klæmint A. Olsen 31. Dómari: Harald Lechner (Eysturríki) Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð (Meinhard E. Olsen, 72.), Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen – Klæmint A. Olsen (Jákup B. Andreasen, 87.), Patrik Johannesen (Andreas Lava Olsen, 58.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, Kristian Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Adrian Justinussen, Daniel Johansen, Dan í Soylu, Heðin Hansen, Heri H. Mohr Gult kort: Heini Vatnsdal, Hallur Hansson Venjari: Håkan Ericson NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. SØLVI VATNHAMAR PATRIK JOHANNESEN JÓANNES BJARTALÍÐ