Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2020 20 LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM HONDBÓLTUR 2020/21 - Vit skulu enn einaferð prógva okkum á hægsta støði Føroyski landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, gleðir seg til enn eitt kappingarár við mótstøðu i heimsflokki. Føroyar spældu eina sera góðkenda EM-undan­ kapping seinast, tá ið tað gjørdist til eitt stig í minniliga dystinum í Montenegro, og har av­rik­ ini ímóti Ukraina og so Montenegro aftur, bóru boð um at gott er í væntu fyri føroyska mans­ landsliðið. Í januar snúði tað seg um HM-undankapping, sum var avgreidd eitt vikuskiftið í Luksemborg. Føroyar byrjaðu við avsmurningi ímóti Litava, reistu seg við góðum avriki, men teprum ósigri ímóti Slovakia, og vunnu so at enda á Luksem­ borg. Tað var fyrsti føroyski HM-sigur síðani C-HM í 1988, so tað var kærkomin brekka at sleppa um hjá føroyska landsliðnum. Venjingardystir vóru av ongum Har var ov mikið at byggja á. Nógv spennandi var á skránni hjá landsliðnum í vár og í summar. Norsku og pólsku B-landsliðini bíðaðu í venjing­ ar­dysti, men sum alt annað hetta summarið, vóru venjingardystirnir av ongum. Í staðin hittist ein landsliðshópur í tveimum førum í Føroyum, til venjingar í juli og í august, tá ið hallarnar lótu nóg mikið upp fyri venjingum. Og landsliðsvenjarin kundi helst hugsa sær upp aftur fleiri venjingar. Stúrin landsliðsvenjari - Innsatsurin var sera góður, men eg eri eitt sindur stúrin fyri nakað av góðskuni í álops­spæl­ in­um, tað má eg viðganga, sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari. - Vit taka nakrar avgerðir sum ikki eru góðar. Vit skjóta ov skjótt og hava ikki nóg góðan aga í álop­inum. - Gera vit tað í dystunum, so fáa vit trupul­ leikar, sigur landsliðsvenjarin, ið skoytir uppí, at tað kortini var ein góð og gevandi lands­liðs­ savning fyri øll. Stórur hópur til landsliðsvenjing Serliga gevandi vóru landsliðsvenjingarnar, tá ið hugsað verður um langtíðarætlanir. Ein stórur landsliðshópur var savnaður stutt fyri og stutt eftir ólavsøku. Í seinnu setuni vóru 11 broytingar í hópinum. Tað kemst av, at so nógvir landsliðsleikarar høvdu uppgávur uttanlands, har alsamt fleiri eru sáttmálabundnir í feløgum í grannalondunum. Fyri hesar leikarar, vóru so fleiri U20-leikarar úttiknir, og gjørdu nógv um seg til hesar venj­ ing­ar, og fingu ment eitt samanspæl við hinar í lands­liðshópinum. - So tað vóru í roynd og veru fleiri ættarlið á okkara A-landsliðið, ið vandu saman, og eg eri sera glaður fyri hendan háttin vit valdu, ger lands­liðs­venjarin greitt og heldur fram: - Tað er ein háttur, ið vit hava funnið upp á í Føroyum. Í Danmark venur tú við B-landsliðum, men tað hava vit ikki í Føroyum, so vit gjørdu tað soleiðis, og tað eydnaðist framúr væl. Tað snýr seg um Kekkia Tað er eyðsæð, at manslandsliðið hevur lang­ tíð­arætlanir, men Sonni Larsen leggur dent, at styttru ætlanirnar eru eins umráðandi, og at nógv verður hugsað um tær, ið hesum døgum – Eisini í venjingunum. - Tað snýr seg allarmest um teir dystirnar, ið eru fyri framman, staðfestir venjarin. Mikudagin, 4. november, skulu Føroyar royna seg ímóti Kekkia á fyribils heimavølli í Århus. Sunnudagin eftir, 8. november hittast liðini aftur í Zubri í Kekkia. Skulu spæla klókari ímóti Kekkia Og Kekkia, ið gjørdist nummar 12 í EM- endaspælinum í januar, er sterk mótstøða. - Tá skulu vit megna at spæla klókt í álop­ inum, sigur landsliðsvenjarin, og greiðir frá, at tað serliga er við atliti til hesar dystirnar, at hann heldur at landsliðið hevur avbjóðingar við at taka røttu avgerðirnar.Stúranirnar í summar komust eisini av, at fremsti spælskiparin í seinastu und­ankapping, Jónas G. Djurhuus, stríddist við skaða, og landsliðsvenjarin er týðiliga lættaður, tá ið hann greiðir frá, at leikarin tykist at vera komin fyri seg. - Men tað loysir ikki alt. Vit hava framvegis eina avbjóðing við at spæla nóg klókt í álops­ spartinum, ger landsliðsvenjarin púra greitt. Fyrireika seg væl til Kekkia Hóast tað enn eru tveir mánaðir til EM-undan­ kappingardystirnar ímóti Kekkia, er tað greitt á málinum, at landsliðsvenjarin longu er spentur til sterku mótstøðuna. - Teir spæla púra upp við Týskland í EM- enda­spælinum í januar. Kekkia hevur nógvar sterkar leikarar, sum til dømis Pavel Horák úr MANSLANDSLIÐIÐ: