Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 65 32 TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR, TÓRSHAVN T ríggjar minuttir fyri tíð kemur Petur Knudsen aft­ur í skotstøðu. Hann hevur tríggjar minutt­ir frammanundan minka um munin við skoti frá brots­ teig­ar­markinum. Nú er hann í somu støðu. Dreg­ur inn til høgra beini og skjýt­ur, men norðurmakedónar eru ávaraðir og tveita seg fyri og blokera skotið. Tað blívur til onkar spentar støður, men hesa ferð veksa trøini ikki inn í himmiríkið. Dystargongdin og av­rikið líkist tí móti Ísrael, har Før­oyar vóru aftanfyri, men vunnu dystin við góðum avriki í seinna hálvleiki. Um alt vildi væl, so javnaði Petur Knudsen við hesum skoti­ num, men tað eru okkara egnu mistøk, ið gera at fyrra málið hjá Peturi Knudsen ikki gevur eitt stig. Tvær broytingar Undan dystinum er ikki so nógv at hoyra til U21 landsliðið. Skjóti vongurin hjá B36, Hannes Agnars­son, gevur avboð eftir dystin móti Ísrael, tí hann hevur pínu í rygginum. Í hansara stað kemur málverjin Bárður á Reyna­trøð. Tá liðið verður kunngjørt, eru tvær broytingar frá liðnum, sum vann 3-1 á Ísrael. Lukas Giess­ing og Andri Benjaminsen, sum báðir komu inn í sigrinum á Ísrael, byrja inni. Andri Benja­ min­sen á vinstra bakki og Lukas Giess­ing á vinstra vongi. Út fara Hanus Sørensen, sum er høgri bakkur, men spældi á vinstra bakki móti Ísrael. Eisini Mads B. Mikkelsen úr HB dettur út. Hann hevur verið skaddur og tað er í samráð við HB, at hann ikki spælir fult hetta landsliðsumfarið. Sterk mótstøða Norðurmakdónia ljóðar kanska ikki sum sterk mótstøða, men seinast liðini møttust vann Norðurmakedónia heili 7-1, sum er ein tangering av størsta ósigri­num hjá U21 landsliðnum. Undan ferðini til Føroya tapti Norður­makedónia bara 1-0 á heima­vølli fyri Spania. Hetta er eisini ein møguleiki at hevna stóra tapið, men tað hevur ikki verið uppi at venda frá venjara­ num. - Eg haldi ikki við høvdu tað uppi at venda. Vit hugsaðu bara um hendan dystin og spældu fyri at hava eina kjans, sigur Sámal Erik Hentze, venjari. Líkist avrikinum móti Ísrael Móti Ísrael kom føroyska liðið ikki fyri seg, fyrr enn gestirnir vóru komnir á odda 1-0 og tað nærk­aðist hálvleikinum. Soleiðis var eisini á Tórsvølli týsdagin. Milan Ristovski, liðskipari og áleypari hjá norðurmakedónum, er eirindaleysur, tá hann eftir eitt stórt korter fær sín fyrsta møgu­leika at skjóta upp á mál. Andri Benjaminsen fær ikki vart fyri á vinstra bakkinum, og so kemur bólturin innfyri, har lið­skiparin í aðru atløgu smekk­ar bóltin í netið. Løtu seinni má Rói M. Hentze standa sterkur, tá skot kemur úr stuttari fjarstøðu. So hvørt sum hálvleikurin nærkast, byrjar føroyska liðið at seta sín dám á dystin. Okkara vinna bóltin nakrar ferðir inn á hálvuni hjá gestunum og tað blívur til tveir ella tríggjar góðar møguleikar. Besta skotið hevur Petur Knud­ sen úr spískum, men málverjin bjargar. Vandamikið spæl Móti Ísrael setti føroyska liðið seg á dystin í seinna hálvleiki, men hesa ferð mundi føroyska liðið givið sigurin vekk fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki. Í fleiri førum mistu okkara bóltin í vanda­miklum støðum, men vit sleppa við skrekkinum upp til fleiri ferðir. Síðani kemur skil á føroyska spælið. Miðskeiðis í seinna hálv­ leiki koma vit til tríggjar stór­ar málmøguleikar. Pætur Peter­ sen, Petur Knudsen og Stefan Radosavljevic koma allir til møgu­leikar, men inn vil bólturin ikki. Meðan føroyska liðið hevur sítt besta tíðarskeið gera vit eisini størsta mistakið, tá Rói M. Hentze roynir at spæla út frá málinum, men hann er í so djarv­ur, tí bólturin endar fyri føtur­nar á innskifta Kristijan Ackovski, sum kann skjóta bóltin í eitt tómt mál. Petur Knudsen svarar aftur Tað ganga bara fýra minuttir, so svarar føroyska liðið aftur. Petur Knudsen sleppur leysur av tveimum spælarum og meddar til frá brotsteigarmarkinum. Skotið órógvar málverjan og bólt­urin siglur millum beinini á mál­verjanum og í mál. Seinastu minuttirnar roynir før­oyska liðið at koma til møgu­ leikar, og liðavrikið er gott. Roynd­in at fáa mál gevur eisini møgu­leikar í hinum endanum. Helst skuldi Milan Ristovski avgjørt dystin ein minutti fyri tíð, men fyrst verjur Andri Benja­min­sen væl og í aðru atløgu fer skotið uppum. Sámal Erik er nøgdur hóast tap Nýggi venjarin á U21-lands­lið­ num er væl nøgdur við avrikið. Úrslitið skal eisini síggjast í ljósinum av sterku mótstøðuni úr Norðurmakedónia. -Nú skal tað líka sodna, men beint nú eri eg nøgdur við nógv í dystinum. Eg haldi tú skal verða nøgdur, annað er býtt. Tað hevði verið torført at vunnið, men tað var absolut ein møguleiki at fáa javn­leik. Har eru støður, sum vit kundu spælt størri, men vit eru ov spentir, sigur Sámal Erik Hentze. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Tað kundi verið heilt gott, men tað kundi eisini verið verri. Føroyska U21 landsliðið tapti tepurt 2-1 á Tórsvølli týskvøldið móti Norðurmakedónina. Vit tapti 7-1 í fyrru uppgerðini, so framgongdin er stór og tað kundi verið javnleikur, men vit lærdu eisini at mistøkini verða revsaði Føroyar-Norðurmakedónia 1-2: UPPREISN OG LÆRDÓMUR UPPREISN OG LÆRDÓMUR MÓTI NORÐURMAKEDÓNUM MÓTI NORÐURMAKEDÓNUM U21 EM- undankapping 2021 8. septembur 2020 – Tórsvøllur, Tórshavn Føroyar - Norðurmakedonia 1-2 (0-1) 0-1: Milan Ristovski 16. 0-2: Kristjan Ackovski 80. 1-2: Petur Knudsen 85. Dómari: Rohit Saggi Føroyar: Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel Johansen Chukwudi, Andri Benjaminsen – Lukas Giessing (Steffan Løkin, 85.), Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 85.), Pætur J. Petersen – Jonn Johannesen, Petur Knudsen Fakta: Føroyar – Norðurmakedonia Skot: 8-13 Skot á mál: 4-5 Hornaspørk: 2-8 Rangstøður: 3-2 Gul kort: 0-3 Gjørd fríspørk: 12-13 Spælarametingar: Føroyar (4-2-3-1) Málverji: Rói M. Hentze 4 Verjan: Ari Olsen 5, Bjarni Petersen 6, Samuel Chukwudi 6, Andri Benjaminsen 5 Miðjan: Magnus H. Jacobsen 7, Stefan Radosavljevic 6.5 Framrættaður miðvøllur: Lukas Giessing 6.5, Petur Knudsen 7.5, Pætur Petersen 6 Álop: Jonn Johannesen 5 Innskiftarar: 5 Steffan Løkin (Inn 85.min) 5 Ragnar Samuelsen (85.min) Dómarameting 4 Rohit Saggi Norski dómarin megnaði ikki at røkja sína uppgávu, tá norðurmakedónar drálaður at kalla allan seinna hálvleik. Fyrsta gula kortið fyri drál kom ikki fyrr enn í yvirtíðini. Ikki gott nokk! Føroysku spælara­met­ing­ar­ nar eru merktar av einum góð­um liðavrikið, sum tó hevði nøkur persónlig mistøk við á vegnum. Her telur tó upp, at allir spælararnir vístu styrki við at reisa seg aftur. Tá saman­ umkom restaði lítið í at fáa eitt stig. Rói M. Hentze spældi ein góð­an dyst í 80 minuttir, men mis­takið hjá honum telur nógv niður. Miðverjan stóð sterk, men bakkarnir høvdu onkr­ ar veikar løtur, har tað ikki avstemmaði heilt. Á miðjuni spældi Magnus H. Jacobsen avbera væl, men eisini hann gjørdi eitt mis­tak, sum burdi kostað mál. Saman við liðfelagnum úr B36, Stefani Radosavljevic, høvdu teir gott tamarhald á miðvøllinum í seinna hálv­leiki. Teir tríggir framrættaðu mið­vallararnir, Lukas Giess­ing, Pet­ur Knudsen og Pæt­ur Pet­er­ sen, vóru allir arbeiðs­sam­ir og skaptu mál­møgu­leik­ar. Petur Knud­sen stendur sterkastur í myndini við málinum og fleiri góðum aktión­um. Jonn Johannesen fekk ikki so nógv at rigga, og einar tvær ferðir manglaði hann í fimm- metrinum, har ein áleyp­ari skal vera. Stíddist ann­ars væl og var við í fleiri góðum álopsstøðum. Tað er ikki óvanligt fyri ein áleyp­ara, sum ikki fær nakað at eydnast, at hann leitar aftur í vøllin at hjálpa til og fáa nakr­ ar nertingar. Spælarametingar: Petur Knudsen er dagsins maður