Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2020 18 LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM HONDBÓLTUR 2020/21 Kvinnurnar til HM-undankapping við nýggjum venjara Ágúst Jóhansson takkaði fyri seg í summar. HM-undankappingin verður við nýggjum venjara Føroyska kvinnulandsliðið merkti skjótt, at korona broytti ítrottartiltøkini. Landsliðið fyri­ reikaði seg til at spæla tveir EM-undan­kapp­ inga­rdystir ímóti Ukraina. Í Føroyum 25. mars og í Ukraina 29. mars, men dystirnir vóru útsett­ir, tá ið alt hondbóltsvirksemið steðgaði á græk­ aris­messu. Ein mánaða seinni komu boðini um, at øll kapp­ingin var avlýst. Næst á skránni hjá kvinnulandsliðnum er fyrsti partur av undankappingini til HM í 2021, har Føroyar spæla ímóti Hvítarusslandi og Sveis. Men tað verður við einum venjara, ið enn ikki er sett­ur. Ágúst takkaði fyri seg Tí mitt í koronasteðginum, endaði samstarvið við Ágúst Jóhansson, ið hevði havt landsliðið um hendi seinastu tvey árini. Hann var mettur sum ein fongur fyri føroyska landsliðið, eftir at hann eitt nú hevði megnað at spælt Ísland til HM áður. Úrslitini og avrikini vóru eisini góð. Hæddar­ punktið var ein minniligur sigur á Litava í HM- undankappingini í 2018. Seinasti dysturin var EM-dysturin ímóti Rumenia, har Føroyar taptu 25-20 á heimavølli. Avrikið tann dagin fekk góð skoðsmál, og tað mundi koma dátt við, at lands­ liðið ikki slapp at byggja á hetta avrikið – men soleiðis mundu mangir hondbóltsleikarar eisini kenna seg í summar. Komandi venjarin skal vera í Føroyum Komandi venjarin nærkast, og hann verður helst í Føroyum, sigur Hondbóltssambandið: - Hondbóltsambandið hevur ynskt, at næsti venjarin skal vera í føroyska hondbólts­um­ hvørvinum, tí teir flestu leikararnir eru í Før­oy­ um. Og so ynskja vit eina langtíðarætlan, so vit miða eftir, at tað er ein venjari, sum kann binda seg í eitt longri tíðarskeið. - Vit eru komin nokk so langt í tí tilgongdini, og kunnu vónandi gera okkurt skjótt, sigur Mark Marcher av HSF-skrivstovuni. Nógvar til landsliðsvenjingar í summar Landsliðið fekk kortini vant í summar. Julian Johansen tók við sum fyribils venjari, og tað rigg­aði væl, verður sagt. Hann hevði nakrar venj­ ingar í summar við einum stórum bruttohópi, so næsti venjarin hevur nógv at arbeiða við, tá ið hann skal byrja fyrireikingarnar til HM-und­ ankappingina í vetur – og menningina hjá lands­ liðnum komandi árini. Føroyar vóru karmur um einasta landsliðshondbóltin í summar Føroyska U17-landsliðið við gentum skuldi í summar spæla European Open í Svøríki, men stóra altjóða kappingin var avlýst, eins og allur altjóða hondbóltur varð. Meðan ungir leikarar um allan heim máttu ásanna, at stóru ungdómskappingarnar í summar vórðu avlýstar, kundu føroyskar og íslendskar gentur royna seg í Føroyum. Tí at tað eydnaðist at fáa Gentur-16 og Gentur-18 landsliðunum tveir dystir ímóti hvørjum øðrum í Høllini á Hálsi beint eftir ólavsøku. Áskoðararnir sóu fýra spennandi dystir. har tað gjørdist ein føroyskur sigur, tá ið Før­oyska U16-landsliðið basti Íslandi í frálíkum dysti. Hinar tríggjar vunnu tær íslendsku tepurt. Og úrslitið av allari fyriskipanini var fram­úr. Tí verður hetta eftir øllum at døma ikki sein­astu ferð, at Føroyar og Íslandi bjóða hvørjum øðrum av. - Tær afturmeldingarnar vit fingu frá íslend­ingum vóru sera jaligar, og vit vænta at vit fara at samstarva væl við íslendingar um ungdómslandsliðini næstu árini. - So lands­ liðini hjá okkum kunnu vænta fleiri dystir ímóti Íslandi, sigur Mark Marcher.