hósdagur 10. september 2020síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
HONDBÓLTUR 2020/21
19
U18 og U20- dreingir royna
eftir endaspølum
Ætlanin var, at føroyska U18-landsliðið við
dreingjum, sum gjørdist heimskent við Eur
opean Open-sigrinum í 2019, skuldi til Bulg
aria at royna at spæla seg í eitt EM- og HM-
endaspæl hetta summarið.
U20-landsliðið skuldi til Bosnia at royna
tað sama, men báðir hóparnir máttu síggja
koronu koma ímillum.
Tær kappingarnar eru útsettar til januar
2021, og sjálvandi hevur tað verið óvist hvat
bar til og ikki.
Nú skuldi tað tó verið vist, at føroysku tal
entini sleppa at royna seg í januar, tó at nakrar
tjóðir møguliga geva avboð.
Landsliðsvenjarar hjá U18-landsliðnum
eru Mark Marcher og Julian Johansen. Og Mark
Marcher er ikki í iva:
- Vit fara til Bulgaria fyri at vinna. Vit vilja
spæla okkum til næsta endaspælið.
- Tað er nógvir lutir, ið skulu ganga upp,
um tað skal eydnast. Hepnið er umráðandi,
serliga við skaðum.
- Leikararnir hava drigist nógv við skað
ar. Tað kemst millum annað av at leikararnir
nú skifta frá ungdómshondbólti til vaksna
mannahondbólt.
- Vit hava verið hart raktir, men nú tykist
støðan at batna, sigur venjarin.
Hann hevur sæð fleiri leikarar gera um seg
farna kappingarár, og eitt nú Hákun West av
Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu hava
skrivað sáttmálar við stór feløg í ávikavist
Danmark og Svøríki.
- Tað ger sjálvandi okkara fyrireikingar
truplari, tí professionellir leikarar eru bundnir
at feløgunum, og har eru reglugerðir fyri nær
teir sleppa at fáa frí at venja við landsliðnum.
-Men fyri menningina er tað fantastiskt, at
teir nú royna seg á hægsta støði, sigur Mark
Marcher.
Kvinnurnar: Tvey av trimum fara víðari
Tá ið føroyska kvinnulandsliðið tann 4. og
5. desember spælir ímóti Hvítarusslandi og
Sveis, snýr tað seg bara um at ikki enda aftast.
Tí tvey tey ovastu fara víðari til næsta
stigið í HM-undankappingini, ið eru tveir dyst
ir ímóti einum av vinnandi liðunum úr hinum
bólkunum. Vinnarin av teimum báðum dystum
fer til HM-endaspælið í Spania í 2021.
Seinast Føroyar spældu HM-undankapp
ing, var tað eisini í Sveis. Tað var í fyrstu
dystunum undir Ágústi Jóhanssyni í desember
2018.
Føroyar byrjaðu við sera vónbrótandi tapi
ímóti Finnlandi, men reistu seg við framúr sigri
á Litava, ið var risastórur favorittur. Í seinasta
dystinum kundu Føroyar spæla seg víðari við
sigri á Sveis, men vertirnir høvdu munin og
vunnu 23-19.
Altjóða ófriður broytir landsliðsferðirnar
meira enn korona
Tá ið føroyska manslandsliðið var drigið í sín
bólk til komandi EM-undankapping, mundu
fleiri hugsa sítt, tá ið Ukraina og Russland
endaðu í sama bólki. Tað endaði við at Føroyar
vóru eisini drignar í hendan bólkin.
Fyrstu boðini vóru, at Føroyar skuldu spæla
ímóti Russlandi og Kekkia í november. Men tað
mátti broytast, tá ið Ukraina noktaði at spæla
í Russlandi, og Russland sýtti fyri at fara til
Ukraina.
Tann støðan verður loyst við, at Russland
og Ukraina hittast tvær ferðir á uttanveltaðum
leikvølli, og føroysku fyrireikingarnar verða ikki
órógvaðar meira enn, at Føroyar nú spæla tvær
ferðir ímóti Kekkia í november.
Føroyska kvinnulandsliðið var drigið í bólk
við Hvítarusslandi og Sveis í HM-undankapp
ingini.
Tann kappingin verður avgreidd upp á eitt
vikuskifti, og í sama lutakasti vann Hvíta
russland rættin at skipa fyri.
Men hesa seinastu tíðina hevur uppreistur
stungið seg upp í Hvítarusslandi, so neyvan
verður farið hagar at spæla. Sveis vann næsta
rættin at skipa fyri kappingini, so tað verður
óivað har, at Føroyar spæla HM-undan
kappingina.
Úr Hondbóltssambandi Føroya sigur Mark
Marcher, at hvørki støðan við Hvítarusslandi
ella Russlandi og Ukraina hevur skakað fyri
reikingarnar.
Orsakað av støðuni við koronasmittuni,
ansar Hondbóltssambandið sær. Eitt nú bí
leggja tey ikki ferðirnar ov tíðliga, tí tað kann
skjótt gerast dýrt, um dystir verða avlýstir ella
fluttir.
SKRÁ:
HM-undankapping – stig 1
4. desember: Hvítarussland – Føroyar
5. desember: Sveis – Føroyar
SKRÁ:
M20-championship í
Bosnia Hersegovina
11. januar – 17. januar
Bólkur A:
Føroyar
Pólland
Slovakia
Bosnia Hersegovina
SKRÁ:
M18-championship í Bulgaria
25. januar – 31. januar
Bólkur A:
Føroyar
Kekkia
Bulgaria
Stórabretland
KVINNULANDSLIÐIÐ:
U20-MENN:
U18 MENN: